Almenn móttøka fyri U21-hetjunum

Í morgin, týsdagin 1. juli, klokkan 17 skipa Tórshavnar kommuna og Løgmansskrivstovan fyri almennari móttøku á Vaglinum fyri U21-landsliðnum í hondbólti.

Havnar Hornorkestur spælir, Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, halda røður, og umboð fyri Hondbóltssambandið og umboð fyri liðið bera heilsanir fram.

 

Eftir hetta kunnu børn fáa plakatir og autografar frá U21-spælarunum, sum sunnudagin vunnu Føroyum bronsu í HM-kappingini í Póllandi.