Tað var sera hugaligt at sita í tingsalinum og lurta tann dagin málið var lagt fram. Tað er sum um hugburðurin hjá tingfólki av álvara er broyttur. Øll tey sum tóku orðið vóru sera positiv og ein fekk eina fløvandi kenslu av at tingfólk nú kenna seg at eiga hetta barn, sum er tað nýggja Fróðskaparsetrið.
Onkur harmaðist at Vinnuháskúlin ikki eisini var partur av hesi fusión, men tað man fara at koma Eg vóni eisini at ein partur av handilsskúlanum verður uppstigaður til at fáa universitetsstatus, so vit eisini fáa handilslærugreinir á hægri stigi á nýggja setrinum.
Vit sum standa fyri Fróðskaparsetrinum og hinum hægru lærustovnunum vóna at sami positivi andi heldur sær kemur av álvara at gera vart við seg eftir valið, uttan mun til hvør samgonga verður.
Prógvini
Prógvini sum skulu kunnu takast á nýggja Fróðskaparsetrinum eru bachelorprógv, masterprógv og doktaraprógv. Bachelorprógvið tekur 3 ár, masterprógvið 2 ár omaná bachelorprógvið og doktaraprógvið er 3 ár omaná masterprógvið. Sjálvur kundi eg hugsa mær at tað eisini skuldi borið til at tikið eitt diploma-prógv, sum skuldi verið fyrra helvtin av einum masterprógvi. Er longri starvsvenjing uppi í, kann samlaða lestrartíðin verða longd nakað.
Prógvini skulu kunnu verða vend beinleiðis móti einum starvi í samfelagnum, sum eitt nú lærara, miðnámsskúlalærara, sjúkrarøktarfrøðingi, skipsførarara, maskinmeistara, journalisti, sosionom, sakførara, savnsvørði, mentanarvørði ella hvat alt eitur ella kann koma at eita.
Hinvegin skal tað eisini bera til at seta saman fríari útbúgvingar av ymiskum slag. Hesar skulu kunna verða settar saman av lestri bæði í Føroyum og aðrastaðni. Eitt felags krav skal kortini verða og tað er eitt minstamát av vísindaástøði og –háttalagi. Eisini skulu bachelorar skriva eina bachelorritgerð og í masterútbúgvingunum skal verða kravt ein masterritgerð av eini ávísari stødd.
Persónliga haldi eg at Fróðskaparsetur Føroya í framtíðini ikki eigur at verða alt ov formalistiskt, tá tað ræður um góðkenningar av útbúgvingarpartum, men tað ræður um kvalitet eigur ikki at verða slakað. Kvalitetur er annað enn formalisma og krakkasjón. Tað er ofta á markinum millum útbúgvingar at tað nýggja sprettur. Hetta er eisini teir tankar sum eru frammi í løtuni. Flestu halda nú at tað er høpisleyst at lata ungfólk taka meginpartin av tí tey hava nomið aðrastaðni umaftur, bert tí at tað ikki passar inn í eitt ella annað formalistiskt system. Her eiga vit á Fróðskaparsetrinum at verða fræls, frí, nýskapandi og kreativ.
Modul
Fyri at fáa sum mest nyttu burturúr skal undirvísingina skipast í modul ella samanhangandi lestrarnám við virðisáseting í ECTS. (ECTS er ein stytting av tí enska European Credit Transfer and Accumulation System). Eitt heilt lestrarár fevnir um 60 ECTS. Lestrarnámini skulu helst ikki vera minni enn 5 ECTS og ikki størri enn 30 ECTS, men alt har ímillum. Tey skulu skipast sum grundskeið og serskeið á bachelor- og masterstigi. Fróðskaparsetrið skal hava eitt katalog við nágreiniligum yvirliti yvir útbúgvingar og modul og tað skal bera til at seta tey saman til prógv eftir forskriftum sum Fróðskaparsetrið ásetur.
Taka vit læraraskúlan til dømis so hevur skúlin tær lærugreinir, sum eru neyðug fyri at seta saman eina bachelor útbúgving sum lærari og námsfrøðingur, her skal í summum førum ein broyting fara fram, soleiðis at lestrarnámini verða tikin samlað yvir styttri tíð, soleiðis at tað skal bera til at spara tíð við at seta tey saman sum byggiklossir. Hesar útbúgvingar geva rætt sum starv sum lærari og námsfrøðingur innanfyri ávísar karmar. Á sama hátt skulu útbúgvingarnar sum sjúkrarøktarfrøðingur, skipsførari, maskinmeistari føra til ávís størv.
Masterútbúgvingarnar sum koma omaná bachelorútbúgvingarnar skulu verða bæði ein breiðkan av fakøkinum og ein spesialisering. Her kunnu vera fleiri møguleikar og summar masterútbúgvingar skulu verða beinleiðis starvsvendar.
Umframt starvsútbúgvingar skal vera møguleiki fyri fleiri fakútbúgvingum, sum kunnu verða settar saman av einum ella fleiri fakum, sum stuðla undir hvørt annað, tað verið seg innan hugvísindi, samfelagsvísindi, náttúruvísindi, handilsvísindi, vinnuvísindi, verkfrøði, heilsuvísindi o.s.fr. Her skal verða møguligt at seta saman eina útbúgving av øllum teimum modulum sum eru á setrinum, umframt tí sum tey lesandi taka við onnur universitet. Skil skal sjálvandi verða í og útbúgvingarnar skulu góðkennast.
Gransking
Undirvísingin skal sjálvandi eisini hava støði í teirri gransking sum fer fram á setrinum, men tað er ikki neyðugt at aftanfyri øll modul, sum tað verður undirvíst í, skal verða ein granskari. Í summum førum ber til at klára seg við minni. Men Fróðskaparsetrið nýggja eigur, tá tað kemur til gransking við stórum G at konsentrera seg um ávís granskingarøki, har vit byggja upp ein førleika á altjóða stigi. Fyri at kunna tað er neyðugt frá byrjan at seta við Ph.D-lesandi, sum verða knýtt at teimum eldru granskarunum, sum kunnu taka yvir og menna granskingarøkini, so hvørt sum tey eldru fara frá fyri aldur. Eisini eigur setrið at taka upp nýggj øki at satsa uppá. Vísir tað seg t.d. at vit í starvi hava eitt fólk sum undirvísir í kristni og lívshugsjónum, sum hevur eitt stórt granskingarligt potentiali, so eiga vit at menna hetta øki. Vit mugu verða skjót og taka okkum av teimum tallentum sum vit hava og fáa. Tallentrøkt má verða ein partur av virksemi setursins.
Hetta er sjálvandi ikki ókeypis, men hin vegin vísir tað seg allastaðni, at hevur tú góða hægri undirvísing og góðar granskingarmøguleikar í landinum, so gevur tað landinum nógvan pening aftur, sum gevur okkum íløgurnar aftur bæði við vinningi og rentum.
Vit, sum fáast við hægri undirvísing og gransking, frøast yvir broytta hugburðinum millum politikarar og vóna at hann heldur og styrkist í framtíðini. Latið tey bestu fólkini vinna valið.









