Allar fyrst gott nýggjar øll somul!
2. januar 2008
Í dag eru – 24 stig og lot av eystri. Ja, tað fer beint í mergin. Árið byrjaði við at vísa tenn við kulda. Søgur siga, at ísurin liggur nakað uttanfyri her hjá okkum í Sisimiut. Onkrir flakar eru ógvuliga harðir at hava við at gera. Akamalik kom inn higar í morgun at landa. Teir hava fulla last. Sum eg skilji er í lagi vid kvalitetinum av rækjunum. Teir skulla sigla einaferð í morgin um middagin, um alt gongur eftir ætlan. Teir skuldu byrja at landa kl 0700 í morgun, men tað bleiv av ongun,
har var onkur missiljing av R A Line.
3. januar
Í dag er – 18 stig og eitt lot av eystri. Akamalik loysti seinnapartin nýggjan túr. Teir skulla eftir ætlan til Nuuk at landa næstu ferð 27. januar. Nanok Trawl kom inn at landa í kvøld. Teir hava bert roynt síðani 1. jóladag og hava gott 260 tons inni. Slagið er í lagi verður sagt. Bátarnir, sum eru her um leiðir, royna í tí nærmasta holinum, sum teir kalla tad ýti. Leygarkvøldið kom Lómur inn eftir kørum og aðrari útgerð. Teir loystu sunnudagin aftur á fyrsta túri í 2008.
6. januar
Í dag er illfýsið og kalt um -18 stig. Eg minnist ein mann, sum plagdi at siga, tá ið veðrið ikki var til vildar, at tað er gott, at húsini eru opin innan, og soleiðis er støðan her í dag. Frætt er frá canadiska trolaranum Atlantic Enretprise, at teir høvdu haft nidur í – 19 stig og vind uppí 55 sek. Men í dag vóru -16 stig. Í gjár fingu teir 56 tons niður av rækjum. Inusuk hevur akkurát kastað. Ocean Prawns er á veg út til fiskiskap. Saputi og Newfoundland Pioner eru úti. Norten Ospray og Newfoundland Links liggja á 54 30 N og fiska svartkalva. Men í gjár lógu teir bakk báðir.
7. januar
Í dag eru – 16 stig vid ælaveðri. Polar Amaroq landar í Nuuk í morgun. Steffen C. kom inn her at landa í morgun og at skifta fólk. Teir hava verið stutt úti síðani seinastu landing. Teir hava um 280 tons inni av rækjum. Orsakað av ringum sýni kom tann nýggja manningin ikki fram í dag. Teir vóru annars sigliklárir kl 1900 í kvøld.
8. januar
Í dag er – 18 stig, stilli og eitt lot av eystri úti á. Ja, Várharra, hann hevur givið okkum ís aftur sum í gomlum døgum. Og kulda hava vit eisini havt um næturnar. Í nátt hevur hann lovað niður í – 30-35 stig. Síðan skal frostið minkað til gott -20 stig restina av vikuni. Fyrrverandi trolarin Ludvig skuldi vera her til landingartíð í morgun kl 0700. Hann var ikki komin kl 1700. Hann hevur veri uppi í Diskobuktini og roynt. At síggja á ískortinum so er landfast líka frá 66 stig norður á 68 stig. Men tað er ísfrítt upp til Haruoynna. Eg havi tosað vid skiparan á Polar Natarnaq, Janus Samulsen úr Fuglafirði. Hann segði, at hjá teimun var roynandi enn. Teir eru inni í Aasiat vid fullari last av sekkjarækjum, knapt 200 tons. Teir skullu loysa aftur í kvøld. Eg síggi ísin við mínum egnu eygum frá mínum húsum. Tað eru fleiri ár síðani, tað er hent. Ísurin liggur innanfyri Qraasitoyggjarnar, sum liggja uttanfyri Sisimiut. Steffen C loysti seinnapartin. Teir høvdu nógvar trupulleikar við ísi. Seinast eg hoyrdi, gekk ógvuliga striltið at koma suður eftir, har allur rækjuflotin liggur. Teir liggja fyri tíðina útfyri Nuuk og royna. Sum støðan er fyri tídina við ísi, verður ikki nógv lossing her í Sisimiut. Nataarnaq noyddist inn til Nuuk í dag. Teir skuldu annars inn í morgin. Tað hevur verið eitt óført ár hjá teimun. Teir tríggir bestu trolararnir hjá Royal Greenland avreiddu fyri 108, 105 og 102 mill. kr í fjør. Óført.
10. januar
Í dag er stilli og – 15 stig. Regina C kom inn til Nuuk at landa í morgun. Skjótt broytist við ísinum. Dagin eftir, sum hetta varð fest niður á pappír, er allur ísur farin til havs. Tað bleiv nakað av vindi um náttina. Steffan C koyrdi norður yvir aftur í rækjukassan sum vit kalla út fyri Kangatsiaq. Í gjár var Annunguaq II inni og legði upp tað sindri, sum hann hevdi. Hann fór nýggjan túr í dag, og Lómur kom inn í morgun við umleið 50 tonsum. Umstøðunar hava ikki verið til vildar hjá bátunum. Lómur loysti aftur seinnapartin nýggjan túr. Nanoq Trawl hevur fingið navnabroyting og eitur Polar Qraasiut.
13. januar
Í dag er – 14 stig og stilli. Frætt er frá Manu, at teir byrjaðu túr 21. december og koma til Manitsoq at landa í morgin. Teir hava 210 tons av svartkalva. Teir hava verið einsamallir allan henda túrin. Síðsta túrin, sum vardi 25 dagar, høvdu teir 110 tons av toski og 75 tons av svartkalva.