hoyra Vørn av øllum brúka so stór orð í hesum máli, tí er tað nakar, ið kann sigast at hava ábyrgdina av, at óskilið við Anitu slapp at vaksa seg so stórt, sum tað gjørdi, so eru tað okkara eftirlitsm [...] gera sítt arbeiði, at kravið hjá okkum, sum virka á sjónum, har dygdin í eftirlitinum lætt kann gerast ein spurningur um lív ella deyð, má vera, at ein djúptgangandi kanning verður sett í verk av sjálvum [...] fallitt. Eftirlit skuldi jú eitast at vera gjørt viðvíkjandi Anitu, áðrenn túrin í februar, ið endaði so syndarliga við, at ein maður sjólætst, men onki óreglusemi tykist vera rapporterað. Í øllum førum slapp
Annfinnur sigur, at tá ein tíð var fráliðin, og hann var heima millum túrar, varð hann uppringdur av Vanlukkutryggingini. Maðurin í hinum endanum segði, at nú hevði Vanlukkutryggingin bara ein spurning aftrat [...] eg kundi geva teimum eitt kontunummar, so pengarnir kundu flytast til einkjuna. Eg segði, at tað skuldi eg fáa fatur í. Eg fekk so kontonummar við øllum tí, sum har fylgir. Pengarnir vórðu fluttir í einum [...] og nakrar dagar seinni fekk eg ein teldupost frá einkjuni sum segði, at hon nú hevði fingið pengarnar á bók. Hann sigur, at einkjan hevði fingið umleið 28.000 dollarar, sum svara til einar 186.000 krónur
1853, sum var dóttir Wenselaus Debes, vanliga kallaður Dreygarin. Elsa var kend fyri at vera sera virkin í losjuni í Havn. Ein sonur teirra var Nyholm Debes, sum var kendur sum yrkjari og eisini sum lø [...] umrøddur á hesi røð. So ungur hann var, var hann longu blaðstjóri á næmingablaðnum Glámlýsi, sum náddi at koma út við trimum bløðum, áðrenn blaðstjórin doyði av sjúku. Tað kann vera nevnt, at hesi Kristoffur [...] Eitt av teimum var Maria Ziska (1885-1952), sum giftist við Hanus Kamban. Listarmaðurin Janus Kamban, sum nú um dagar fylti 95 ár, er sonur teirra. Ein sonur, Kristoffur, doyði 16 ára gamal í 1933.
dystin, sum ein finala jú er, so kann alt henda. Vit mugu bara gera okkara besta, og so fáa vit at síggja, hvussu leikur fer. - Munurin í dystunum hjá okkum móti VÍF hevur heldur ikki verið so stórur. [...] enda spyrja Annu Kristinu, hvør lutur í teirra spælið kann gerast avgerandi fyri finaludystin, sigur hon, at tað sum so er uttan týdning. - Vit skulu bara hava heildina í spælinum at rigga somikið væl, at [...] fyri tveimum árum síðani gjørdist føroyameistari, hevur tað verið VÍF, sum síðani hevur sett seg á føroysku hondbóltstrúnuna. Bara ein dystur Somikið tryggur hevur sessurin verið, at síðstu tvey árini hava
fermir tey. Nú hevur hon so fingið prestsins hond á høvur. Men hon fer ikki, sum hinar systrarnar, út at tæna. Annars droymdi hon um at vera ekspetrisa. Onkur mátti helst vera eftir. So árini ganga við øllum [...] takast í fløgum úr sátuni. Tað skuldi vera tungt og fast. Tað skuldi vera staðið.Annars sigur mamma frá, at pápi sín fór upp á miðjari nátt at sláa. Konufólkini fóru so í bøin, tá avsett var. Tá kókaði hann [...] hevði armin á lofti, sum tekin um, at nú var klárt. Men sum eina annar høvdingi ansaði hann eftir, at ikki varð sitið ov leingi til borðs. Hann plagdi eisini at gera ein drekkamunn, sum hann bar norður í
Eitt, sum kann samanberast við føroysku mentanina, er kappróðrarstevna. Her hava tey eina stevnu, sum eitur ”dragon boat festival”. Bátarnir hava skap og eru málaðir sum drekar. Tað kunnu vera yvir 20 [...] Hvussu er við málinum? Málið sum verður prátað her í Hong Kong er cantonesiskt og enskt. Eg havi lisið cantonesiskt, og ein kann heilt róliga siga, at tað ikki als kann samanlíkast við føroyskt. Cantonesiskt [...] hesturin hjá mær”. Tí mást tú altíð vera varin við, hvat tú sigur, annars standa fólk bara sum stór spurnartekin. Hvat dámar tær í Hong Kong? Mær dámar væl, at Hong Kong er so nýmótans og internationalt. Eg
trý børn. Av hesum eru so átta gift. Tískil man tað vera ein stórur skari av fólki, sum er ættað frá systkjunum hjá Onna Sofíu. Her er so bert pláss til at nevna ein í hesi ætt, sum Anna Sofía var abbasystir [...] hevur hon hildið áfram sum lærarinna, tí hon stendur í fólkateljingini í 1870 at vera lærarinna við skúlan. Skúlin hevði ein kvinnuligan nevndarlim, Madam Djurhuus, og man hon vera fyrsti kvinnuligi ne [...] 1830-37. Hann var ein rættuligur framburðsmaður. Millum annað virkaði hann fyri tí fríhandli, sum vit fingu í 1856. Tað var eisini hann, sum tók stig til at stovna Føroya Sparikassa í 1832. Hann royndi seg
velur Starvsfelagið Ársins álitisfólk á teimum almennu stovnunum, sum felagið varðar av, og í ár er tað Anna Tórgarð, sum er vald sum besta álitisfólk. Og Súni Selfoss, formaður, handaði henni skreytblað [...] hon hevur við sínum arbeiði sum álitisfólk, er hon skjót at svara: - Gleðin kemur tær ferðirnar, ið eg føli, at ein ikki góð støða hjá einum starvsfelaga broytist til at vera ókey. Annars eri eg meira leitandi [...] blivið trupult, og tá er ikki longur bara ein spurningur um at hyggja í lógir og reglur. Tí tað mesta duga starvsfelagar sjálvir at fáa greiðu á, sigur hon. Men hvat er so uppskriftin til at blíva eitt gott
fasta, so hon kundi brúkast at stýra við. So varð lagt til at repa. Sjógvurin var so ringur, at reptaljuløbarin varð tikin niður í lugarið, so at repið bleiv niðurhálað í lugarinum. Teir menn, sum vóru [...] høvdu ein Tuxham motor, 1 sylindara, sum var 48 hestar. Nú fingu teir ein sum var 86 hestar við 2 sylindarum. Hetta var eitt stórt framstig! Annars letur John at, at Jákup Heinesen var góður at vera saman [...] var bert 24 ára gamal, so John fór við, líka sum fyri at ”passað upppá” sonin. Tað gekk ikki so væl at fáa fólk at byrja við. Men tað gekk væl hjá Jóannesi at fiska. So hann hevði sum frá leið altíð nokk
servarin í kappingini. So tað eru ikki bara føroysku leikararnir, sum halda, at hann hevur góð evnir. Hjá Rúna var heiðurin ein endurtøka frá í fjør, og líka so fult uppiborin sum heiðurin hjá Onnu Müller [...] fall valið á Onnu Müller Jacobsen úr Mjølnir. Í fyrsta umfari kann hetta kanska tykjast sum eitt løgið val, tí Anna ikki er ein leikari, sum ein vanliga hoyrir nógv til, men tá tað er sagt, mugu vit eisini [...] hjá leikarunum fall á Onnu, og tað er stuttligt at síggja, at leikararnir hava valt ein leikara, sum umframt at vera íðin á vølli samstundis er sera fyrikomandi. Næstu leikararnir í kappingini hjá kvinnum