Nú er flogbóltskappingarárið 2001/2002 liðugt og farið.
Hetta varð staðfest, tá knappliga 200 flogbóltsleikarar, sponsorar teirra og umboð fyri miðlarnar hildu veitslu á Hotel Føroyum leygarkvøldið. Gallaveitslan, sum á fyrsta sinni varð hildin í fjør, var stórfingin og sigast má, at allir partar høvdu gjørt sítt til at kvøldið gjørdist stak hugnaligt.
Høvuðshendingin á Gallaveitsluni var, tá ársins bestu leikarar og venjarar vóru kosnir, og nú allir heiðrarnir eru komnir upp á pláss, kunnu vit staðfesta, at næstan øll liðini fingu okkurt heim aftur við. Í roynd og veru var tað bara kvinnuliðið hjá ÍF ? av øllum meistaradeildarliðunum ? sum ongan ársins leikara fekk.
Tá tikið verður saman um tilnevningarnar mugu vit eisini staðfesta, at allar tilnevningarnar kunnu verjast á ein ella annan hátt. Eingin av teimum leikarunum, sum eru valdir detta burtur ímillum, og tað er gott.
Men tað skuldi nú eisini verið løgið um tað ikki kundi góðtakast, tí tað eru leikararnir sjálvir sum hava givið heiðrarnar, og tá saman um kemur, eru tað teir, sum best eru førir fyri at meta um dygdirnar. At okkara uppfatan er eitt sindur øðrvísi í ávísum førum, kunnu vit saktans liva við.
Anna var bilsin
Hjá kvinnunum fall valið á Onnu Müller Jacobsen úr Mjølnir.
Í fyrsta umfari kann hetta kanska tykjast sum eitt løgið val, tí Anna ikki er ein leikari, sum ein vanliga hoyrir nógv til, men tá tað er sagt, mugu vit eisini staðfesta, at hon júst í ár hevur havt eitt gott ár.
Fyrst var hon við á Oyggjaleikalandsliðnum, sum vann Føroyum gullmerkið, og her lá hennara innsatsur ikki eftir. Hon var eisini partur av Mjølnir liðnum, sum í ár gjørdist nummar tvey í landskappingini og í steypakappingini, og eisini har hevur hon víst evnir at ganga undan tá tað kemur til at stríðast og kempa fyri sigrinum, sjálvt tá tap hevur verið í hendi.
Samanumtikið má tí sigast, at heiðurin hjá Onnu var uppiborin.
Einki er at ivast í, at onkur annar hevði valt onkran annan, men valið hjá leikarunum fall á Onnu, og tað er stuttligt at síggja, at leikararnir hava valt ein leikara, sum umframt at vera íðin á vølli samstundis er sera fyrikomandi.
Næstu leikararnir í kappingini hjá kvinnum vóru Helen á Lakjuni, úr ÍF, Gudrid Nolsø, úr TBog Svanna Nielsen úr TB
Rúni enn einaferð
Hjá monnunum fall valið á Rúna Weihe úr Fram. Hetta valið var kanska meira í tráð við vanligu uppfatanina av tí sum kallast besti flogbóltsleikari, tí Rúni er ? beint tvørturímóti Onnu ? ein sera eksplosivur leikari.
Sjálvt um tað kanska kom eitt sindur óvart á, at Rúni og Fram gjørdust Føroyameistarar í ár, kom tað ikki so óvart á, at hann gjørdist ársins leikari í Føroyum í ár. Samanumtikið er hann uttan iva besti føroyski leikarin í kappingini, og tað sæst millum annað við, at hann er berandi leikarin á FM-liðnum hjá Fram.
Tað er hann eisini á landsliðnum og tá Oyggjaleikirnir vóru á Man seinasta summar, var Rúni kosin besti servarin í kappingini. So tað eru ikki bara føroysku leikararnir, sum halda, at hann hevur góð evnir.
Hjá Rúna var heiðurin ein endurtøka frá í fjør, og líka so fult uppiborin sum heiðurin hjá Onnu Müller Jacobsen var tað, hevði Rúni eisini heiðurin fult uppibornan.
Næstu leikararnir í kappingini um ársins leikara vóru tvíburðarnir Boban Ilic, úr ÍF, og Borco Ilic, úr SÍ.