Coca-Cola finala
Eftir at Stjørnan fyri tveimum árum síðani gjørdist føroyameistari, hevur tað verið VÍF, sum síðani hevur sett seg á føroysku hondbóltstrúnuna.
Bara ein dystur
Somikið tryggur hevur sessurin verið, at síðstu tvey árini hava tær ikki tapt í heimligum høpi, men hetta hevur tó á ongan hátt fingið mótstøðuliðið í finaluni at missa mótið.
- Sjálvandi hevur lagið verið gott seinastu vikuna. Allar eru til reiðar at fara til Havnar, og nú spælið hevur gliðið betri enn tað gjørdi beint fyri jól, so er lagið í hópinum eisini gott, heldur liðskiparin á liðnum, Anna Kristina Samson.
Spurd, hvussu leikararnir seta seg upp til dyst móti einum liði, sum ikki hevur tapt í tvey ár, hevur hon ongan patentloysn, men hon heldur tó ikki, at Stjørnan er uttan møguleikar.
- Tá talan bert er um tann eina dystin, sum ein finala jú er, so kann alt henda. Vit mugu bara gera okkara besta, og so fáa vit at síggja, hvussu leikur fer.
- Munurin í dystunum hjá okkum móti VÍF hevur heldur ikki verið so stórur. Kanska hava tað serliga verið málverjarnir, sum hava verið á muni. Ikki tí at vit hava nakran vánaligan málverja, tí hava vit als ikki, men Manuela hevur bara verið tað betri, sigur liðskiparin hjá Stjørnuni.
Veðrið avger stuðulin
Annars gleða tær úr Klaksvík seg til finaluna, har tær vóna at fáa góðan stuðul frá hópin av klaksvíkingum.
- Nú er tað nakað síðani, at vit seinast vóru í finaluni, so tað er sjálvandi nakað, sum vit gleða okkum til. Tær hjá okkum, sum eisini spæla fótbólt, hava sjálvandi verið í finaluni, men hetta er tó nakað heilt annað. Her er nógv meira fokus á, og áskoðararnir eru nógv fleiri, og tað ger tað sjálvandi til nakað serligt.
Júst áskoðarnir úr Klaksvík hava annars altíð borið orð fyri at vera nakað serligt. Stjørnan hevur eisini boðað frá, at skipað verður fyri bussferð til Havnar, men liðskiparin er eitt sindur ivandi um, hvussu nógv fara at taka av hesum.
- Tað eru í øllum førum nógv, sum siga seg ætla við, men veðurlíkindini eru einki serlig. Tað veldst altíð um, hvussu veðrið verður, men verður tað á eini leið, so ivist eg ikki í, at vit fáa dyggan stuðul, heldur hon.
Tá vit at enda spyrja Annu Kristinu, hvør lutur í teirra spælið kann gerast avgerandi fyri finaludystin, sigur hon, at tað sum so er uttan týdning.
- Vit skulu bara hava heildina í spælinum at rigga somikið væl, at tað samanlagt er nóg mikið at vinna. Gera vit tað, so kunnu vit ikki krevja meira. So einfalt er tað, heldur altso Anna Kristina at enda.