Á in.fo í gjárkvøldið greiddi Annfinnur Garðalíð frá, hví hann av sínum eintingum fór í holt við at hjálpa indonesisku einkjuni eftir sjómannin, sum fórst, meðan hann var til fiskiskap við garnaskipinum Anitu fyri sløkum ári síðan. Einkjan átti saman við manninum eisini eina dóttir, sum fyllir trý ár í februar.
Annfinnur Garðalíð sigur, at tá hann líka sum setti skjøtil á hetta mál, vildi Vanlukkutryggingin í fyrsta lagi hava tað, tey rópa eitt ”notary” frá einkjuni. Hetta er eitt skjal, har myndugleikin í landinum váttar, at tey vóru gift, nær tey vóru gift - og at tey vóru gift, tá vanlukkan hendi.
Hann sigur, at Vanlukkutryggingin eisini vildi hava eina váttan fyri, at tey bæði áttu gentuna, og at sjómaðurin var pápi hennara. Mafia er jú allastaðni, og tú fært næstan alt fyri pengar, sum Annfinnur tekur til. Men, hetta kom alt upp á pláss, og Annfinnur fekk enntá hjúnarbandsbrævið hjá teimum og faðirskapsbrævið.
- Alt hetta fór nú til Vankukkutryggingina, og alt gekk sína gongd og koyrdi aftur og fram gjøgnum eina tíð.
Annfinnur sigur, at tá ein tíð var fráliðin, og hann var heima millum túrar, varð hann uppringdur av Vanlukkutryggingini. Maðurin í hinum endanum segði, at nú hevði Vanlukkutryggingin bara ein spurning aftrat til hansara viðvíkjandi hesum máli.
- Spurningurin var, um eg kundi geva teimum eitt kontunummar, so pengarnir kundu flytast til einkjuna. Eg segði, at tað skuldi eg fáa fatur í. Eg fekk so kontonummar við øllum tí, sum har fylgir. Pengarnir vórðu fluttir í einum, og nakrar dagar seinni fekk eg ein teldupost frá einkjuni sum segði, at hon nú hevði fingið pengarnar á bók.
Hann sigur, at einkjan hevði fingið umleið 28.000 dollarar, sum svara til einar 186.000 krónur í okkara peningi. Einki mannalív kann metast í peningi, men hetta er rættiliga nógvur peningur í einum landi sum Indonesia.
Annfinnur Garðalíð sigur, at hann var ógvuliga fegin, tá tað vísti seg, at hetta mál umsíður var komið so langt, at einkjan hevði fingið tryggingarpengar. Eitt slíkt mál er tekniskt, men tað stutta av tí langa er, at føroyski atlimaskapurin í IMO gevur eftirsitandi at útlendskum sjómanni við føroyskum skipi, undir føroyskum flaggi og í føroyskum sjógvi rætt til tryggingarpengar.
- Men, enn er hetta mál ikki endaliga liðugt, tí einkjan skal eisini liva víðari, og hon er stakur forsyrgjari. Av tí sama kemur hon faktist inn undir føroysku forsorgina. Hetta er eisini nakað, sum eg havi ætlanir um at fylgja upp. Her verður mett um, hvussu hennara sosiala støða annars er, eitt nú bústaðarviðurskifti, arbeiðsinntøka, heilsa og hvørt av sínum.
Hann sigur, at einkjan hevur rætt til at fáa eina sosiala veiting í tíggju ár. So er tað barnið, og her sigur lógin nakað um, at barnið eisini hevur rætt at fáa eina sosiala veiting árlilga, til tað er fylt 18 ár.
Annfinnur sigur, at hann til stuttleikar hevur spurt einkjuna, hvat hon ætlar sær at gera við pengarnar.
- Einkjan segði, at hon í fyrsta lagi fer at seta pengar av, soleiðis at dóttirin kann fáa eina góða útbúgving. Jú, tað er ógvuliga gevandi at hava verið við til at gera hetta arbeiði - og at síggja fruktirnar av tí, sigur Annfinnur Garðalíð, sum eisini er nývaldur formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.
Tað var Nærvarpið í Vestmanna, sum skifti orð við Annfinn, og in.fo hevur fingið loyvi at endurgeva úr samrøðuni.