øktust í 1997; bæði skattainntøkurnar og avgjaldsinntøkurnar, hóast ein ávís skattalækking er farin fram. Uttanlandsskuldin er ein kleppur hjá landskassanum, men eftir at avtalan var gjørd við donsku [...] eisini móti fleiri skattalættum. Ikki tí, ein skattalætti nýtist ikki bara verða av tí ónda, men tað minkar um inntøkugrundarlagið hjá landskassanum, og kann, um ein niðurgongd kemur, enda við at skatturin [...] Karsten Hansen sigur, at hann er púra samdur við Búskaparráðnum í teimum ávaringum teir koma við. ? Eg havi verið úti við teimum somu ávaringunum eisini, so eg eri púra samdur við teimum, sigur hann. Fíggj
føroyingar eisini havt okkara. Í gamla bóndasamfelagnum var ein ikki góðtikin sum rættur maður, fyrr enn ein hevði verið til bjarga fyri fyrstu ferð. Og ein genta var ikki eitt rætt konufólk, uttan hon dugdi at [...] ella eitt nýtt flakavirki er ein íløga hjá eigarunum. Og tað skuldi verið so ? um ein ikki hugsar um áttatiárini ? at eingin setir pening í eitt flakavirki ella eitt skip, ið ein framman undan veit ikki fer [...] gandalæknin hevði álagt teimum. Hetta verður, á vísindamáli kallað fyri ein yvirgangsrita. Tað merkir, at talan er um eitt verk, ið skal føra ein persón eitt stig víðari í lívi sínum. Og hetta var júst tað, ið
Eirikur Lindenskov ? Eg havi hug at leggja nakað positivt í tað, at Poul Nyrup Rasmussen prioriterar landsfund okkara so frammaliga, hóast landsstýrið fær ein stóran part av vitjanini. Hetta sigur Jóannes [...] framtíðar samstarv ? Men er hetta so ein roynd at fáa teg upp í tingbólkin hjá Javnaðarflokkinum? ? Tað veit eg ikki reiðiliga, um eg kann siga. Kanska hetta er ein spinkul roynd, men tað kemur so ikki
eg havi føroyska bakgrund eisini hevur havt sína ávirkan meg. Eg haldi meg hava tað frá mammu at hava bæði beinini á jørðini, at verða realistisk og ikki minst at vera tolin. Í yrkinum, sum eg havi, má [...] má ein veruliga venja seg til alla tað longu bíðitíðina. Sum dømi nevnir Maria, at tá ið hon var í Hollywood vildi hon ikki búgva í sjálvum býnum, men í staðin búði hon á einum bóndagarði uttanfyri sjálvan [...] tað til okkara umstøður og gingið út frá tí. ? Tað sama haldi eg eisini, tit kundu gjørt í Føroyum. Ein má byrja í smáum, sigur Maria og vísir soleiðis evnini at seta seg inn í føroysk viðurskifti.
? Tað er ein skelkur at hoyra, at Marita er farin í so góðum árum, og eg havi djúpastu samkenslu við hennara avvarðandi, sigur Helena Dam á Neystabø, sum hevur arbeitt saman við Maritu Petersen sum politikari [...] politikari. ? Marita er ein fyrimynd fyri kvinnuligar politikarar, og hon er eitt dømi um, at tá tíðirnar eru truplast, koma kvinnur framat. ? Marita Petersen var løgmaður í eini turbulentari tíð, men hon [...] ? Hetta var truplasta tíðarskeiðið í nýggjari føroyskari søgu, og Marita Petersen gekk undan sum ein leiðari í hesi tíð, og til tað krevst stórt dirvið, sigur Helena Dam á Neystabø.
Petersen var ein góður politikari. Hon helt fast um síni prinsipp, men hon vildi gjarna kjakast um tey. Hetta sigur Lisbeth Petersen, sum hevur arbeitt saman við Maritu í løgtinginum. ? Marita var ein politikari [...] eisini saman í øðrum samanhangi, og har havi eg eisini alt gott at bera henni. Lisbeth Petersen heldur, at Marita Petersen dugdi væl at verða løgmaður. ? Hon var ein virðiligur politikari, sigur Lisbeth Petersen
motorunum havi eg fingið hendur á, tá ið vit hava gjørt umvælingar á Mekanik. Tað er tá ið motorar skuldu skiftast út. ? Teir flestu motorarnar havi eg hinvegin fingið fatur á í Danmark. Eg havi verið fleiri [...] hvat eg havi goldið fyri motorarnar, frá næstan einki til eini 11.000 krónur. Harafturat havi eg verið noyddur at gjalda toll fyri at flyta teir inn til Føroya. Virðið á teimum motorunum, eg havi liggjandi [...] gingið. ? Eg havi hugsað nakað tað sama her í Føroyum. Motorarnir verða reinsaðir og málaðir í ymsum litum. Síðan verða teir vístir fram, meðan teir eru í gongd. Søgulig virði farast ? Eg havi spurt meg fyri
fast, at tað er mín avgerð burturav, um lønir verða fluttar ella ikki, segði Karsten Hansen. ? Eg havi ábyrgdina av fíggjarligu viðurskiftunum í hesum landinum, og ta ábyrgdina ætli eg mær at liva upp [...] ing, kortini at flyta lønirnar, tá starvsmannafelagið vil treytað sær at tit ikki gera tað? ? Tað havi eg onga viðmerking til, sigur Karsten Hansen. Sosialurin kann tó upplýsa, at vit hava fingið váttan [...] avgerð, nær lønirnar verða fluttar. Framgangsmátin er tann, at almennu lønirnar verða lisnar inn á ein diskil, og síðani latnar peningastovnunum, sum so avgreiðir tær um skipanina hjá Elektron. Spurningurin
landsstýrismaðurin. ? Eg havi ikki bert skyldu at gera tað, men um Føroya fólk skal taka undir við ríkisligu broytingunum, er tað ein treyt at tey kenna seg trygg. ? Tað er tí ein stór uppgáva í mínum dagliga [...] Neystabø. Á læknaøkinum eru útlitini heldur ikki bjørt, men nú er avgjørt at seta ein kommunulækna aftrat í Havn og ein í Klaksvík. Hesir fara til verka, so skjótt sum viðtaluhøli o.a. er klárt. Ikki banginfyri [...] Tað er ein stór avbjóðing at umsita hetta økið. Høvuðsuppgávan hjá mær í hesi samgonguni verður at skapa trygd fyri, at tá tær stjórnarligt broytingarnar skulu gerast, skal tað ikki merkjast sum ein lækking
so flaksaði hann við ørmunum, sum ein veingjaskotin fuglur. Hetta dámdi áhoyrarunum. ? Tað er alt ov lítið av hesum, segði síðumaðurin, áðrenn hann fór út at fáa sær ein royk. Eingin umvendur Fundurin fór [...] fyri at hoyra? ? Bara fyri at lurta. Eg rokni ikki við, at tey hava nakað nýtt at bera fram, sigur ein av áhoyrarunum, sum situr undir liðini á mær. Tað skuldi annars verði gott mið at fiska í hjá einum [...] úr Tjørnuvík. Hvussu er vegasambandi annars? ? Tað eru fimm kilometrar hiðani til Tjørnuvíkar. Varð ein tunnil gjørdur, so var farleiðin til Tjørnuvíkar bara umleið tríggjar kilometrar. Men tað eru óivað