? Marita var ein virðiligur politikari

? Marita Petersen var ein politikari, sum tú kundi hava virðing fyri, sigur Lisbeth Petersen, sum hevur sitið á tingið saman við Maritu

 

? Marita Petersen var ein góður politikari. Hon helt fast um síni prinsipp, men hon vildi gjarna kjakast um tey.

Hetta sigur Lisbeth Petersen, sum hevur arbeitt saman við Maritu í løgtinginum.

? Marita var ein politikari, sum eg hevði virðing fyri, hóast vit ikki altíð vóru samdar um tey ymsu málini. Vit arbeiddu eisini saman í øðrum samanhangi, og har havi eg eisini alt gott at bera henni.

Lisbeth Petersen heldur, at Marita Petersen dugdi væl at verða løgmaður.

? Hon var ein virðiligur politikari, sigur Lisbeth Petersen.