? Mín avgerð um lønirnar verða fluttar

? Eg haldi fast við, at eg fari ikki at kjakast við Starvsmannafelagið um lønir skulu flytast ella ikki, sigur fíggjarmálaráðharrin, sum kortini ikki vil gera viðmerkingar til søgurnar um at lønarflytingarnar eru avgre iddar

Hálvonnur verkfalsvika er farin aftur um og einki røkist enn fyri nakrari semju millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið.

Um nakað, so er tað farið hinvegin, tí Starvsmannafelagið setti sum treyt fyri víðari samráðingum, at fíggjarmálaráðharrin lovaði ikki at flyta lønir meðan arbeiðssteðgurin er.

Hesar treytir vildi Karsten Hansen ikki ganga undir og í gjár segði Karsten Hansen við Sosialin, at tann spurningurin var ikki til viðgerar meira.

? Tað liggur púra fast, at tað er mín avgerð burturav, um lønir verða fluttar ella ikki, segði Karsten Hansen.

? Eg havi ábyrgdina av fíggjarligu viðurskiftunum í hesum landinum, og ta ábyrgdina ætli eg mær at liva upp til. Tað verður í hvussu er ikki Starvsmannafelagið, sum avgerð, um lønir verða fluttar ella ikki. Tað liggur púra fast, sigur Karsten Hansen.

Og tað er okkurt, sum bendir á, at han ætlar sær at halda orð.

Tí í gjár gingu fleiri søgur um, at lønir hjá øðrum starvsfólkið enn teimum, sum eru limir í Starvsmannafelagnum vóru fluttar, so at siga í »nattens mulm og mørke«.

Heimasíðan hjá Starvsmannafelagnum visti eisini í gjár at siga, at »Umboðsmenn fyri Vinnumálastýrið hava banka stovnsleiðarar upp, um tað so var á miðjari nátt, at skriva undir skjøl, sum góvu heimild til at flyta lønirnar hjá øðrum starvsfólki enn limum í Starvsmannafelagnum.

Sagt verður á heimasíðuni hjá Starvsmannafelagnum, at stovnsleiðararnir, sum hava aftrað seg við at skriva undir, vórðu hóttir við tænastumannasak.

Karsten Hansen vildi ikki gera viðmerkingar til um lønirnar vóru fluttar ella ikki. Hann segði tó kortini at fingu starvsfólkini, sum vóru til arbeiðis ikki løn, so var tað sum at geva teimum verkbann, og tað kundi hann ikki gera.

Er tað ikki at geva eina krígsavbjóðing, kortini at flyta lønirnar, tá starvsmannafelagið vil treytað sær at tit ikki gera tað?

? Tað havi eg onga viðmerking til, sigur Karsten Hansen.

Sosialurin kann tó upplýsa, at vit hava fingið váttan fyri, at lønirnar hjá starvsfólkinum, sum ikki eru í verkfalli, eru gjørdar klárar til flytingar. Hetta merkir ikki at lønirnar eru fluttar, men tað merkir, at tað nú er fíggjarmálaráðharrin, sum avgerð, nær lønirnar verða fluttar.

Framgangsmátin er tann, at almennu lønirnar verða lisnar inn á ein diskil, og síðani latnar peningastovnunum, sum so avgreiðir tær um skipanina hjá Elektron.

Spurningurin er so, um peningastovnarnir standa við sín stuðul til Starvsmannafelagið um, at tey ikki avgreiða lønirnar