? Tað er ein skelkur at hoyra, at Marita er farin í so góðum árum, og eg havi djúpastu samkenslu við hennara avvarðandi, sigur Helena Dam á Neystabø, sum hevur arbeitt saman við Maritu Petersen sum politikari.
? Marita er ein fyrimynd fyri kvinnuligar politikarar, og hon er eitt dømi um, at tá tíðirnar eru truplast, koma kvinnur framat.
? Marita Petersen var løgmaður í eini turbulentari tíð, men hon kláraði at halda saman uppá tropparnar í landsstýrinum. Hon hevur ikki fingið tað viðurkenning, sum hon hevur uppiborið fyri hetta arbeiðið, heldur Helena Dam á Neystabø.
Tung uppgáva
? Marita Petersen tóka eina ómetaliga tunga uppgávu á seg sum løgmaður, men hon gjørdi tað við stórum dirvið. Hon verður ofta sett identifiserað við krepputíðina, og tað er ikki rættvíst.
? Hetta var truplasta tíðarskeiðið í nýggjari føroyskari søgu, og Marita Petersen gekk undan sum ein leiðari í hesi tíð, og til tað krevst stórt dirvið, sigur Helena Dam á Neystabø.