verða spennandi at gerast løgtingsmaður, hava vit í valstríðnum farna sæð nógv dømi um. Men at tað skal vera so stuttligt, at fólk siga borgarliga starvið frá sær ? og arbeiða sum tingfólk uttan at fáa løn [...] løn, tað høvdu vit kanska ikki roknað við. Men soleiðis er tað. Tey, sum fyrstu ferð vórðu vald á ting á valinum 20. januar, hava ikki fingið løn enn. Og tey hava tey heldur ikki rætt til. Hóast tey arbeiða [...] gangi og hugsi um. Seinastu valstríðini hava víst, at fólk brúka nógvar pengar til valstríðið, sum seinnu árini er vorðið rættuliga persónligt. Men hvussu nógvar pengar hevur Johan Johannessen brúkt í valstríðinum
dekkarapart upp á einar 65.000 krónur, sigur hann. Mettur av døgum - Nú eg havi fingið hetta ynskið uppfylt, eri eg mettur av døgum á havinum, sigur Eivind. Hann vísir tó á, at manningin umborð á Finni Fríða [...] siglt sum slíkur. Longu á fyrsta túrinum til skips í 1937 var hann smyrjari. Tí hevði maskinrúmið umborð á stóra pelagiska skipinum eisini hansara stóra áhuga. - Maskinan umborð á skonnartini Sólarris var [...] við abbadóttir Eivind. Sum fiskimaður eitt langt lív, hevur Eivind nógv at minnast aftur á, og nú hann helst hevur verið sín seinasta túr á havinum, spurdu vit hann um hansara fyrsta túr til skips: - Eg fór
Eilif Gaard er doktari í havlívfrøði og hevur starvast á Havstovuni síðan 1987. - Eg fari at leggja stóran dent á at hava eitt tætt samband út til tey fólk í samfelagnum, ið hava brúk fyri teirri vitan, sum [...] betri grundarlag at byggja sínar metingarnar um fiskastovnarnar á? - Jú, Havstovan hevur eitt nógv betri grundarlag at byggja sínar metingar á, enn hon nakrantíð áður hevur havt. Fakligi førleikin er størri [...] soleiðis út, at nakrir góðir árgangir eru á veg innan hesi fiskasløg, sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni Hjalti avkláraður Vit spurdu eisini Hjalta í Jákupsstovu, hvussu tað kennist at fara úr starvinum, sum
Tað er sjálvandi misjavnt, hvussu slíkt eydnast. Í hesum døgum ferðast ein føroysk lýsing fyri mjólk ikki bara á skíggjanum hjá Kringvarpinum, men eisini yvir um landamørk á internetinum. Vit tosa sjálvandi [...] mjólkarsølu her á landi. - Carl Jóhan Jensen var beinanevegin við upp á tað, men bara tí at tað var mjólk, og kanska tí eisini tí, at her var samanfall við Meiaríið. - Hann trúði upp á hugskotið frá byrjan [...] endamálið við lýsingunum ikki er beinleiðis økt søla, men at gera vart broytingina í sniðinum á mjólkarpakkunum. Uppvaksin á Meiarínum - Tað er týdningarmikið við reaktiónum, greiðir Jan Berg Jørgensen frá og sigur
sigur hann. Jeff Fountain vísir á, at eisini Mannarættindasáttmálin hjá ST á mangan hátt er bygdur á tað grundleggjandi fatan, at menniskja er nakað einastandandi. - Men hvussu skulu vit lýsa mannarættindi [...] sins á Evropa, sigur Jeff Fountain, sum fyri kortum vitjaði í Føroyum. Jeff Fountain vitjaði herfyri í Føroyum. Jeff Fountain er serkøknur í evropeiskari søgu, siðsøgu og mentan, og ferðast nógv um í Evropa [...] hevur alt meiri verið á tann sekulera bógvin. Fleiri eru tey, sum hava tosað um ein heim uttan átrúnað sum besta gongda leiðin framyvir. Í øllum førum eigur ávirkanin frá átrúnaði á samfelagið at avmarkast
fylgt málinum – við hvørt inni á miðlinjuni og nú úti á síðulinjuni - spyrja, hvussu nógv sjampanja skal drekkast og pinnamatur etast, áðrenn spakin verður settur í. Og hvussu ofta skal skúlin koma sum l [...] Hoydølum og á Tekniska skúla í Tórshavn høvdu verið loystir. Og hevði Javnaðarflokkurin ikki forkomið miðnámsskúlanum í Vági høvdu næmingar gingið har 5. árið á rað. Og skúlin hevði ligið á einum nógv betri [...] niðurstøðu viðvíkjandi tørvs- og funktiónslýsing,. Nú verður sagt, at onki ítøkiligt er komið á pappír, um hvussu skúlin skal síggja út. Nei, sjálvandi er onki liðugt, um Javnaðarflokkurin aftur og aftur havnar
næmingarnar í færri, men størri skúlaeindir. Á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum er nú hol sett á hetta evnið, sum uttan iva fer at føra til nógv tjak millum fólk, um hvat rættast er at gera. Meiningarnar eru [...] Dalur: Hvussu leingi aftrat sleppa okkara børn at ganga í okkara lítla bygdarskúla? Henda spurning munnu iva nógv foreldur seta sær í hesum døgum, bæði her í Dali, men eisini í øðrum bygdum kring landið [...] eru ymiskar, men tað er heldur ikki vist, at øll fólk á teimum smærru plássunum eru ímóti at niðurleggja smáu bygdaskúlarnar. Sum støðan er nú, er ikki óhugsandi at skúlin í Dali kann verða stongdur um
doyggja nógv fólk av teirra ávum. Tað, sum vit vóru komin at síggja, var, hvussu kvikar/vandamiklar tær eru. Komin miðskeiðis út á ánna, tók manningin á bátinum hvør sína tráu við einum kjøtpetti á línuni [...] Australia. Vit flugu inn til Darwin tann 29.12.97, og longu á flogvøllinum sóu vit, hvussu ógvuliga lætt tað var at ferðast í Australia. Vit komu á miðjari nátt, og høvdu ikki væntað at sleppa at sova fyrr [...] ímynda sær, at hesir málningar vóru 20.000 - 30.000 ára gamlir. Við báti á Adelaide ánni Eisini vóru vit á einum túri við einum báti á Adelaide ánni. Her liva sera nógvar saltvatnskrokudillur, ið eru ógvuliga
favorittar, men nú eru oddsini farin niður til 2,25. Á næstu plássunum eru Holland og Italia, meðan Portugal nú er á fjórða plássi. Friðarligt i Charleroi Fólk óttaðust kanska, at ensku áskoðararnir skuldu fara [...] Verða nógv betri Hollendski landsliðsleikarin, Marc Overmars, er sannførdur um, at hollendska liðið er ført fyri at spæla nógv betri fótbólt, enn higartil víst. - Vit hava vunnið tveir dystir, og eru longu [...] annars sannførdur um, at fær Holland spælið at koyra á rættan hátt, er einki at ivast í, at teir kunnu koma heilt langt í kappiningi. Broytt odds Lagið á ensku veddingarfyritøkunum er sum veðrið í Føroyum
dregur, tá fólk støkka inn á gólvið í handlinum. - Tað er ongin ivi um, at tað hevur rættiliga nógv at siga fyri kundarnar, at tær sleppa at síggja eina lidna troyggju og kanska royna, hvussu hon situr [...] útgávum eftirhondini. Eisini eru ymisk sløg av grønlandsmynstur og niðurdeilar, bundnir á heilt grovum stokkum, nógv at síggja fyri tíðina. Annars tykist tað í løtuni at vera serliga væl dámt at binda úr [...] litum. Eisini egnar tað seg sera væl at binda á maskinu nakað sum hevur vundið alt meir uppá seg seinnu árini. - Fyrr vóru tað bara einstakar kvinnur, sum bundu á maskinu. Nú er tað hinvegin vorðið heilt vanligt