Fakligi førleikin hjá Havstovuni størri enn áður

Nýggi stjórin á Havstovuni er doktari í havlívfrøði og hevur starvast á Havstovuni síðan 1987. - Eg fari at leggja stóran dent á at hava eitt tætt samband við tey fólk í samfelagnum, ið hava brúk fyri teirri vitan, sum Havstovan fær til vega. Eg fari at kunna um okkara arbeiði og úrslit, lurta og kjakast, sigur Eilif Gaard

Stjóraskifti

Tá móttøka var á Havstovuni seinasta fríggjadag, hevði Sosialurin stutt prát við nýggja stjóran, Eilif Gaard og við fráfarandi stjóran, Hjalta í Jákupsstovu, sum vit fara at venda aftur til í hesi grein.

Samstarv úteftir
Eilif Gaard er doktari í havlívfrøði og hevur starvast á Havstovuni síðan 1987.
- Eg fari at leggja stóran dent á at hava eitt tætt samband út til tey fólk í samfelagnum, ið hava brúk fyri teirri vitan, sum Havstovan fær til vega. Eg fari at hava eitt tætt samband við vinnuna og samfelagið annars. Eg fari at kunna um okkara úrslit, lurta og kjakast.
Hvørjar vónir hevur tú um, at politiska skipanin í størri mun enn í dag fer at fylgja fiskifrøðiligari ráðgeving, so vit kunnu sleppa undan boykottum í Bretlandi?
- Eg havi vónirnar um, at vit fara at koma okkum burturúr hesum trupulleika. Tað má og skal eg hava. Vit gera tað vit kunnu fyri at gera eitt gott og haldbart fakligt arbeiði og upplýsa so væl, sum vit kunnu. Eg havi vónir um, at tað verður betri á hasi síðuni, sigur Eilif Gaard.
Væntar tú so, at samstarvið millum ráðgeving og politiskar myndugleikar við tær sum stjóra verður so mikið gott, at vit sleppa undan boykottum?
- Ja, sum eg segði, havi eg vónir um tað, leggur hann aftrat.
Eilif Gaard vísir á, at tað er ”trendurin” allastaðni uttanum okkum, at brúkarar seta krav til, at burðardygg troyting fer fram av tilfeinginum.
- Hetta síggja vit allastaðni, og tað síggja vit eisini í Føroyum. Hetta má til, og eg havi virkuliga vónir um, at vit fara at kunna loysa hesi viðurskifti nógv betri frameftir, sigur nýggi stjórin.

Styrkt grundarlag
Eilif Gaard verður annars róptur faðirin at gróðurkanningunum, sum hava eini 20 ár á baki.
Vit spurdu tí, um Havstovan við hesum kanningum aftrat øðrum regluligum kanningum hevur eitt enn betri grundarlag at byggja sínar metingarnar um fiskastovnarnar á?
- Jú, Havstovan hevur eitt nógv betri grundarlag at byggja sínar metingar á, enn hon nakrantíð áður hevur havt. Fakligi førleikin er størri, enn hann hevur verið nakrantíð frammanundan. Gróðurkanningarnar eru eitt av reiðskapunum, sum vit brúka og fara at brúka meiri aktivt frameftir eisini, sigur nýggi stjórin.

Batar á veg
Hvussu metir Eilif Gaard, at støðan er við toska-og hýsustovninum, nú hann tekur við stjórastarvinum?
- Toska-og hýsustovnarnir eru rættiliga lágir í løtuni. Her hevur verið vánalig tilgongd fleiri ár á rað. Men seinastu tvey árini hava verið væl betri enn miðal. Vit høvdu tí væntað, at toska-og hýsustovnurin fóru at mennast, og øll tekin eru nú um, at so verður. Tað sær soleiðis út, at nakrir góðir árgangir eru á veg innan hesi fiskasløg, sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni

Hjalti avkláraður
Vit spurdu eisini Hjalta í Jákupsstovu, hvussu tað kennist at fara úr starvinum, sum hann hevur røkt í samfull 22 ár?
- Hetta er sjálvandi nakað, eg havi hugsað um leingi. Nú havi eg vant meg við tankan, og í dag eri eg púra avslappaður og avkláraður um tað.
Spurdur um størsta frambrot hjá Havstovuni í hansara tíð sum stjóri, sigur Hjalti, at tað var, tá stovnurin fekk Magnus Heinason og byrjaði regluligar kanningar við skipinum.
- Eitt annað stórt frambrot, sum hevur havt stóran týdning fyri metingina av grundarlagnum undir okkara fiskastovnum, er gróðurkanningarnar.
Hjalti í Jákupsstovu sigur, at tann vitan, sum teir fingu við regluligu kanningunum við Magnusi Heinasyni, hevur verið óvurderilig fyri Havstovuna, sum hann tekur til.
- Men henda vitan má alla tíðina haldast við líka. Tí síggi eg eisini fram til, at Havstovan helst áðrenn langt um líður fær eitt nýtt skip fyri Magnus Heinason.

Góður stjóri
Vit spurdu eisini Hjalta í Jákupsstovu, um hann hevur nøkur góð ráð til eftirmannin, Eilif Gaard.
- Nei, tað vildi verið púrasta burturvið av mær at givið honum góð ráð. Hann noyðist sjálvur at finna síni bein, og síðan virka út frá hesum. Men eg ivist onga løtu í, at Eilif Gaard verður ein góður stjóri, og honum nýtist ikki ráð frá mær til hesa uppgávu, sigur Hjalti í Jákupsstovu.