Ofta etur hundur tað, hann havnar

Landsstýrið ruddaði allar yvirskriftir í gjár, tá teir á tíðindafundi boðaðu frá, hvussu nýggja sjálvstýristilgongdin fór at verða tilrættaløgd. Lat meg byrja við at siga, at tað gleðiliga í øllum i hesum politiska hurlivasa, sum var í gjár, var, at sjálvstýrislandsstýrið nú hevur slept ætlanini um at skipa Føroyar sum eitt fullveldi her og nú.

 

Jóannes Eidesgaard

formaður Javnaðarfloksins


Landsstýrið, sum bert hevur verið samt um hetta einstaka málið, og sum hevur brúkt alla sína orku og alla orkuna í embætisverkinum umframt ein hóp av pengum til júst hesa einstøku ætlan, hevur nú kúvent. Og sjálvandi mugu vit sum andstøða, sum hevur ávara ímóti hesi gongd, frøast um, at menn eru vorðnir tað klókari. Men løgið kann tað vera í politikki.

Zakarias Wang kallaði dagin 26 okt., tá seinastu samráðingranar vóru, fyri ein søguligan dag. Tað er so hansara meting, men mær lysti at vitað, hvussu nógvir tjóðveldismenn fara at siga, at dagurin í gjár var søguligur. Politiskt var hann søguligur, tí tað var henda dagin, at vit fingu tveir nýggjar heimastýrisflokkar, sum nú í 52 ár ikki hava vilja vitað av hesi "ólukku" heimastýrislóg. Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin hava nú lyft heimastýrislógina uppaftur til "æru og verdigheit". Teir hava sett sær sum mál at fullfíggja hesa lóggávu, sum teir í hálva øld hava lastað undir sand og øsku.

Í hesum sambandi fari eg at ynskja Sjálvstýrisflokkinum tillukku við hesi loysnini. Sjálvstýrisflokkurin stendur sum tann stóri sigursharrin eftir hesa samgongukreppu, tí tað er nú stig fyri stig politikkurin frá 1906, sum hevur sigrað. Sokallaðu sjálvstýrisflokkarnir hava havt fyri vana at flent at hesum politikki, tí hann bar ongantíð á mál, men í gjár var tað júst tann politikkurin, sum teir allir hava tikið til sín.

Eg kann lítið ætlað, hvussu glaður gamli Alf Ross hevði verið, um hann hevði livað. Tað var jú hann, sum fyri 52 árum síðani smíðaði heimastýrislógina, sum nú er vorðin krumtappurin í føroyskum sjálvstýrispolitikki. Og henda "delegatiónin", t.v.s. møguleikin hjá donskum myndugleikum at leggja seg út í føroysk viðurskifti, hann verður so partur av okkara politiska gerandisdegi í minsta lagi komandi 20 árini.

Fyri nøkrum fáum døgum síðani hoyrdu vit mentamálaráðharran siga við buldur og brak, at tað kom ikki upp á tal, at fólkakirkjan skuldi yvirtakast eftir heimastýrislógini, nei hon skuldi gerast føroyskt við fullveldinum. Mær lysti at vitað, hvat sami maður sigur í dag?

Og hvussu ofta hevur ikki landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum, sum nú má fáa heitið landsstýrismaður í heimastýrislógini, ikki sagt, at hatta uppskotið um sjálvstýrislóg, sum Javnaðarflokkuirn hevur, er bert heimastýrislógin enn einaferð. Tað er sjálvstýrislógin sjálvandi ikki, men uppskot landsstýrisins er so sanniliga nú bert sjálv heimastýrislógin.

Men tað var fyri okkum í Javnaðarflokkinum ein sonn frøi at hoyra, at henda sjálvstýrissamgonga, sum um hon nú hevðu uppfunnið djúpa tallerkin fyri minst aðru ferð, boðaði frá teimum møguleikum, sum liggja í at tøma gomlu heimastýrislógina. Men hesin møguleiki hevur verið til síðan 1948, og tað er so avgjørt einki nýtt í tí. P. M. Dam seði fyri 52 árum síðani, at heimastýrislógon gekk heilt at loysingini, og nú fáa vit sama boðaskap frá landsstýrinum. Ja, mangt er løgið í politikki, tað er so tað. Men vit mugu so eisini staðfesta, at ofta etur hundur tað, hann havnar.