Hava øll tikið kristin virði til okkum

Sokallaðu humanistisku virðini eru ikki annað enn ávøksturin av ávirkan kristindómsins á Evropa, sigur Jeff Fountain.

Sokallaðu humanistisku virðini eru ikki annað enn ávøksturin av ávirkan kristindómsins á Evropa, sigur Jeff Fountain, sum fyri kortum vitjaði í Føroyum.

 

Jeff Fountain vitjaði herfyri í Føroyum. Jeff Fountain er serkøknur í evropeiskari søgu, siðsøgu og mentan, og ferðast nógv um í Evropa og aðrastaðni í heiminum og greiðir frá um kristnu røtur Evropa.

 

Evropa stendur yvir fyri nógvum avbjóðingum. Búskaparkreppur, hóttanir um kríggj, fólkaflyting og annað mynda politisku støðuna í heimspartinum í dag. Avbjóðingarnar eru stórar, og boðini um loysnir eru mong.

 

Søguliga sæð er Evropa kristni heimsparturin fram um aðrar, men gongdin seinastu ártíggjuni hevur alt meiri verið á tann sekulera bógvin. Fleiri eru tey, sum hava tosað um ein heim uttan átrúnað sum besta gongda leiðin framyvir. Í øllum førum eigur ávirkanin frá átrúnaði á samfelagið at avmarkast. Einans um lond lata sekuleringina vinna frama, kunnu talufrælsi, trúarfrælsi og javnbjóðis rættindi vinnast fyri øll. Jeff Fountin er als ikki vísur í, at so er.

 

Jeff Fountain vísti á, at tað, sum skilir Evropa frá Asia, er koma Kristusar og útbreiðsla kristindómsins yvir heimspartin. Trúboðanin hjá Paulusi til grikkar og rómverjar, hjá Boniface til germansku fólkasløgini, hjá Augustin til bretsku oyggjarnar og hjá Ansgari til norðurlond, skapti eina felags siðsøgu tvørtur um allan heimspartin. Alla staðni vóru samfeløgini umskapt frá fleirgudalæru til eingudalæru og Bíblian og kirkjan gjørdust fremstu vegleiðarar í øllum samfelagsviðurskiftum.

 

- Kristindómurin gjørdist sjálvsetta svarið, ein varð kristin by default. Karmurin um alt samfelagið varð kristindómurin. Alt, sum varð latið okkum frá eldri mentanum, sum úr gamla Egyptalandi, úr gamla Grikkalandi, úr rómverska ríkinum, er alt latið okkum gjøgnum prismu kristindómsins, sigur Jeff Fountain.

 

- Tí er tað kristindómurin, ið sermerkir Evropa í mun til restina av heiminum. Frá kristindóminum hava vit fingið serevropeisk hugtøk, sum innara og javnbjóðis virði menniskja, at elska okkara næsta og tað beinu tíðarrøðina.

 

Sekulariseringin vinnur frama

Seinastu tíðina hevur tó sekulariseringin tikið dik á seg. Grundhugsanin í sekulariseringini er hon, at sum eitt samfelag mennist, moderniserast og rationaliserast, missir átrúnaðurin megi og myndugleika sín í øllum samfelags viðurskiftum, og átrúnaðurin missir sína megi yvir fólkinum.

 

Spírin til sekularinseringina liggur afturi í endurburðartíðini og trúbótini. Individualiseringin og rationaliseringin broyttu grundleggjandi trúgv og atburð og tilbiðjanin gjørdist meiri persónlig og minni felags. Ivamál vóru sett við gamla myndugleikin, og megi tess yvir einstaklingingum vanaði. Samstundis byrjaðu vísindamenn at seta spurningar við gomlu lærurnar.

Eftir endurburðartíðina kom upplýsingartíðin, har skiftið frá gomlu tíðini gjørdist enn greiðari. Denturin var fluttur frá Gudi til menniskja, frá himli til jarðar og frá opinberingum til skynsemi. Menn sum Baruch de Spinoza, Rene Descartes og Voltaire tosaðu um ein heim uttan Gud, og seinni viðvirkaðu Karl Marx, Friedrich Nietzsche, Charles Darwin og Sigmund Freud til, at ávirkanin hjá kirkjuni og átrúnaði á samfelagið gjørdist alsamt veikari.

 

Átrúnaðurin ger comeback

Í 1968 skrivaði samfelagsfrøðingurin Peter Berger, at innan stutta tíð, fór átrúnaðurin einans at vera at finna í smáum sektum, har fólk krúpa saman fyri at megna at standa í móti ávirkanini frá eini heimsumfatandi sekulerari mentan. Hann var als ikki einsamallur um hesa fatan. Sum heimurin fór at gerast meiri modernaður, fór hann at gerast alsamt meiri sekulerur, átrúnaðurin fór at fána fullkomiliga.

 

Men hvat? Trýati ár seinni vóru eingi tekin til, at átrúnaðurin víkti aftur eftir hæli. Um allan heimin og innan allar trúarrørslur, tyktist átrúnaðurin at hava framgongd, og Peter Berger mátti ásanna, at hann hevði tiki feil.

- Heimurin í dag er eins átrúnaðarliga á gosi sum ongantíð fyrr, og í summu støðum meiri enn nakrantíð áður, skrivaði Peter Berger í 1999.

 

Og hetta er støðan í Evropa enn í dag. Samfelagsfrøðingar stríðast í dag við at greiða frá hesi tvístøðu – at heimsparturin gerst alt meiri sekulerur, at skilnaðurin millum tað átrúnaðarliga og tað tímiliga gerst størri og størri, samstundis sum átrúnaðurin vinnur frama meiri og meiri.

 

- Hóast vit í dag á mangan hátt liva í einum sekulerum heimi, so vísa mong av hesum sokallaðu sekuleru hugtøkunum, at eingin ivi er um, at tað er kristindóminum, vit eru sekuleraði frá, og ikki Islam ella hinduismuni. Sannleikin er, sigur Jeff Fountain, at vit vita ikki, hvussu ávirkaði av kristnari hugsan vit øll veruliga eru. Hjá nógvum er tað so, at tað er ikki fyrr enn tey koma í samband við aðrar mentanir, at teimum gerst greitt, júst hvussu ávirkað av kristnari hugsan vit eru, hóast tey kanska ikki meta seg sum kristin sjálvi.

 

Kristindómurin er ramman

Jeff Fountain vil vera við, at nógv hugtøk, sum í dag verða kallaði humanistisk og algild, einans tykjast so, tí vit eru voksin upp í eini kristnari rammu. Tað er ávøksturin av kristnu trúnni, sum sekulerir humanistar nú royna at taka til sín og gera sítt egna, vil hann vera við.

- Sig við ein, ið er voksin upp við hinduismuni, at øll menniskju eru skapt líka, og tey hyggja løgið at tær. Hvussu skulu øll verða skapt líka og hava sama virði, tá nøkur eru skapt úr høvdi guds, meðan onnur eru skapt av fótum hansara ella fingrum hansara, spyr Jeff Fountain.

 

Jeff Fountain metir, at trupulleikin við at skapa ein heim uttan Gud, er at skula finna felags sekuler virði.  Sekulera humanisman manglar transsendental virði, heldur hann.

- Um menniskjan ikki var skapt, so má tign menniskjans liggja í hennara viti og skili. Men eftir ræðuleikarnar í 20. øld hava vit onga orsøk at seta okkara álit á okkara egna vit og skil, heldur Jeff Fountain.

 

- Jürgen Habermas, sum als ikki verður mettur at vera trúgvandi, hevur eisini sagt, at tey sekuleru mugu lata kristnu røddirnar fáa pláss í almenna rúminum. Hann segði eisini, at hugsanin um felags alheims javnrættindi, sum hevur givið okkum hugtøk sum frælsi og sosialt samanhald, sum moralsku ábyrgd einstaklingans, sum mannarættindi og demokrati, er beinleiðis arvingurin eftir judeisku siðalæruna um rættvísi og kristnu siðalæruna um kærleika, sigur hann.

 

Jeff Fountain vísir á, at eisini Mannarættindasáttmálin hjá ST á mangan hátt er bygdur á tað grundleggjandi fatan, at menniskja er nakað einastandandi.

- Men hvussu skulu vit lýsa mannarættindi uttan  at geva menniskjanum eina serliga tign? Og hvussu skulu vit geva menniskjanum eina serliga tign uttan Gud? Tá Gud verður tikin úr myndini, hava vit einki grundarlag longur fyri at tala um tign menniskjans ella at siga, at hon er einastandandi, sigur Jeff Fountain.