Føroyskar kvinnur binda, sum ongantíð fyrr, og í Klaksvík støkka nógvar av teimum inn á gólvið í tógvhandlinum hjá Vimu at leita eftir tógvi og íblástri. Vima Leivsgarð, sum eigur handilin, hevur eisini sjálv altíð havt sera stóran áhuga fyri at binda. So tá møguleikin beyðst at keypa ein tógvhandil í Klaksvík, tók hon av alt fyri eitt av.
- Avgerðin um at keypa handilin bleiv tikin mest sum frá eini løtu til aðra, og eg havi ikki angrað tað eina einastu løtu síðani, sigur Vima, sum hevur havt handilin seinastu fimm árini.
Mótin ávirkar
Sum so nógv annað, tykist hugurin at binda at koma og fara. Men hesin heilt stóri áhugin fyri at binda, sum vit síggja í løtuni, tykist hava staðið við í eini tvey ár nú, heldur Vima.
- Tað eru sjálvandi kvinnur, sum altíð hava bundið. Men hesi seinnu árini hava kvinnur í øllum aldri funnið sær stokkarnar fram. Eisini tær heilt ungu og tær, sum annars ikki hava fingist nakað serligt við hondarbeiði, sigur Vima.
Tað er ikki altíð líka lætt at meta um, hvat tað er, sum vekir áhugan fyri at binda av nýggjum. Vima heldur tað tó vera rættiliga týðiligt, at pløggini, sum verða bundin í løtuni eru rættiliga nógv ávirkaði av tí, sum hendir í snið- og mótaheiminum. Eitt nú er neyvan nakar ivi um, at hugskotið til væl umtóktu troyggjuna við stjørnum og raglanermum, er komið frá sniðgevunum Guðrum & Guðrum. Síðani hava kvinnurnar sjálvar ment hugskotið víðari, og sæst hendan troyggjan tí í alskyns útgávum eftirhondini. Eisini eru ymisk sløg av grønlandsmynstur og niðurdeilar, bundnir á heilt grovum stokkum, nógv at síggja fyri tíðina.
Annars tykist tað í løtuni at vera serliga væl dámt at binda úr grovum tógvi, sum gevur plagginum eina heldur ráa útsjónd. Óblandaða føroyska tógvið frá Sirri er til dømis nógv brúkt til stjørnutroyggjurnar, men eisini til fínari pløgg.
Sýnisgluggin dregur
Tá rákið í mótaheiminum soleiðis ávirkar bindingina, er sum vera man neyðugt hjá Vimu at fylgja serliga væl við í tí, sum rørir seg.
- Jú, vit halda eygu og oyru opin, so vit kunnu vera fyrireikaðar uppá eftir eftirspurningin. Men eisini fyri sjálvar at fáa hugskot til pløgg, sum vit so binda og sýna fram í sýnisglugganum, sigur Vima, sum hevur varnast, at tað ofta er sýnisgluggin, sum dregur, tá fólk støkka inn á gólvið í handlinum.
- Tað er ongin ivi um, at tað hevur rættiliga nógv at siga fyri kundarnar, at tær sleppa at síggja eina lidna troyggju og kanska royna, hvussu hon situr, áðrenn tær gera av at binda hana, sigur Eyðbritt Sørensen, sum starvast í handlinum. Hon leggur afturat, at tað sjálvandi eisini ber til at keypa lidnu pløggini, sum eru at síggja í handlinum ella bíleggja tey í øðrum litum og støddum.
Mynstrið broytist
Hesa løtuna, vit eru inni á gólvinum hjá Vimu, stendur Eyðbritt og vindur smá noðu av einum stórum spola. Hesin møguleikin at keypa tógv eftir vekt verður brúktur meir og meir, og hevur hann sjálvandi nógvar fyrimunir. Hetta ger tað tað millum annað munandi bíligari at binda eina troyggju í nógvum litum, tí tú ikki nýtist at keypa eitt heilt noða ella hespu av hvørjum liti. Og so situr tú sjálvandi heldur ikki eftir við eini rúgvu av restum.
Júst hetta slagið tógv, sum kann keypast eftir vekt, fæst í óvanliga nógvum litum. Eisini egnar tað seg sera væl at binda á maskinu nakað sum hevur vundið alt meir uppá seg seinnu árini.
- Fyrr vóru tað bara einstakar kvinnur, sum bundu á maskinu. Nú er tað hinvegin vorðið heilt vanligt at keypa sær eina bíliga maskinu og fara á skeið at læra seg at brúka hana. So hetta at binda á maskinu er heilt vanligt nú, bæði millum yngri og eldri kvinnur, sigur Vima, sum eisini hevur varnast onkra aðra broyting innan binding seinnu árini.
- Fyrr bundu kvinnur ofta fyri at spara pengar. Men í dag binda tær flestu fyri at kunnu geva plagginum ein persónligan dám og tí, tað jú altíð er nakað serstakt við einum hondgjørdum plaggi, sigur Vima.