Dalur: Hvussu leingi aftrat sleppa okkara børn at ganga í okkara lítla bygdarskúla?
Henda spurning munnu iva nógv foreldur seta sær í hesum døgum, bæði her í Dali, men eisini í øðrum bygdum kring landið, har tann lítli bygdaskúlin nú sær út til at ganga eini truplari tíð ímóti.
Tað hevur verið uppá tal í eina tíð, og nú er líkt til at ætlanin verður sett í verk, - ætlanin at minka um talið av bygdaskúlum og niðurleggja fleiri teirra. Hinvegin er ætlanin at savna næmingarnar í færri, men størri skúlaeindir.
Á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum er nú hol sett á hetta evnið, sum uttan iva fer at føra til nógv tjak millum fólk, um hvat rættast er at gera. Meiningarnar eru ymiskar, men tað er heldur ikki vist, at øll fólk á teimum smærru plássunum eru ímóti at niðurleggja smáu bygdaskúlarnar.
Sum støðan er nú, er ikki óhugsandi at skúlin í Dali kann verða stongdur um ikki so langa tíð. Ætlanin hjá landsstýriskvinnuni, Helenu Dam á Neystabø er, at henda ætlanin verður sett í verk, tá skúlaárið 2011 byrjar.
Tað finnast fleiri smærri skúlar kring landið við undir 10 næmingum. Millum hesar skúlar teljast tann í Dali og Húsavík við tveimum næmingum, skúlin í Kirkju og Hattarvík við trimum og skúlin í Mykinesi við tveimum.
Nevnast kann, at beint undan jólum lat skúlin í Gjógv aftur. Spurningurin í dag tykist bert vera, hvør er tann næsti.
Bøtt samband
Eitt av endamálunum við hesum uppskotinum frá Mentamálaráðnum er snøgt sagt at tryggja børnunum ein betri skúla og ein smidligari skúlabygnað við færri skúlaeindum.
Í uppskotinum verður stutt sagt sligið fast, at tíðin er farin frá verandi skúlabygnaði. Orsøkin til hetta er hin einfalda, at stórar íløgur eru gjørdar í útbyggingini av samferðsluni á landi og tvørtur um oyggjar. Tí eru ferðamøguleikarnir í dag so nógvar ferðir betri enn áður.
- - Fyrr var neyðugt at hava ein skúla í hvørjari bygd. Men so er ikki longur, nú tað er vorðið so nógv høgligari at koma millum flestu bygdir, staðfestir Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna.
Tað er kortini ikki bert samferðslan sum talar til fyrimuns fyri hesum. Niðurstøðan frá PISA-kanningunum vísti týðiliga, at við so nógvum smáum skúlum, er trupult at hava ein fakligan læraraførleika í øllum lærugreinum.
Skúlin skal menna bæði fakligar førleikar, sosialar førleikar og ikki minst musiskt/kreativar førleikar, men skal samstundis rúma øllum børnum.
- - Fyritreytin fyri at hetta kann eydnast, er at vit fáa eina smidligari skipan, soleiðis at vit ikki hava so nógvar smáar, men heldur fáa færri og størri skúlaeindir.
- - Tær smáu skúlaeindirnar eru eisini kostnaðarmiklar at reka. So bæði av fakligum, pedagogiskum og ikki minst fíggjarligum ávum er neyðugt at minka um talið á skúlum, slær landsstýriskvinnan fast.
Ein forðing
Hjá skúlanum er avbjóðingin, at næmingarnir fáa møguleika at nýta tey evni teir hava, og at undirvísingin verður lagað soleiðis, at næmingarnir ogna sær fakligan førleika á ymsan hátt eftir førleika og áhuga.
- Her kunnu smáu skúlarnir vera ein forðing. Ein fjøltáttað undirvísing setur stór krøv til læraraførleika, serliga at lærarar hava ymiskan fakligan førleika og til útgerð og læriumstøður, slær hon fast.
Við nógvum smáum skúlaeindum er ikki nóg góður møguleiki fyri at menna okkara skúlaskipan, og tað er ein meinbogi, tá ið vit vita, hvussu umráðandi holl útbúgving er fyri at menna samfelagið.
Ein leið at tryggja, at fólkaskúlin hevur bestu menningarumstøður, er at skipa Føroyar í færri og størri skúlaeindir. Ein eigur tí sum skjótast at gera neyðugar lógarbroytingar og aðrar fyrisitingarligar tillagingar. Landsbúskaparliga verður peningur spardur, samstundis sum næmingarnir fáa eitt betri undirvísingartilboð.
- Í eini størri skúlaeind eiga næmingarnir at kunna fáa eitt fjøltáttaðari undirvísingartilboð, av tí at lærararnir í einum stórum skúla nýtast bert at undirvísa í sínum linjulærugreinum, sigur Helena Dam á Neystabø millum annað í viðmerkingum sínum.
Frá 1 til 491 næmingar
Í skúlaárinum 2009/10 eru 57 fólkaskúlar kring landið. Næmingatalið er frá einum næmingi í tí minsta, til 491 næmingar í tí størsta skúlanum.
Sambært uppritinum frá Helenu Dam á Neystabø er skilabesta rationaliseringin at leggja skúlar saman, soleiðis at ein kann minka talið av smáum flokkum, við at leggja teir saman við øðrum smáum flokkum, uttan at økja samlaða flokkatalið.
Er talan um tveir skúlar, har næmingarnir úr báðum skúlum ikki rúmast í øðrum skúlabygninginum, ber til at nýta báðar bygningarnar á tann hátt, at t.d. teir yngru næmingarnir ganga í øðrum skúlabygninginum, og teir eldru næmingarnir í hinum skúlabygninginum.
Uppskotið til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan er sent Føroya Lærarafelag, Skúlaleiðarafelagnum og kommunufeløgunum til hoyringar. Tað fevnir m.a. um hesi viðurskifti:
• Reglurnar um fólkaatkvøðu í sambandi við, at kommunalur skúli verður lagdur niður, verða tiknar av.
• Landsstýrismanninum verður heimilað í seinasta lagi 1. januar 2011 at skipa skúlasambond við virknaði frá 1. august 2011, um so er, at kommunurnar í økinum ikki semjast um eina avtalu um skúlasamband.
• Landsstýrismaðurin skipar læraratalið í hvørjum skúlasambandi ella skúla í mun til næm¬inga¬talið.
62 skúlar stongdu í fjør
Noreg: - Ein harmilig gongd, staðfestir Torodd Fagerheim í “Landslaget for nærmiljøskoler” við norska blaðið Nationen.
Hann og onnur norsk skúlafólk kundu í fjør bert skráseta, at 62 skúlar noyddust at streingja, flestu teirra smáir kommunalir barnaskúlar.
Sambært Torodd Fagerheim økist talið bara ár undan ári. Síðani 1986 eru 1000 skúlar færri í Noregi.
Tað eru serliga teir kommunalu barnaskúlarnir við færri enn 100 næmingum sum verða raktir, men talið av ungdómsskúlum er eisini fækkað í fjør.
Hóast fleiri smærri skúlar eru niðurlagdir, hava framvegis 32 prosent av øllum grundskúlunum í landinum færri enn 100 næmingar. 27 prosent hava omanfyri 300 næmingar.
Orsøkin til stóru afturgongdina er hin einfalda, at tað verða niðurlagdir fleiri skúlar, enn tað verða bygdir nýggir. Umsitingingarligar broytingar og samanleggingar merkja eisini færri barnaskúlar.
Í oktober mánaði í fjør vóru 614.000 næmingar í norsku gundskúlunum. Í Nordland minkaði talið við 420, meðan tað økti við 1100 næmingum í Oslo.