heild betri. Vit gera væl meira burturúr, og alt húsið fer at bera brá av føroysku vikuni. Básarnir eru nýggir, og fyritøkurnar hava gjørt sær ómak fyri at fáa tað at síggja vakurt út, sigur Rógvi Róin. Við [...] ári. Nú er so ætlanin, at tiltakið skal vera á skránni hvørt ár. ? Vit halda, at tað eru nógvar góðar føroyskar vørur á marknaðinum, og tí vilja vit geva teimum ein møguleika at koma sær fram, sigur Rógvi [...] marknaðarleiðari í SMS. Talan er um vanligar gerandisvørur, sum vera sýndar fram á torginum, og hetta fer serliga at merkjast í Miklagarði, sum fer at hava tilboð uppá tær vørurnar. ? Slíkt tiltak hevur verið
at tað fór at vera lætt at reisa eina slíka risaupphædd. ? Lætt hevur tað heldur ikki verið og enn manglar okkum at útvega eini 25% av eginpeninginum, sigur Sigurð Simonsen. Meginparturin av tí, sum er [...] 300 milliónir at byggja. Næstan 100 mans skuldi vera við skipinum. Tað er bygt í 1974, men er síðani gjørt ístand, alt sum tað er, so at tað nú bara er skrokkurin eftir av upprunaliga skipinum. ? Talan er [...] loyvi og fiskiloyvi til skipið og loyvi til at virka svartkjaft umborð. Mangla eginpening Sigurð Simonsen sigur, at hóast hann hevur arbeitt við ætlanini tað mesta av einum ári, noyðist hann at ásanna
so tað fæst breið fólkslig semja um hann. Tað er ábyrgdarleyst í verandi støðu at gera henda grunn til eitt lyklamál. At fíggjarmálaráðharrin hevur sannað hetta er gott, og tí eiga vit at lata tað upp [...] stuttari tíð at yvirtaka øll málsøki og kvetta við Danmark. Tað var hesin grunnur, ið skuldi vera bolverkið um fullveldið og sum skuldi fylla tess karmar út. Embætisfólk og samgongufólk hava brúkt tíð og orku [...] bókaritgerð. Endin var so eisini, at umboðini fyri bæði Ffl. og Sfl. vildu als ikki vita av tí fullveldisgongd, sum Tfl. hevði sett sær fyri at røkka ? kosta hvat tað kosta vildi. Vit hava verið vitni
spurt Mariu, hvussu tað er at vera ungur og kristin. - Tá eg nú eri uppvaskin í trúgvandi heimi, kenni eg ikki til at liva uttan Jesus. Tó er ikki altíð so lætt bæði at vera ungur og samstundis kristin [...] Heldur tú at fólk hugsað »tey sum eru frelst og kristin hava einki lív«? - Ja, avgjørt, tað rokni eg við, at onkur hugsar. Men eg vil bara siga, at tað er stuttligt at ganga á møti. Tú møtir tryggum og fittum [...] serliga gott við at vera kristin? - Tú ert í tryggum hondum, tú endar á einum góðum staði, tú hevur onkran at hjálpa tær og ein at vísa tær lívsins leið, sum tryggast tilber. So eg vil ráða øllum til at hyggja
ir og norðoyingarnir í stórum tali undir fjørðin og til Fuglafirðar at vera eygnavitni, tá ið ÍF tekur ímóti KÍ. Felags fyri bæði liðini er, at tað hevur gingið væl hjá teimum higartil. Tó var tað vónbrot [...] fótbóltslíkindini at vera góð. Vit rokna við sera tættari uppgerð, sum kann koppa báðar vegir. Fyri okkum er tað ikki minst spennandi, hvussu óroyndi vongverjin í høgru, Leivur Joensen, fer at standa seg ímóti [...] væl upplagda Hjalgrími Elttør. Leivur hevur staðið seg sera væl higartil í ár, og tað rokna vit við, at hann eisini fer at gera í dag, sigur ÍF venjarin Albert Ellefsen. Jákup Mikkelsen var ikki við í
ikki heilt burturvið at fara undir hesa verkætlan. Tað at vit hava átta skip og royna at skifta tvey út fyrst, tað ger tað at vit ikki satsa 100 prosent. Vit gera ongan sáttmála um seks skip upp á ein gang [...] mær, at fiskur er við at gerast ein so áhugaverd søluvøra, eisini, um vit hyggja burtur frá munn og kleyvsjúku og øðrum sum plágar kjøtídnaðin, at tað skal vera merkiligt, um prísurin á fiski í framtíðini [...] rentan lækkaði og oljan var bílig, hóast hon er nú dýr aftur. Vit hava tó hugsað, at eitt gott ár til at rinda eitt skip yvir 15 ár, tað er ov lítið. Tí hava vit bíðað hesa góðu tíðina. Tað, sum hevur givið
uppá stás, og eg kendi røttu sannføringina, áhugan og innlitið, at alt var sum tað skuldi. Hvør sangari gjørdi sín part og spardi seg ikki. Eg má siga sum er, at eg hevði ikki væntað at sæð og uppliva nakað [...] letur seg væl gera. Gott tit! Samanumtikið ?May His peace be with You? var síðsta lagið á konsertini, og var hetta eitt sera gott lag at enda við, men tað vísti seg at vera trupult at enda, tí lurtarafjøldin [...] skulu tit eiga fyri tað. Felagskórið Hesa ferð varð kórið samansett av 170 sangarum, bæði ungum og gomlum. At hesi hava havt nógv at gera hesar seinastu dagarnar, er lítið at ivast í, tí tað prógvaði framførslan
stirnar og steypafinaluna, men teir halda ikki, at tað kortini kann tosast um kreppu. Men teir ásanna, at avrikið ímóti ÍF var ikki gott. Í Vági hildu teir seg spæla væl og at vera óhepnar at tapa. Ímóti [...] eru tøkir aftur, og tað vil siga, at nú eru allir NSÍ spælararnir tøkir. Hjá B68 hevur tað staðið illa til við fólki. Enn restar nakað í, at venjarin skal hava møguleikan at manna liðið júst soleiðis, [...] Trygvi Mortensen fer at blanda útlendsku kortini. Tað er ikki loyvt at hava fleiri enn fýra útlendingar á vølllinum í senn. Í fyrradagin visti heimasíðani hjá Norðlýsinum at siga, at spælikloyvið hjá Meinhardt
(myndin), sigur tað vera gott, at støðugt fleiri arbeiðsleysir danir leita sær arbeiði í Noregi, og sambært ráðharranum er breið politisk semja um, at arbeiðsávísingin eigur at gera meiri fyri at finna arbe [...] Margrethe Vestager við Politiken, sum veit at siga, at fleiri danskar kommunur royna at útvega sínum arbeiðsleysu arbeiði í Noregi. 4.230 danir búgva í Danmark og arbeiða í Noregi. Talið er vaksið 42 prosent
mikið gott... ...ella er tað? Jú, sjálvandi! Sjálvandi er tað gott, at fólk eru engasjerað og gera vart við hugsan sína. Sjálvandi er tað gott at koma út við tí, sum leikar á. Sjálvandi! Alt annað vildi [...] næstum, og vit skulu atkvøða um stórmál. Fólk hava ótrúliga ymiskar meiningar um, hvat rættast man vera at gera við krossin, og bløðini eru vituliga á tremur av greinum, sum tala fyri og ímóti. Og tað er mikið [...] pappírinum, og tað er lítið gevandi. Tí lítið intelligent er tað at hoyra, at Ekkonis Eidesgaard er ein danskur harmaklútur, ella at Høgni Hoyggj er nasistur. Hetta hoyrir einki annað enn lugarpráti og fullamannatosi