Sáttmálatræta
? Nú stendur nógv uppá spæl og tað er avgerandi neyðugt, at Fiskiveiðieftirlitið nú fæst at virka aftur, sum tað eigur
Hesi boðini hevur Fíggjarmálastýrið fingið frá Fiskimálastýrinum nú uppskot er lagt fyri tingið um at seta eina nevnd at áseta lønina hjá teimum, sum skulu manna nýggja vaktarskipið, Brimil, eins og tað stendur at lesa aðrastaðni í blaðnum.
Í einum brævi, sum Fiskimálastýrið hevur sent Fíggjarmálastýrinum verður støðan gjørd upp
Orsøkin til, at málið er endað í Løgtinginum, er, at Karsten Hansen heldur ikki, at tað ber til at fáa semju við vanligum samráðingum.
Og Fiskimálastýrið sigur, at nú Brimil hevur ligið í meiri enn tríggjar mánaðir, hevur hetta darvað virkseminum hjá Fiskiveiðieftirlitinum rættiliga nógv.
Samstundis hevur tað elvt til eykaútreiðslur við tað, at tað hevur verið neyðugt a leiga tyrlu til eftirlitið.
Fiskiveiðieftirlitið vísir á, at á hávetri eru ikki so nógvir bátar og so nógv skip undir Føroyum, sum um várið
Nú hevur Skipara- og Navigatørfelag eisini sett blokadu í verk móti virkseminum hjá Tjaldrinum, so at virksemið hjá tí hevur eisini verið skert.
? Tí er tað heilt avgerandi, at tænastan fæst at virka nú. Øll eftirlitstænastan og sjóbjargingin stendur upp á spæl, nú vártíðin nærkast, og virksemið er vaksandi, samstundis sum nógv útlendsk skip nú eru byrjað at fiska aftur undir Føroyum, eftir teimum fiskivinnusáttmálum, sum eru gjørdir fyri 2001, sigur Fiskimálastýrið.
? Haraftrat kemur tilbúgvingin á sjónum, sum er ógvuliga skerd, nú Brimil liggur. Skuldi ein oljuvanlukka hent, hevði hetta havt álvarsamar avleiðingar fyri alt landið, nú tilbúgvingin er á so lágum støði sum nú. Tí er altavgerandi, at Fiskiveiðieftirlitið fæst at virka so væl sum gjørligt aftur nú.
?Tí verður ikki mett ráðiligt, at henda støða heldur fram, sigur Fiskimálastýrið.