Vit skulu til fólkaatkvøðu í næstum, og vit skulu atkvøða um stórmál. Fólk hava ótrúliga ymiskar meiningar um, hvat rættast man vera at gera við krossin, og bløðini eru vituliga á tremur av greinum, sum tala fyri og ímóti. Og tað er mikið gott... ...ella er tað?
Jú, sjálvandi! Sjálvandi er tað gott, at fólk eru engasjerað og gera vart við hugsan sína. Sjálvandi er tað gott at koma út við tí, sum leikar á. Sjálvandi! Alt annað vildi verið bæði merkiligt og løgið.
Men skoðar so mítt eyga einki minni gott við øllum hesum greinunum? Áh jú, so avgjørt og apsalutt. Tí mín hjartans meining er hon, at nógv av tí, ið sæst á prenti nú um dagarnar, eru rein lortabrøv. Tí heldur enn veruliga at viga fyri og ímóti fullveldi ella ríkisfelagsskapi, (tí sjálvandi eru fyrimunir og vansar við báðum), so fanglast virðiligir og háttvirdir menn við at skriva greinar (les: lortabrøv) um persónar og teirra viðhaldsfólk. Eg hugsi ikki, at eg fari nógv skeivur, um eg sigi, at onnurhvør greinin er merkt av møsni, illgitingum, ákærum, forskrekkilsi, stakkalatosi og perversari persónsjagstran.
Nú eri eg kanska nakað bonskur og orðharður, heldur onkur, men tað verður so harvið. Og tað verður eisini harvið, um eg sigi, at vóru tey negativu orðini pilkað burturúr, ja, so sløddust bara nøkur punktum og komma eftir á pappírinum, og tað er lítið gevandi.
Tí lítið intelligent er tað at hoyra, at Ekkonis Eidesgaard er ein danskur harmaklútur, ella at Høgni Hoyggj er nasistur. Hetta hoyrir einki annað enn lugarpráti og fullamannatosi til. Men hetta er so tað, sum hátíðarligir og virðiligir menn breiða út um geilar. Hetta er tað, sum teir eftir øllum at døma sita heima í stovuni og hugsa sera djúpan um. Og so langt eru teir eftir øllum at døma komnir í sínum vitbornu og klárskygdu tonkum. Sig so tað.
Men minnist mítt minni rætt, so vóru bæði Jóannes Eidesgaard og Høgni Hoydal frammi í útvarpinum um nýggjársleitið og søgdu, at tað hevði verið betri fyri alt og øll, um vit fingu eitt siðiligari kjak, har tosað varð um sjálvt málið heldur enn persónar. Og eina stutta tíð gekk tann rætta vegin. Bløðini, (Dimma og Sosialurin) royndu faktiskt at taka tað til sín, men tað var alt um eina leið, so var liðugt við tí. Aftur á svínaslóðina, og hatursferðin móti báðum pørtum hevur hildið fram síðan tað.
Tað er bara tað óluksáliga við hesum, at tað kemur ein dagur eftir fólkaatkvøðuna. Tá hevði verið hugaligt at kunna tikið saman hendur og sagt, at báðir partar stríddust ein harðan dyst - men eisini ein sakligan og virðiligan dyst. Um so svarið verður ja ella nei, so hevði verið gleðiligt at kunna tikið lógvatak saman og sagt, at vit hava bara einar Føroyar, og her fara vit at liva saman, sum teir brøður og tær systrar, vit einaferð eru. Eisini eftir fólkaatkvøðuna.
Men til tað krevst, at lortabrøvini halda uppat, og at vit megna at lyfta tosinum um framtíð okkara eitt kvink uppeftir. Tí hetta, sum nú sæst, er stór skomm fyri okkum øll. Er hetta tað, sum býr í føroyingum, so hjálpi oss tann góði Gud, ríkisfelagsskapur ella ei!