Oddagrein· Torpederað sítt egna flaggskip

Í útvarpinum týsdagin slepti fíggjarmálaráðharrin seinastu bumbuna hjá fullveldissamgonguni. Ella rættari hann avmonteraði hana. Einki uppskot um búskapargrunn kemur í hesi setuni. Búskapargrunnurin var annars fullveldisflaggskipið.



Sjálvt hjartað í hesi ætlan - eftir stuttari tíð at yvirtaka øll málsøki og kvetta við Danmark. Tað var hesin grunnur, ið skuldi vera bolverkið um fullveldið og sum skuldi fylla tess karmar út. Embætisfólk og samgongufólk hava brúkt tíð og orku uppá at skræddaraseyma ein búskapargrunn at hýsa fullveldinum í. Í henda grunn skuldi yvirskot í landskassanum fara, blokkurin úr Danmark, sølan av almennum ognum, og síðani inntøkur frá oljuvinnuni.

Hóast Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin saman við Sjálvstýrisflokkinum frá byrjan vóru samdir um at reka ein politikk móti fullum suvereniteti, hava vit sæð, hvussu stór ósemjan kortini hevur verið. Hetta er tilfar til eina surrealistiska bókaritgerð. Endin var so eisini, at umboðini fyri bæði Ffl. og Sfl. vildu als ikki vita av tí fullveldisgongd, sum Tfl. hevði sett sær fyri at røkka ? kosta hvat tað kosta vildi. Vit hava verið vitni til, hvussu ein fólkaatkvøða bleiv av ongum. Hvussu ein niðurgerðing av Heimastýrislógini brádliga bleiv til ein bjargingarplanka og nú hvussu sjálvt flaggskipið - Búskapargrunnurin ? varð lagt fyri teym. Ella rættari ? varð torpederað av upphavsfólkunum sjálvum.

Tað, sum Karsten Hansen stóð eftir við av upprunaliga Búskapargrunnuinum, var í veruleikanum einki ? tann bera luft. Nú var bert talan um ein grunn, sum skuldi innihalda møguligar komandi oljuinntøkur. Hví gera so nógv hóvasták burtur úr einum grunni , sum einki innihald er í? Tað mugu Gudarnir vita. Hetta er kanska eisini júst symptomatiskt fyri samgonguna ? at man alla tíðina - tá man hevur mist alt á gólvið - blívur við at halda somu samgongu á lívi við ongum innihaldi.

At byggja ein Búskapargrunn uppá komandi oljuinntøkur er ein løgin og ullint støða. Neyvan er nakar ósamdur í, at koma oljupengar, skulu teir ikki oyslast burtur men koyrast í grunn. Hvussu teir skulu brúkast ella útgjaldast átti ikki at verið nakað stríðsmál her og nú, tí vit vita als einki um lønandi oljuframleiðsla verður. Verður hon, so liggur hon eini 6 ? 8 ár frammi í tíðini. Tí hava vit góða tíð til at endurskoða ætlanina um henda grunn, so tað fæst breið fólkslig semja um hann.

Tað er ábyrgdarleyst í verandi støðu at gera henda grunn til eitt lyklamál. At fíggjarmálaráðharrin hevur sannað hetta er gott, og tí eiga vit at lata tað upp til komandi løgting at gera av, hvat vit vilja við hesum. Nú má løgmaður skriva út val ella í hvussu er steðga tí misbrúki av Føroya løgtingi, sum í løtuni fer fram. Tá var heiðurligari og ærligari at stongt tingdyrnar og lýst valstríðið at verða byrjað.

Sosialurin