TRÚGV
Tað er upp til tann einstaka at døma.
Maria Nolsøe úr Havn er 15 ára gomul. Hon hevur alt lívið verið kristin, so at trúgva uppá Guð er heilt nattúrligt fyri hana, tí hon kennir ikki til nakað annað.
Planet hevur millum annað spurt Mariu, hvussu tað er at vera ungur og kristin.
- Tá eg nú eri uppvaskin í trúgvandi heimi, kenni eg ikki til at liva uttan Jesus. Tó er ikki altíð so lætt bæði at vera ungur og samstundis kristin, tí tú møtur so nógvum freistingum.
- Eg hvørki royki ella drekki, og hetta hava summi vinfólk kanska havt ilt við, men soleiðis mátti tað nú einaferð verða.
Tá summi av vinfólkinum hjá mær byrjaðu at nýta rúsdrekka og tílíkt, misti eg kensluna av, at vit høvdu nakað til felags. Veit ikki reiðuliga hví, og so stendur tú bara har heilt aleina. Tað er júst tað, sum var eitt sindur keðiligt, tá eg gjørdist tannáringur.
Tá eg var eini 13 ár, fór eg fyrstu ferð niðan í Evangiliuhúsið á ungdómsmøti við eini vinkonu. Tá sá eg, at eg ikki var heilt aleina, men at tað veruliga vóru onnur, sum høvdu somu hugsjón sum eg. Tað var sjálvandi jaligt. Hesu ungu høvdu ikki bara somu hugsjón sum eg, men eisini gjørdust tey ein partur av lívi mínum.
Heldur tú at fólk hugsað »tey sum eru frelst og kristin hava einki lív«?
- Ja, avgjørt, tað rokni eg við, at onkur hugsar. Men eg vil bara siga, at tað er stuttligt at ganga á møti. Tú møtir tryggum og fittum vinfólki, og ein hevur eitt sera trygt lív, tá ein er kristin. Vit hava veitslur – sjálvandi uttan alkohol – fara á Ólavsøku, fara oman í býin o.s.fr. Haldi bara at fólk eru so skjót at døma.
Hvat heldur tú er serliga gott við at vera kristin?
- Tú ert í tryggum hondum, tú endar á einum góðum staði, tú hevur onkran at hjálpa tær og ein at vísa tær lívsins leið, sum tryggast tilber. So eg vil ráða øllum til at hyggja eftir sær sjálvum og síggja, at ein ikki bara skal gera tað, sum vinfólkini gera. Tú kanst aldrin vera vís í, at tey eru tey røttu vinfólkini, sigur Maria Nolsøe álvarsom á málinum. Um tú følir teg í somu støðu, sum eg var í, so vil eg ráða tær at fara á ungdómsmøti og eg kann lova tær, at tú bæði fært nýggjar vinir, og at tú eisini møtir fólk, ið skilja teg, sigur Maria Nolsøe smílandi.










