Føroyskt í fokus

SMS fer næstu dagarnar at seta føroyskar vørur í miðdepilin, og alt húsið fer at bera brá av føroysku vikuni

 

SMS skipar komandi dagarnar fyri føroyskari viku í húsinum. Hetta tiltakið hevur verið fleiri ferðir fyrr, men ikki á hvørjum ári. Nú er so ætlanin, at tiltakið skal vera á skránni hvørt ár.

? Vit halda, at tað eru nógvar góðar føroyskar vørur á marknaðinum, og tí vilja vit geva teimum ein møguleika at koma sær fram, sigur Rógvi Róin, ið er marknaðarleiðari í SMS.

Talan er um vanligar gerandisvørur, sum vera sýndar fram á torginum, og hetta fer serliga at merkjast í Miklagarði, sum fer at hava tilboð uppá tær vørurnar.

? Slíkt tiltak hevur verið fyrr í SMS, men karmarnir hesuferð eru sum heild betri. Vit gera væl meira burturúr, og alt húsið fer at bera brá av føroysku vikuni. Básarnir eru nýggir, og fyritøkurnar hava gjørt sær ómak fyri at fáa tað at síggja vakurt út, sigur Rógvi Róin.

Við í føroysku vikuni eru fimm fyritøkur, og tær eru Kemilux, Føroya Bjór, Mjólkarvirkið, Fóm og Fiskasølan. Tær, ið framleiða matvørur, fara at bjóða smakkiroyndir av sínum vørum á torginum,

Rógvi Róin heldur, at tað er upplagt, at Miklagarður setir føroyskar vørur í miðdepilin, so at tær fáa eitt skump frameftir, tí Miklagarður er størsti handil av sínum slag í Føroyum.

SMS hevur ætlanir um at hava eina føroyska viku aftur í næsta ár, og tá skulu fleiri føroyskar framleiðslufyritøkur vera við.

Skipað verður fyri fleiri tiltøkum, meðan føroyska vikan er. Eitt nú vitjar Kári Cool á torginum fríggjadagin, og TrøllaPætur verður gestur leygardagin.