Dagurin í dag verður góður hjá Norðoyatunnlinum. Seinnapartin fara fótbóltshugaðu klaksvíkingarnir og norðoyingarnir í stórum tali undir fjørðin og til Fuglafirðar at vera eygnavitni, tá ið ÍF tekur ímóti KÍ. Felags fyri bæði liðini er, at tað hevur gingið væl hjá teimum higartil. Tó var tað vónbrot hjá fuglfirðingum, tá ið teir seinast taptu 2-0 á heimavølli fyri HB.
-Ættin er góð norðanfyri, so ivaleyst fara fótbóltslíkindini at vera góð. Vit rokna við sera tættari uppgerð, sum kann koppa báðar vegir. Fyri okkum er tað ikki minst spennandi, hvussu óroyndi vongverjin í høgru, Leivur Joensen, fer at standa seg ímóti væl upplagda Hjalgrími Elttør. Leivur hevur staðið seg sera væl higartil í ár, og tað rokna vit við, at hann eisini fer at gera í dag, sigur ÍF venjarin Albert Ellefsen.
Jákup Mikkelsen var ikki við í steypadystinum á Argjum, tá ið Hallgrím G. Hansen vardi málið. Nú er veteranuriin tøkur aftur, og harvið fer Jákup at verja ÍF málið í dag. Miðvallarin Bogi Reinert Petersen var orsaka av skaða ikki við á Argjum. Hann verður heldur ikki við ídag. Aleksandar Jovevic var á sentrala miðvallarplássinum ímóti AB, men nú er hann skaddur, og so er spurningurin, hvussu ÍF venjarin fer at manna sentrala miðvøllin. Ein møguleiki kundi verið Poul Nolsøe Mikkelsen, sum í gjár fylti átjan ár.
Í Klaksvík er kappingin um plássini ógvuliga stór. Allir spælararnir eru tøkir.










