óansæð útfallið av hesum ákærum. Hesar reglar, kombineraðar við einari føroyskari alivinnu á knøum, fingu fólk í føroyskari vinnu og í føroyskum politikki í ramasta álvara at skjóta upp, at Føroya Landstýri [...] eftirsum tað er tann stóri marknaðurin, ið liggur næst okkum. Tó tykist tað, sum vit hava lagt ov nógv av okkara eggum í eina kurv. Tað gevur at bíta, tá til dømis protektionistisku ES reglarnar fyri dumping [...] Landstýri skuldi svíkja øll prinsipp og argumentera fyri ES importkvotum. Hetta er eitt gott dømi um, hvussu desperat vit verða, um ES marknaðurin knappliga ikki er til vildar. Tí er altumráðandi at spreiða
vert stríðið Karl Johansen metir ikki, at fakfeløgini í verkfalli hava fingið nóg nógv burturúr, tá hugsað verður um, hvussu høgur kostnaðurin hevur verið. Hann metir sostatt ikki, at verkfallið var vert [...] Semjan millum arbeiðsgevararnar og Føroya Arbeiðarafelag inniber, at starvsaldur verður innførdur á arbeiðsmarknaðinum fyri limir í FA og Havnar Arbeiðskvinnufelagi. Karl Johansen, formaður í Havnar [...] og fyri landið sum heild. Tað er ikki smávegis, sum hetta verkfallið hevur kostað, og tað kostaði nógv fyri allar partar, slær Karl fast. Hóast Ingeborg fekk starvsaldurin við í sín sáttmála, so iðrar
kappast við, eru á meginlandinum, og hava tey nógv lagaligari kor, tá ið útflutt verður, enn hvat vit hava. Fert tú at ferðast, ja, so eigur hetta eisini vera lagaligt. Í Evropa fara fólk landanna millum [...] smáttskorið at koma framat, og so sveiggja við øksini og kubba á stokkinum bæði so og so. Hesin fartur til Skotlands kundi havt ment seg nógv og verið ein góð leið hjá bæði høgum og lágum at farið eftir [...] okkara medviti? Eftir bakidagar koma snákidagar, verður tikið til. Øll kenna vit søguna um Ólav Halga, hvussu hann var hagreiddur og so tann franska víndunkin, sum varð keyptur til landið uttan fyrilit. Nú hevur
at tann hendingin hevði staðið á forsíðuni á Sosiallinum fleiri vikur frammanundan, so svaraði hann arrogant aftur, at hann als einki kendi til, hvat Sosialurin hevði á sínari forsíðu. Eingin ivi er um [...] at her vísti løgmaður enn eina ferð, hvussu lætt hann fer um sannleikan. Tí á heimasíðuni hjá Innlendismálaráðnum stendur svart uppá hvítt, at løgmaður var á nevnda fundi. Tá so hann enn einaferð [...] fyri, at Løgmaður stóð á røðarapallinum, og ikki nærhendis honum, tí annars hevði Løgmaður givið formanni Tjóðveldisins ein orduligan skallara. Ístaðin fyri sakliga at svara upp á fyrispurningin frá Høgna
svaraði aftur við at vísa á, hvussu nógv skúlabygging er farin fram í hesum valskeiðinum, og at studentaskúlin í Hoydølum er næsta stigið. Lesið meiri um hetta málið aðrastaðni á síðunum. Umhvørvi Síðani [...] Aulan á Studentaskúlanum á Kambsdali var stúgvandi full við spentum næmingum klokkan 9.30 týsmorgunin. Men tann einasti floksformaðurin, sum stóð rankur og til dystin fús mitt í høllini, var Jørgen Niclasen [...] Afrika. Eg havi ein góðan boðskap, men fólk skilja hann ikki, segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður. Hann helt fyri, at teir mongu næmingarnir, sum vóru komnir at lýða á, vóru eitt úrslit av góðum javnaðarpolitikki
vargin út fyri at fáa rættiligt skil á raksturin. Vit hava tikið varg av, so hvørt vit hava fingið hendur á honum. Men nógv gongur eftir og vit mugu fara at umhugsa, hvussu vit best fáa tikið hann av. Sjálvur [...] væl mannaðir. Menn, sum hava verið nógv ár í Oynni minnast ikki, at teir hava verið so væl mannaðir í Oynni. Signar Olsen ivast ikki í, at orøkin til tað var so nógv fólk, er, at tað varð so høgligt at sleppa [...] hesuferð høvdu hvalbingar tikið nýggjastu tøknina í brúk fyri at gera tað so nógv lættari. Tað eydnaðist teimum at fáa fatur á Tyrluni hjá Atlantsflogi og hon varð so bæði brúkt til at flyta rakstrarmenninar
yvirgang á Ísrael. Men hvussu nógv ósek menniskju skulu lata lív, og flýggja frá teirra heimum, áðrenn politiski myndugleikin tekur ábyrgdina á seg við at fáa frið í lag landanna millum? Føroya fólk hevur [...] flóttum, ið eru noyddir at flýggja frá húsi og heimi. Kríggini seta eisini sjóneykuna á, hvørji virði vilja vit sum fólk og land standa upp fyri og verja; tí tað er týðiligt, at tað ikki er stór virðing fyri [...] Føroyar hava eina forsøgu í at missa fólk av krígsávum. Undir seinna heimsbardaga doyðu yvir 200 føroysk sjófólk; kanska misti Føroyar, lutfalsliga í mun til fólkatal, mest fólk undir seinna heimsbardaga. Okkara
heimaftur sama dag, sum hann kom. Á tí 1. hæddini í bygninginum hava sjúklingar fingið eitt nógv betur útgjørt stað at koma til Landssjúkrahúsið, tá teir hava tørv á bráðfeingis læknahjálp. Tað kann verða [...] ímóti. Hæddin rúmar eisini intensivu deildini, sum fyrr lá á B8 - so fólk skulu til at venja seg við, at orðafellið: "Hann ella hon endaði á 8" ikki longur kann brúkast, uttan so at talan er um hjarta [...] er støddin á øllum bygningum í einari miðalstórari føroyskari bygd. Eitt sjúkrahús er ein tekniskt nógv meiri kompliseraður bygningur enn eini vanlig sethús ella virkisbygningur, so tørvurin á peningi til
sigur søgumaðurin Joost Hillerman við Los Angeles Times. Hann sigur, at eingin veit við vissu, hvussu nógv samstarv var millum Irak og lond í Vesturheiminum, og nú fáa vit tað neyvan at vita. Milliardir [...] stýrdi Irak. Eitt nú leita mannarættindafelagsskapir enn eftir hópgravum, sum fjala fleiri tíggjutúsund fólk, sum hvurvu í hansara stjórnartíð, meðan onnur leita eftir fleiri milliardum dollarum, sum tað eydnaðist [...] eydnaðist Saddam at flyta í útlendskar bankar, áðrenn hann bleiv koyrdur frá. Í gjár vóru nógvir irakar á gravstaðnum hjá gamla einaræðisharranum uttan fyri Tikrit, har Saddam bleiv jarðaður stutt eftir av
summar hava fólk frá Landsverkfrøðinginum borað niður í fjallið fyri at kannað um tað ber til at gera tunnilin niðri í dalinum, har einstaklingar í Suðuroy og byggifelagið NCC hava borið upp á mál at gera [...] milliónir. Landsverkfrøðingurin er samdur í, at fyri ferðsluna er hetta nógv tann besta loysnin, men hendan linjuføringin hevur verið upp á tal fyrr og tá var ikki mett, at tað var ráðiligt at fara undir tunnil [...] tunnilin. Men hetta arbeiðið er seinkað nakrar vikur og Landsverkfrøðingurin sigur, at tað ganga í hvussu so er nakrar vikur afturat, áðrenn hann er komin til eitt úrslit og kann lata Vinnumálaráðnum eina