- Orsaka eg komi for seint!

Meðan 500 næmingar sótu til reiðar til politiskan fund stundisliga klokkan 9.30 týsmorgunin í auluni á studentaskúlanum Kambsdali, komu floksformenninir darlandi upp til ein tíma ov seint. Tá fundurin so endiliga kom í gongd, kjakaðust formenninir um útbúgving, umhvørvi, infrakervið og loysing ella samband. Men seinkingin gav at bíta í seinasta enda

Aulan á Studentaskúlanum á Kambsdali var stúgvandi full við spentum næmingum klokkan 9.30 týsmorgunin. Men tann einasti floksformaðurin, sum stóð rankur og til dystin fús mitt í høllini, var Jørgen Niclasen. Hinir vóru nevniliga ikki komnir.

Jóannes Eidesgaard kom úr Suðuroy sama morgun og hevði frammanundan boðað frá, at hann ikki kundi møta stundisliga. Men hinir komu darlandi so hvørt. Kaj Leo Johannesen segði seg hava misskilt, nær fundurin skuldi byrja, og var yvir ein tíma ov seinur. Og tá hann kom, kravdi hann at fáa somu talutíð sum hinir. Heilt erligt, Kaj Leo!

- Um vit skulu hava fult sjálvræði, so kunnu vit byrja við at møta til tíðina, helt Jørgen Niclasen fyri, og næmingarnir klappaðu.

Av hesum sama kom fundurin alt ov seint í gongd, og tað gav at bíta í hinum endanum. Stundir vóru nevniliga ikki til fleiri av teimum evnum, sum eftir ætlan skuldu á dagsskránna.


Fyrsti trúboðarin í Afrika

Ein veljarakanning millum næmingarnar varð gjørd framman undan fundinum, sum gav Tjóðveldi 24%, Sambandsflokkinum 20%, Javnaðarflokkinum 13,8%, Fólkaflokkinum 12,2%, Miðflokkinum 9,7%, Sjálvstýrisflokkinum 4,6% og Miðnámsflokkinum 4,1%. Í fyrsta upplegginum gjørdu formenninir viðmerkingar til kanningina.

- Eg kenni meg eins og teir fyrstu trúboðararnir, sum komu til Afrika. Eg havi ein góðan boðskap, men fólk skilja hann ikki, segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður. Hann helt fyri, at teir mongu næmingarnir, sum vóru komnir at lýða á, vóru eitt úrslit av góðum javnaðarpolitikki.

- Vit skulu ikki nógv ár aftur í tíðina, tá útbúgving var tengd at pengum. Tá vóru bert nakrar fáar familjur, sum høvdu ráð til at senda síni børn á miðnámsskúla. Nú sita tit her í dag og eru eitt tekin um, at javnaðarpolitikkurin hevur givið úrslit.

Bergur Johannesen, valevnið hjá Miðnámsflokkinum, var skjótur at lofta hesum.

- Er studentaskúlin í Hoydølum so eisini eitt úrslit av góðum javnaðarpolitikki, spurdi Bergur, og lógvabrestirnir rungaðu. Løgmaður svaraði aftur við at vísa á, hvussu nógv skúlabygging er farin fram í hesum valskeiðinum, og at studentaskúlin í Hoydølum er næsta stigið. Lesið meiri um hetta málið aðrastaðni á síðunum.


Umhvørvi

Síðani var umhvørvispolitikkur á skránni, og allir formenninir sluppu enn einaferð at breiða seg um, hvussu týdningarmikið tað er, at Føroyar liva upp til øll altjóða umhvørviskrøv. Men vit eru framvegis ikki limir í Kyoto-sáttmálanum, og á hesum øki vendi kanónin ímóti Fólkaflokkinum.

- Skulu vit vera einasta landið í heiminum, sum ikki sleppur at sita til borðs og samráðast um henda spurning, spurdi Jørgen Niclasen. Fólkafloksformaðurin nevndi stóru umhvørvisráðstevnuna í Keypmannahavn í 2009, og tá skulu vit sambært Jørgeni samráðast um okkara støðu til Kyoto.


Løgmaður: Blokkurin lækkar ikki

Eftir at hava kjakast um sandoyartunnilin, sum lesast kann um aðrastaðni á síðuni, var eitt stutt umfar um, hvat skal henda á ríkisrættarliga økinum komandi fýra árini.

Høgni Hoydal endurtók valskráina hjá Tjóðveldi, sum leggur upp til at lækka blokkstuðulin við 80-90 milliónum um árið, inntil ríkisveitingin er horvin. Fleiri málsøki skulu yvirtakast, og fólkaatkvøða um føroyska sjálvstøðu skal vera í seinasta lagi í 2012. Jørgen segði seg stremba ímóti fullum føroyskum sjálvræði í 2015 við eini breiðari búskaparligari semju, og Kári P. Højgaard tosaði um stig fyri stig uttan at seta nakað áramál á. Tað gjørdi Jenis av Rana heldur ikki, men hann metti, at vit í komandi valskeiði eiga at taka fult sjálvræði. Løgmaður ynskti at halda fram við at yvirtaka málsøki, men ríkisveitingin skal ikki minka komandi fýra árini, um tað stendur til Jóannes Eidesgaard.

- Mín ambitión er at halda fram við fleiri yvirtøkum, men eg vænti ikki, at ríkisveitingin verður skerd munandi. Vælferðarsamfelagið kostar, og tað er okkara aðalendamál, segði Jóannes Eidesgaard.

Løgmaður hevur áður sagt (t.d. við Dimmalætting tann 20. mars 2007), at heildarveitingin, sum í dag er á 673 milliónir krónur, skal vera burtur í 2015. Men týsmorgunin á Kambsdali vóru øðrvísi tónar, og tað setir spurningin, hvørt málið hjá løgmanni um ein sjálvberandi búskap í 2015 er reviderað.


Ov lítil tíð

So varð klokkan 12, og stundir vóru ikki til fleiri evni. Tað var spell, tí sambært orðstýraranum vóru fleiri mál á skránni, sum máttu sleppast. Men tá høvdu næmingarnir eisini sitið í tveir og ein hálvan tíma í stúgvandi fullu høllini, harav fyrsti hálvi tímin fór við at bíða eftir floksformonnunum. Og tað er ikki serliga seriøst av landsins leiðandi politikarum.