Mikudagin vóru hvalbingar í Lítlu Dímun eftir seyði. Tað er onki nýtt í sær sjálvum, tí tað eru teir hvørt heyst.
Men tað, sum gjørdi hendan heystardagin til nakað heilt serligt, var, at hesuferð høvdu hvalbingar tikið nýggjastu tøknina í brúk fyri at gera tað so nógv lættari.
Tað eydnaðist teimum at fáa fatur á Tyrluni hjá Atlantsflogi og hon varð so bæði brúkt til at flyta rakstrarmenninar út í Oynna, sum hvalbingar kalla Lítlu Dìmun og í dagligari talu. Og eftir raksturin, vóru bæði seyður og menn fluttir inn aftur við tyrluni.
Hetta er fyrstu ferð, at teir royna hetta, men tað kann næstan sigast fyri vist, at tað verður ikki seinastu ferð.
Hetta stytti okkum um dagin við fleiri tímum, umframt at tað var nógv lættari, sigur Signar Olsen, sum var ein av fyriskiparunum.
Hann sigur, at allir mans vóru samdir um, at hetta er framtíðin og ein eldri maður, sum hevur verið óteljandi ferðir í Lítlu Dímun helt fyri, at hetta var størsta kollvelting í søguni hjá Lítlu Dímun.
Høvdu vit ikki havt tyrluna, hevði ongin møgueliki verið at sloppið í oynna mikudagin. Og nú er so langt útliðið, at hetta var síðsta útkall í ár. Og tað hevði verið ómetaliga óheppið, skuldi tað miseydnast at sloppið í oynna eftir seyði.
Spardu fleiri tímar
Vanliga fara teir úr Hvalba við báti um seks tíðina á morgni, áðrenn tað lýsir og so skulu teir leypa í land og ganga upp á Oynna. Tá ið raksturin er liðugur, skal seyðurin stjórast niður av helluni, í bátarnar aftur og soskal hann førast til lands.
Og tað plaga at verða myrkt, tá ið teir komu aftur og onkuntíð hevur verið heilt seint á kvøldi, so tað eru mangan ógvuliga langir og sera strævnir dagar.
Mikudagin fóru teir í oynna við tyrluni tá klokkan var farin av níggju um morgunin og klokkan 18.30 var allir seyðurin og teir síðstu menninir aftur á landi.
Høvdu vit farið heilt tíðliga um morgunin, sum vit plagdu, høvdu vit sum onki verið aftur á landið klokkan trý ella fýra seinnapartin við øllum seyðinum, heldur Signar Olsen.
Tá ið Tyrlan fleyg menninar út, setti hon teir av í trimum ymsum plássum í oynni og tað stytti munandi um gongdina.
Annars var veðrið ikki av tí besta hjá tyrluni, tí nakað av vindi var, men tað gekk alt sum tað skuldi.
Umframt at dagurin var lættari hjá monnunum, fór hetta eisini væl betri við seyðinum, tí nú slapst undan art stjóra hann útav helluni við vanda fyri at meisðla hann og yvirhøvur skuldi hann handlast nógv minni enn vanligt.
Av tí at teir fóru so seint hesuferð, varð dagurin nakað stuttur. Tað myrkir skjótt og fyri at fáa alt av oynni áðrenn tað varð myrkt, vóru nakrir menn settir av á Mjóvanesi og so gingu teir heim. Og teir seinastu menninir vórðu settir av á tyrlupallin-um í Froðba.
Tyrlan fleyg allan seyðin inn i einum búri, har 15-20 seyðir vóru bundnir niður í, alt eftir, hvussu stórur seyðurin var.
Tilsamans tóku teir 180 seyðir so tað vóru nakrir túrar hjá Tyrluni aftur og fram.
Teir tóku seks seyðir uppa á gyllinina og tað er miðal. Annars var nógvur góður seyður uppi í, men nakað av smáum var eisini.
Men tá ið teir vóru komnir aftur, seldu teir nakrar seyðir og Signar Olsen væntar, at tá ið alt verður gjørt upp, fer tað at standa upp og niður.
Tilsamans seldu teir einar 20 seyðir og fyri teir fingu teir 45.000 krónur tilsamans. Tann dýrasti veðrurin fór fyri 6.200 krónur.
Signar Olsen sigur, at næsta ár er at ætlanin at fáa enn meiri tøkni inn í seyðaraksturin í Lítlu Dímun.
Hann hevur fingið at vita, at aðrastaðni í Føroyum verður seyðurin býttur ímillum eigarnar á teldu og tað ætla teir at fáa í lag í Hvalba, tá ið teir fara til Dìmunar eftir slaki næsta ár.
Eisini tað hevði spart okkum fyri fleiri tímar, sigur hann.
Hetta verður framtíðin
Sjálvur ivast hann ikki tí, at hetta verður framtíðin hjá Lítlu Dímun.
Hesuferð vóru vit 39 mans uppi í oynni og tað man vera langt síðani, at vit hava verið so væl mannaðir.
Menn, sum hava verið nógv ár í Oynni minnast ikki, at teir hava verið so væl mannaðir í Oynni.
Signar Olsen ivast ikki í, at orøkin til tað var so nógv fólk, er, at tað varð so høgligt at sleppa upp út í oynna.
Tað hevur stóran týdning, at tað verður gjørt so høgligt sum gjørligt, tí at sleppa upp á oynna úr báti og at sleppa av henni aftur í bát, er ikki altíð líka vandaleyst. Umstøðurnar eru alt annað enn góðar og tað er ikki yvir at dylja, at onkuntíð hevur tað spælt meiri enn væl av.
Tað hevur eisini stóran týdning fyri at varðveita áhugan fyri at røkja oynna, tí sum er, hevur tað verið so stríggi, at vandi er fyri, at nógv missa áhugan fyri at røkja oynna og tað er mangan torført at fáa nokk av fólki at reka.
Tí Heldur hann, at tað er sjálvsagt, at brúka tað tøknina, sum er til taks fyri at lætta so nógv um so gjørligt.
Sostatt væntar hann, at hetta verður framtíðin, serliga um heystið.
Men í ullaroyting um summarið er veðrið betri og tá verður tað kansa upp á gamlan máta, men um heysti haldi eg, at tyrlan fer at vera okkum eitt hent amboð í framtíðini.
Sleppa av við varg
Tá ið teir reka í Oynni, sleppur altíð nakað og Signar Olsen sigur, at hesuferð slapp eisini nakað av seyði, onkur segði, at einir 100 seyðir gingu eftir.
Ein stórur trupulleiki er, at tað er so nógvur vargur, sum ikki er til at hava við at gera og sum ikki rekst.
Hann heldur, at tað verður neyðugt at rudda vargin út fyri at fáa rættiligt skil á raksturin.
Vit hava tikið varg av, so hvørt vit hava fingið hendur á honum. Men nógv gongur eftir og vit mugu fara at umhugsa, hvussu vit best fáa tikið hann av.
Sjálvur væntar Signar Olsen ikki, at tað er annað at gera enn at skjóta vargin niður fyri at sleppa av við tað.
Hann heldur at teir eisini eiga at gera umstøðurnar á rættini í Oynni betri.
Har er ógvuliga illgongt og vit eiga at umhugsa at gera umstøðurnar betri og helst skulu tær gerast soleiðis, at tyrlan kann seta seg við rættina, tí tað hevði verið nummar eitt, sigur Signar Olsen.