Løgmaður sum ein óður tarvur

Frank Davidsen
----

Í sínum totala politiska makta­­loysi, enn tá av Løg­ting­sins røðarapalli, er nú als eingin ivi um, at vit hava ein stjórnarleiðarar, ið bæði polit­iskt og persónliga er á veg út av politisku eggini. Í staðin fyri at viðurkenna veru­­leikan og sakliga taka broddin av teimun nógvu ákær­­unum, so uppførir hann seg sum ein politiskan lorta­unga.
Høgni Hoydal skal verða takksamur fyri, at Løgmaður stóð á røðarapallinum, og ikki nærhendis honum, tí ann­ars hevði Løgmaður givið formanni Tjóðveldisins ein orduligan skallara. Ístaðin fyri sakliga at svara upp á fyrispurningin frá Høgna Hoydal, so vísti Løgmaður eitt sovorðið politiskt makta­loysi, ið tú valla hevur sæð á Føroya Løgtingi.
Hæddarpunkti av hans­ara royndum at lúgva seg burt­ur úr sínari politisku trong­støðu var herfyri, tá hann av sjónvarpsvertinum varð spurdur um, hvørvítt hann var á tí famøsa fund­inum, tá CIP var játtað eina millión fyri "tort og svie", um sáttmálin ikki var undir­skrivaður áðrenn 31. august.
Eisini spurningurin við­víkjandi "gloymdu skjøl­unum" varð havdur á lofti. Honum líkt svaraði løgmaður, at hann kendi einki til at hava verið á nevnda fundi, eins og hann ikki visti um milliónina, sum CIP skuldi fáa fyri "tort og svie".
Tá so sjóvarpsverturin greiddi honum frá, at tann hendingin hevði staðið á forsíðuni á Sosiallinum fleiri vikur frammanundan, so svar­aði hann arrogant aftur, at hann als einki kendi til, hvat Sosialurin hevði á sínari forsíðu. Eingin ivi er um, at her vísti løgmaður enn eina ferð, hvussu lætt hann fer um sannleikan.
Tí á heimasíðuni hjá Inn­lendis­málaráðnum stend­ur svart uppá hvítt, at løg­maður var á nevnda fundi. Tá so hann enn einaferð av sjónvarpinum verður spurd­ur, hvør sigur ósatt í hes­um máli, so er hann noydd­ur at krúpa til krossin og viður­­kenna, at hann hevði sagt ósatt. Tað vil siga tað sama, at meðan Kári P. Høj­gaard skrivaði undir sátt­málan, at landskassin skuldi gjalda eina millión í "tort og svie" til CIP, so sat Løg­maður við síðuna av inn­lendismálaráðharranum, tá hesin váttaði at so skuldi verða.
Tá hann yvir fyri sjón­varp­inum váttaði, at hann alment hevði sagt ósatt fyri Føroya fólki, so hevði hann samstundis møguleikan at geva føroya fólki eina um­bering, og at tað harmaði hann nógv, at hann hevði sagt ósatt.
Men so litil er virðingin fyri veljarnum, og so arrogantur er hann, at tað kom hon­um ikki til hugs sum Før­oya Løgmaður at biðja Før­oya fólk um umbering tí hann hevði sagt ósatt. Men hetta var ikki fyrstu ferð, at løg­maður alment hevði sagt ósatt
Men tað sum seinast vísti Føroya fólki, hvussu ótrú­verdugur okkara løgmaður er, var tá hann í almenna fjøl­miðli var spurdur, um hann fór at koyra inn­lendis­mála­ráðharran úr starvið. Tað kundi hann ikki svara uppá, fyrr enn hann hevði fingið øll tey skjøl, ið hann hevði fyri neyðuni.
Aftan á at hann hevði fing­ið neyðugu skjølini, so greiddi løgmaður fjøl­miðl­unum frá, at hann ikki sum fyrr sagt hevði fyri neyð­uni nevndu skjølum, tí hann hevði tikið støðu fyri fleiri døgum síðan, at loysa inn­lendis­málaráðharran úr starvi.
Kann politiska skipanin, samgongan, andstøðan ella fyri sovítt veljarin liva við, at vit hava ein so ótrúverdugan stjórnarleiðara, sum ferð aft­an á ferð verður tikin í at lúgva, bert fyri at bjarga sín­um politiska maktaloysi, ella hvat?
Seinasta politiska bragdið, hann gjørdi, var at stinga sínar egnu partamenn í rygg­in. Sambært Bárði Niel­sen, so var tað ein greið av­­tala, at Fólkaflokkurin ikki skuldi kanna sær tey stóru politisku málini í Inn­lendis­málaráðnum. Men sum øll vita, so hevur Løgmaður síð­an løgtingsvalið verið voks í hondunum á Fólka­flokk­­inum. Tað er kanska or­­søkin, at hann hevur latið Fólka­flokkinum tey stóru málini í Inn­lendis­mála­ráð­­num. Samstundis so er hann so nógv politiskt vikn­aður í sín­um egna flokki, at løg­mað­ur styðjar seg polit­iskt meira og meira upp at Fólka­­flokkinum. Tí er tað ein stórur spurningur, um hans­ara dagar sum for­maður Sam­­bandsfloksins eru við at vera taldir.
Livst so spyrst.