Verkfall
? Eg havi onga viðmerking til semjuna, er tað fyrsta Karl Johansen sigur, tá hann verður spurdur um sína meting av semjuni, sum varð undirskrivað mánamorgunin millum Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag ørðumegin og Føroya Arbeiðsgevarafelag hinumegin.
? Sum eg havi skilt tað, so skulu øll fáa tað sama, sigur Karl Johansen. Tá sipar hann til, at Jan Mortensen í Útvarpi Føroya mánamorgunin sigur, at arbeiðsgevararnir fara at umhugsa at geva somu løn um alt landið. Tað skilst, at allir arbeiðsgevarar fara at lata somu løn til limirnar í teimum ymsu feløgunum.
Semjan millum arbeiðsgevararnar og Føroya Arbeiðarafelag inniber, at starvsaldur verður innførdur á arbeiðsmarknaðinum fyri limir í FA og Havnar Arbeiðskvinnufelagi.
Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelagi, heldur tað vera sjálvsagt, at allir arbeiðarar skulu fáa somu løn, um teir eru í Klaksvík, Havn ella aðrastaðni.
? Tað, sum hini arbeiðarafeløgini hava fingið, skulu vit eisini hava, sigur Karl.
? Um tað verður ójavni millum feløgini, so fer tað at hevna seg til næstu sáttmálasamráðingar. Tað verður ballada við næstu samráðingar, um vit ikki fáa tað sama sum hini feløgini, staðfestir Karl Johansen, ið leggur afturat, at hóast talan ikki er um nógvan pening, so er tað prinsippið, ið telur.
Havnar Arbeiðsmannafelag og arbeiðarafeløgini í Klaksvík skrivaðu undir eina semju við arbeiðsgevararnar, áðrenn hini feløgini fóru í verkfall. Tí hava tey ikki verið í verkfalli.
Ikki vert stríðið
Karl Johansen metir ikki, at fakfeløgini í verkfalli hava fingið nóg nógv burturúr, tá hugsað verður um, hvussu høgur kostnaðurin hevur verið. Hann metir sostatt ikki, at verkfallið var vert hetta stríðið, sum tað størsta arbeiðarafelagið er farið ígjøgnum.
? Nei, eg haldi ikki, at hetta verkfallið var stríðið vert, tí tað hevur kostað nógvan pening bæði fyri arbeiðarafeløgini og fyri landið sum heild. Tað er ikki smávegis, sum hetta verkfallið hevur kostað, og tað kostaði nógv fyri allar partar, slær Karl fast.
Hóast Ingeborg fekk starvsaldurin við í sín sáttmála, so iðrar Karl Johansen seg ikki um, at hansara felag skrivaði undir saman við klaksvíkingum. Tað vóru fimtan fólk, ið skrivaðu undir semjuna, fimm úr Havn og tíggju úr Klaksvík.
Nú hevur Ingeborg aftur fingið betri sømdir enn arbeiðarafeløgini í Havn og í Klaksvík, men Karl er ikki illa við av at liggja aftanfyri.
? Um vit fáa tað sama sum hini, so er tað einki flovisligt fyri okkum, tí so fáa vit tað bara av sær sjálvum.
Karl sigur seg einki kunna gera við, at tað eru FA og FAK, sum hava brotið ígjøgnum, tí hasum stýra arbeiðsgevararnir.
Sær ongan loysn
Formaðurin hjá arbeiðsmonnum í Havn sær onga loysn á trupulleikunum millum tey stóru arbeiðarafeløgini í Føroyum. Hann veit heldur ikki enn, um talan verður um at samráðast saman næstu ferð um tvey ár.
Karl Johansen heldur tó ikki, at føroyska arbeiðararørslan stendur veikari, nú hon gongur í tveimum bólkum, tá persónarnir, ið standa á odda, Ingeborg Vinther og Karl Johansen, eru so ógvuliga ósamd.










