Oddagrein· Vinnureformur og løgmansvitjanir

Japanski sendiharrin í Danmark vitjar hesa vikuna í Føroyum, og hevur hann millum annað hitta løgmann, fiskimálaráðharran og umboð fyri vinnulívið. Ein slík vitjan hevur nógv at týða fyri Føroyar, ið er púra avhengugt av sambandinum við útheimin.

Í tí farna hava føroyingar ikki altíð verið so fullir í hugflog, tá tað kemur til sambandið við útheimin. Vit stara okkum mangan blind uppá Danmark, tá tað kemur til handilssambond og ikki minst infrastruktur, og harnæst hyggja vit at ES. Partur av hesum skyldast ein hugburð, har man undirbrotliga leggir seg skerflatan og gevur ríkisfelagsskapinum skyldina fyri egið vantandi hugflog, og vantandi initiativ til eitt nú dupultskattasáttmálar við, ideelt sæð, øll verðsins lond.

Tað er sjálvandi nærliggjandi at hyggja at ES, eftirsum tað er tann stóri marknaðurin, ið liggur næst okkum. Tó tykist tað, sum vit hava lagt ov nógv av okkara eggum í eina kurv. Tað gevur at bíta, tá til dømis protektionistisku ES reglarnar fyri dumping verða nýttar ímóti okkum. Ein ES framleiðari kann uttan nakran kostnað ella avleiðing, seta fram dumpingákærur móti útlendskum framleiðarum, ið fáa ein meirkostnað, óansæð útfallið av hesum ákærum. Hesar reglar, kombineraðar við einari føroyskari alivinnu á knøum, fingu fólk í føroyskari vinnu og í føroyskum politikki í ramasta álvara at skjóta upp, at Føroya Landstýri skuldi svíkja øll prinsipp og argumentera fyri ES importkvotum. Hetta er eitt gott dømi um, hvussu desperat vit verða, um ES marknaðurin knappliga ikki er til vildar.

Tí er altumráðandi at spreiða okkum út yvir fleiri marknaðir og ikki bara loypa har garðurin í verandi stund tykist lægstur.

Føroyingar útflyta longu nú fitt av sílum til Japan, og hava vit ígjøgnum nógv ár havt samband við japanesarar. Fyri meir enn 20 árum siðani vóru stórar føroyskar delegatiónir í Japan. Hesir túrar vóru m.a. fyriskipaðir av Tórmóði Dahl sála, og fekk millum annað føroysk skelja- og rækjuvinna fitt av íblástri harifrá. Nýggir tankar er ikki júst ein yvirskotsvøra í føroyskari fiskivinnu, har reiðarar við ókeypis almennum frammihjárættindum, uttan atlit til somu skattgjaldarar, ið lata hesi frammihjárættindi, vilja sleppa at verða púra fríttstillaðir í søluliðnum, meðan teir berjast við hond og fót móti fríari kapping, tá tað kemur til at sleppa framat. Nýggir vindar mugu blæsa yvir føroyska vinnu, og er tað her, at tað almenna eigur at hjálpa við at knýta bond so vítt sum møguligt.

Løgmaður eigur at verða nýttur, sum ministarar aðrastaðni, og eigur at leiða eina vinnudelegation til Japans og seinni onnur lond, við tí endamáli at knýta handilssambond, ið minka um avhengigheitina á einstakar marknaðir, og at útvega føroyingum know-how innan fiskivinnu og sjálvandi eisini aðra vinnu. Eitt slíkt tiltak eigur at knýtast saman við einum vinnureformi í Føroyum, soleiðis at kapping verður um alla rávøruatgongd, tí ikki nyttar at hava høvdið fult av góðum hugskotum úr Japan og aðrastaðni, um man hevur eina kongsbóndaskipan á sjónum, har veiðurættindi vera latin nøkrum fáum, ið so kunnu hava tey óavmarkað uttan kapping frá ungum dugnaligum kreftum. Og latið okkum so eisini ansa eftir, at vit ikki detta í somu grøv, tá vit vónandi fara í gongd við eina oljuvinnu.

Sosialurin