Sjálvt nógvir irakar, sum fegnast um, at tann gamli einaræðisharrin varð tikin av døgum, iðra seg nú um, at tað bleiv gjørt so skjótt. Tí nú eru fleiri spurningar, sum ikki fáa svar.
Við sær í grøvina tók Saddam Hussein fleiri loyndarmál frá teimum árunum, hann stýrdi Irak. Eitt nú leita mannarættindafelagsskapir enn eftir hópgravum, sum fjala fleiri tíggjutúsund fólk, sum hvurvu í hansara stjórnartíð, meðan onnur leita eftir fleiri milliardum dollarum, sum tað eydnaðist Saddam at flyta í útlendskar bankar, áðrenn hann bleiv koyrdur frá.
Í gjár vóru nógvir irakar á gravstaðnum hjá gamla einaræðisharranum uttan fyri Tikrit, har Saddam bleiv jarðaður stutt eftir avrættingina. Fleiri túsund sunnimuslimar savnaðust kring gravstaðin og lósu úr koranini til heiðurs fyri gamla forsetan.
Fleiri spurningar
Ímeðan sita søgufrøðingar um allan heim og royna at loysa ymsar spurningar. Ein av hesum spurningum er, hví Saddam Hussein fór í kríggj við grannalandið Iran í 1980, sjálvt um hann visti, at kríggið fór at leggja irakska búskapin í sor. Ein annar spurningur er, hví hann gjørdi innrás í Kuwait í 1990 væl vitandi um, at altjóða samfelagið fór at seta strong tiltøk í verk ímóti Irak afturfyri. Eisini vilja søgufrøðingarnir hava at vita, hvussu nógvan stuðul Irak fekk frá vesturlendskum stjórnum til vápnaídnaðin.
-Vit vita bara okkurt hissini, sum t. d. at tað var ein niðurlendsk fyritøka, sum lat Irak fáa evni til at gera sinnopsgassið, sum Saddam nýtti ímóti iranska herinum og iraksku kurdunum, sigur søgumaðurin Joost Hillerman við Los Angeles Times. Hann sigur, at eingin veit við vissu, hvussu nógv samstarv var millum Irak og lond í Vesturheiminum, og nú fáa vit tað neyvan at vita.
Milliardir hvurvu
Stutt eftir innrásina í 2003 funnu amerikanskir hermenn nógvar eksjur við 100 dollaraseðlum í Irak. Seinni vórðu umleið 500 milliónir dollarar funnir í Libanon, og amerikanararnir hildu, at pengarnir vóru ætlaðir at fíggja yvirgang.
Kanningar vísa, at Saddam Hussein flutti nógvar milliardir dollarar av landinum beint undan innrásini í 2003, og hóast umfatandi kanningar eru pengarnir ikki funnir enn. Dómarin Rahid Hamza Rahdi, sum stendur á odda fyri einari deild, sum skal avdúka korrupsjón í Irak, sigur við Los Angeles Times, at enn hava serfrøðingar bara funnið ein lítlan part av pengunum, sum Saddam og stýri hansara fingu burtur úr avtalum við útlendsk feløg í sambandi við olju-fyri-mat skipanina hjá ST.
Fáa ikki svar
Samstundis eru nógvir irakar harmir um, at Saddam Hussein ikki bleiv avhoyrdur um fleiri av teimum brotsverkum, sum hann og stýri hansara framdu. Eitt nú eru kurdiskir politikarar misnøgdir við, at Saddam slapp undan at greiða frá hópmorðinum í Anfal, har fleiri túsund kurdar vórðu fyribeindir við eiturgassi.
Harafturat slapp Saddam undan at greiða frá teimum nógvu politisku morðunum, sum hann gav boð um aftan á uppreisturin hjá shiamuslimunum í Suðurirak í 1991.
Kurdiski politikarin Mahmoud Othman heldur tað vera sera óheppið, at Saddam bleiv avrættaður, áðrenn hann bleiv spurdur um hesi viðurskiftini.
-Høvdu øll hesi málini komið fyri rættin, høvdu avhoyringarnar avdúkað so nógvar ræðuleikar, at uppreisturin hjá sunnimuslimunum hevði mist sína undirtøku, sigur hann við Los Angeles Times.










