beint áðrenn prentstart, blaðið var farið úr húsinum og niðan á Prentmiðstøðina kemur sjálvasti Tórbjørn Jacobsen út á Sosialin, sum tá helt til á Argjavegi 26. Tórbjørn Jacobsen var tá so nýggjur í politikki [...] í lokali nummar 11 á Sosialinum við tíðindaskrivinum og bandaðu samrøðuni á borðinum. Eg havi upplivað mangar løgnar støður júst inni á hesi skrivstovu og hetta er tann mest løgna. Á bandinum kallar Tórbjørn [...] okkara løgmaður Jóannes Eidesgaard, skyldmaðurin, systkinnabarnið, stendur á odda fyri hesari sølu, og er avmyndaður á forsíðuni á Sosialinum saman við Jan Müller, blaðstjóra, har boðað verður frá at teir
kappast hevur verið í fremstu røð. Stórbjarging helt nullið Uppleggið hjá EB/Streymi hevur fyri tað nógva verið rættiliga einfalt, nú teir otað seg alt longur fram. Fyrst og fremst, so hevur liðið verið væl [...] verri, tá teir eftir bara átta minuttum løgdu seg á odda. Hetta tá Hans Pauli Samuelsen sendi fríspark beinleiðis í kassan. Marcin Dawid fekk annars fatur á bóltinum, men tá var málverjin longu hálvan metur [...] Komandi umfarið skulu teir til Havnar at spæla móti HB, sum hesaferð vann seg upp á silvurplássið. Tá skal VB/Sumba til Gøtu á møtumikla uppgávu. Ógjørlig er hon sjálvandi ikki, men skal nakað munagott úrslit
spinna honum ein søgutráð á 50 ára degnum. Birgir er elsti sonur av trimum børnum hjá Annu og Hans Toftheyggj við Toftir í Hvalba. Ungur fór Birgir í timburlæru hjá Odmar við Sílánni á Tvøroyri. Væl hevur ligið [...] grindaformaður. Birgir er trúgvur áskoðari hjá Royn á heimavølli og hevur nú í fleiri ár verið ein av trúgvu álitisfólkunum til basararnar hjá Royn. Á 50 ára degnum var Birgir burturstaddur í Esbjerg. Dagurin [...] undir Myllifossinum við Hamarsá. Faðir Birgja, Hans Toftheyggj, var kongsbóndi Uttan Knúka, ein hagi á 3 merkur úti í Vatnsdali í Hvalba, eitt langt lívsskeið. Birgir fyldi trúfastur hansara fótafetum frá
skuldi við á hesa forvitnisligu ferð, og eg helt, at hetta ljóðaði áhugavert. Tvey skip skuldu nevniliga úr Noregi við kós móti Suðurpólinum, har uppgávan hjá teimum var at seta eina støð upp á ísinum til [...] Vit búðu tískil á ísinum og arbeiddu úti á ísinum í tríggjar vikur. Aftur í skúla Tá ið skipini umsíðir aftur loystu frá ísbrúnnu, vóru meteorologarnir eftir har suðuri. Julian sigur, at á veg heimaftur [...] fleiri ár var hann á brúnni sum bestimaður og skipari. Hann er ikki ungur maður longur, og knøini eru farin at bila. - Hetta er aðru ferð, eg havi skift knæið, seinast var fyri jól. Eg koyri á hesi tríhjólaðu
hósdagin noyddist at vera á vongverjanum í 1. hálvleiki, var fram móti dystarenda tætt við. Skilagóðir gestir B36 hevði lisið upp á lektiuna, áðrenn teir fóru á Norðoyastevnu. Verjan helt seg aftarlaga, so einki [...] sum tað hevur verið higartil. Tað gongur út upp á, at bólturin uttan mun til hvar hann verður vunnin á vøllinum beinanvegin skal lyftast so langt fram á vøllin, sum tað ber til. Setningurin er so hjá fremsta [...] við í hvussu so er einum stigi. Tá ið sjøtul leygarkvøldið varð settur á næsta triðingin av 2006 kappingarárinum, gekk tað ikki longur hjá klaksvíkingum. Heimamenninir tóktust tungir og uttan stóra íblásturin
síni girnd. Meðan hjúnini ikki megna at tosa um hendingina, sleppur skuldarkenslan at gnaga seg longur og longur inn, til Rita í vónloysisøði skríggjar, at hon vildi ynskt, at lítli Eyolf ongantíð varð føddur [...] Leikurin Lille Eyolf , ið leikarar á Kongaliga Leikhúsinum spældu í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið, er eitt gott dømi um, hvussu viðkomandi leikirnir hjá Henrik Ibsen framvegis eru. Hóast 100 ár eru [...] menniskjaligu ábyrgdina . Er tað nakað, sum gnagar? Speisemið svíður, meðan tey bæði íðin royna at seta orð á, hvussu vend nú skal koma í, uttan at vita, at Ibsen er í ferð við at avdúka tey so náðileyst, at tað
stórbýir í Evropa. Tað var av tilvild, at eg kom heimaftur. Leikbólkurin Gríma heitti á meg um at standa fyri einum útileiki á ólavsøku miðskeiðis í nítiárunum. Síðani komu aðrar uppgávur, og eg varð verandi [...] innlivan og íblástur, men sum hann ikki kann endurgevast á lørifti. Myndirnar hjá Edwardi eru hinvegin meira surrealistiskar og siga allar sína søgu á sín sermerkta hátt. Fuglar í klædningi Í løtuni er myndevnið [...] lágvaksin og hevur stór hvít og gul blomstur. Á framsýningin í Galerie Focus er myndevnið Fjallbrúður, har eg sigi eina søgu um hesa blómuna. Hon er við onkunstaðni á teimum 12 myndunum. Ætlað sum ein mótvekt
Nielsen á Strondum seinastu árini hevur átt. Strandingurin hevur áður átti eina aðra Jónrit, sum var ein sonevndur skittfiskabátur. Hesi skip endaðu sínar dagar í Norðsjónum, tá ið tey ikki longur sluppu [...] fyrrverandi Snoddið, ið toftamenn á sinni lótu byggja. Einir 10-11 mans verða við Drelnesi, og sum skilst, fylgja nakrir av gomlu manningini við skipinum, sum nú hevur heimstað á Tvøroyri. Ringvirkningar Kristin [...] Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sum helt røðu við hátíðarløtuna, fegnast um, at Suðuroyggin nú eigur eitt skip og veiðiloyvi aftrat. - Eitt slíkt arbeiðspláss hevur stóran týdning fyri bygdina
fjaldi ikki yvir, at hann helt visjónina hjá bólkinum vera heldur ivasama, so leingi hon ikki tryggjar sær, at øll børn hava sama dygdargóða støði at byggja á. Somuleiðis helt umboðið fyri Útoyggjafelagið [...] ikki longur finnast óútbúnir føroyingar. Um hetta var ein roynd at skáka sær undan eini óhepnari orðing, er ilt at siga, men í visjónstorginum tóktist tey vera fleiri, ið høvdu ilt við at fáa eyga á netupp [...] týðiliga eru eftirbátar í mun til onnur Norðurlond, tá tað ræður um talið á ungum, sum í roynd og veru taka eina miðnámsútbúgving. Tí helt hann tað vera altavgerandi, at tey ungu verða munandi meir eggjað til
bert 3 eftir av systkinunum á Geil á Argjum. Dus býr á Sjællandi, gjørdist einkja í vár og er 83 ára gomul. Vit báðir brøðurnir, Sverri og Johannes eru báðir einkjumenn, búgva á Argjum 84 og 91 ára gamlir [...] Tað kennist heldur tómligt hjá okkum á Argjum, síðani Maja varð tikin heim til Frelsaran í august í fjør. Vit vóru 12 systkin á Geil, 9 brøður og 3 systrar. Elstur var Palli, nevndur Argja Palli. So kom [...] arbeiðsgentu helt hús. Aftrat øllum vanligum húsligum arbeiði skuldu skipsklæðir gerast klár til brøðurnar, sum teir flestu, eins og pápi og flestu dreingir tá, fóru til skips. Samstundis arbeiddi Maja á spinnaríðnum