Leikurin Lille Eyolf, ið leikarar á Kongaliga Leikhúsinum spældu í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið, er eitt gott dømi um, hvussu viðkomandi leikirnir hjá Henrik Ibsen framvegis eru. Hóast 100 ár eru liðin, síðani Ibsen doyði, er lívslygnin tann sama, men leikskaldið gevur framvegis onki svar bara eina røð av spegilsmyndum, har vit kunnu hyggja at okkum sjálvum um vit tora.
Livani áminning
Eg eri líkaglað við tínum inniligleika. Eg vil hava teg fult og heilt. Og heilt fyri meg sjálva! Soleiðis, sum eg hevði teg fyrstu undurfullu tíðina. Eg finni meg ikki meg ikki í at skula taka til takka við avlopi og leivdum.
Orðini eigur tann heitblóðuga Rita Allmer í Lille Eyolf, sum er enn ein av kvinnunum hjá Ibsen, ið ikki megnar at temja sína erotisku trá. Maður hennara Alfred livir hinvegin í einum meir andligum luftlag meir høvd enn kroppur og støðugt í holt við at skapa stórar, gyklandi ætlanir, heldur enn at geva seg til kærleikan, sum liggur beint framman fyri honum; longsulin hjá konuni og trúskapin hjá hálvsystrini Astu.
Ímillum hjúnini stendur harumframt lítli Eyolf, sonur teirra, ið er lammaður, tí hann sum heilt lítil datt av einum borði, tí foreldrini ikki gáaðu eftir honum í teirra villa ástarleiki. Sitandi í sínum koyristóli, hevur lítli Eyolf soleiðis altíð verið ein livandi og syrgilig áminning um, hvørjar avleiðingar tað kann hava, at geva eftir fyri síni girnd. Meðan hjúnini ikki megna at tosa um hendingina, sleppur skuldarkenslan at gnaga seg longur og longur inn, til Rita í vónloysisøði skríggjar, at hon vildi ynskt, at lítli Eyolf ongantíð varð føddur. Alfred í sínum lagi roynir at køva samvitskubitið við at leggja stórar ætlaninr um, hvussu lítli Eyolf skal fullgera hansara lívsverk, at skriva bókina lidna um Ta menniskjaligu ábyrgdina.
Er tað nakað, sum gnagar?
Speisemið svíður, meðan tey bæði íðin royna at seta orð á, hvussu vend nú skal koma í, uttan at vita, at Ibsen er í ferð við at avdúka tey so náðileyst, at tað stendur eftir. Her skrivar Lille Eyolf seg rættiliga týðiliga inn í tátíðarinnar borgarligu sjónleikir, sum fyrst av øllum settu sær fyri at avdúka lívslygnina, sum tað betra slagið yvirlivdi uppá og í kraft av. Og tað var eisini hetta temaið, ungi leikstjórin Jo Strømgren í fyrstu atløgu gjørdist hugtikin av.
- Eg var blivin vaksin, hevði fingið pengar, hús og barn, var blivin vanabundin. Tað er hetta, Ibsen lýsir við leikinum, sigur Jo Strømgren, sum viðgongur, at hann kendi seg sjálvan aftur í vantandi eginleikanum hjá Alfred at vera erligur. Í roynd og veru helt hann tað vera løgið, so ilt hesir persónarnir hava við at siga tingini beint út, hvussu nógv uttanumtos skal til, áðrenn tey eru før fyri at viðganga nakað sum helst. Í so máta sær Strømgren leikin sum eina kanning av, hvussu serliga teir báðir høvuðspersónarnir spakuliga treingja seg ígjøgnum allar tær borgarligur fasadurnar og tankamynstrini, sum tey hava brúkt eitt heilt lív at byggja upp. Víst byrja tey at kvaklast við, tá Rottujomfrúin pikkar upp á dyrnar og spyr, um tað er nakað, sum gnagar her í húsinum, men tað skal ein vanlukka til, áðrenn tey bæði síggja, at alt ikki ruggar rætt. Ikki fyrr enn lítli Eyolf druknar, vakna tey sum við kaldan dreym, ikki bara av at hava mist sonin men eisini av at hava mist seinastu umberingina fyri ikki at hyggja at sær sjálvum ella at hvørjum øðrum sum tað, tey í veruleikanum eru.
Kynstrið at velja lívið
Heldur óvanligt fyri Ibsen, snýr leikurin seg sostatt ikki bara um at missa og gera enda á onkrum, men líka nógv um at byrja umaftur, kynstrið at velja lívið, um tú vilt. Asta og unnustin velja at rýma úr bygdini og umboða harvið eina heilt ítøkiliga roynd at byrja av nýggjum. Hini bæði sita eftir, trilvandi eftir hvørjum øðrum og einum nýggjum møguleika. Hvussu heilthjartað avgerðin móti endanum er, um at víga sítt lív til at hjálpa heimleysum børnum, kunnu vit ivast í, men møguleikin liggur so opin um ikki annað.
Hvar skulu vit so fara?, spyr Alfred móti endanum. Uppeftir ja, uppeftir, svarar Rita og tekur samstundis samanum gjøgnumgangandi myndberingina í leikinum, har allar klárskygdu løturnar fara fram har uppi, meðan alt har niðri er eitt dýki av lygn og skuldarkenslu. Ein heldur ovurtýðiligur symbolikkur, kann ein siga, serliga við svimjihylstrappuni ímillum hæddirnar, men lat fara. Leikurin var í mínum eygum eitt dømi um sjónleik, tá hann er allarbest og um, hvussu framúr góðir sjónleikarar megna at draga áskoðarnar inn í ein heilt annan heim, uttan onnur amboð enn sína rødd, síni andlitsbrá og sínar rørslur.