B36 setti KÍ upp á pláss

Eingin ivi var um, at norðoyagestirnir vóru væl betri fyri, enn heimamenninir, sum løgdu rygg til fyrsta tapið í ár

Fótbóltur

Fyrsta triðingin av hesum kappingarárinum megnaði KÍ hvørja ferð at fara av vøllinum við í hvussu so er einum stigi. Tá ið sjøtul leygarkvøldið varð settur á næsta triðingin av 2006 kappingarárinum, gekk tað ikki longur hjá klaksvíkingum.
Heimamenninir tóktust tungir og uttan stóra íblásturin, sum higartil hevur borið so mikið at stigum við sær, at teir undan leygarkvøldinum vóru á triðja plássi.
Bæði KÍ og B36 spældu fjórðingsfinalu í steypakappingini hósdagin. Tað kundi sæð út sum um, at klaksvíkingar vóru væl meiri tyngdir av tí stríðnum, enn gestirnir vóru tað. Spurningurin er so, um tað var hálvi tímin, sum teir vóru noyddir at brúka eyka fyri at vinna rættin at halda fram í steypakappingini, sum sat serliga tungur í kroppunum.

Langt og høgt
Norðoyastevnu konseptið hjá KÍ var, sum tað hevur verið higartil. Tað gongur út upp á, at bólturin  uttan mun til hvar hann verður vunnin á vøllinum  beinanvegin skal lyftast so langt fram á vøllin, sum tað ber til. Setningurin er so hjá fremsta manninum at vinna bóltin og at stýra honum út í annað borðið. Uppgávan hjá miðvallarunum er í uppspælinum avmarkað til við høvdinum at snitta bóltin longri fram á vøllin og til at vinna returbóltarnar.
Tá ið konseptið ber mál og stig og viðhvørt sigrar við sær, er tað eingin orsøk at umhugsa broytingar. Tá ið tað hilnast so illa, sum tað gjørdi leygarkvøldið, sigur tað seg sjálvt, at fokus verður sett á. Ikki minst tá ið fremsti maðurin tóktist so mikið skaddur, at hann ikki var førur fyri at spæla!
Í hátalaranum varð boðað frá, at flogbóltslandsdystur skuldi vera í ítróttarhøllini í Klaksvík seinnapartin sunnudagin. Soleiðis sum heimaliðið royndi at fáa bóltin at ferðast leygarkvøldið, kundi tað sæð út sum um, at teir vóru undir ávirkan av flogbóltinum. Tað var høgt, men mótsatt flogbóltinum einki hugflog, og eingin roynd varð gjørd at broyta uppstillingina, fyrrenn vanliga leiktíðin var farin.
KÍ hevði í 1. hálvleiki ein møguleika at fáa mál. Í 22. minutti endaði álop í vinstru við innleggi, sum Harley Bertholdsen var ov stuttur fram til. Eftir steðgin høvdu Hjalgrím Elttør og Heðin á Lakjuni, sum royndu at arbeiða nógv, onkra góða skotroynd, og í einstøkum førum kundu deyðbóltsstøður borið mál við sær, men stútarnir fóru í tveimum førum dygst við síðuna av.
Kristoffur Jacobsen, sum hóast tvey mál hósdagin noyddist at vera á vongverjanum í 1. hálvleiki, var fram móti dystarenda tætt við.

Skilagóðir gestir
B36 hevði lisið upp á lektiuna, áðrenn teir fóru á Norðoyastevnu. Verjan helt seg aftarlaga, so einki rúm var aftanfyri teir hjá klaksvíkingunum at leggja langar sendingar at renna eftir í.
Í 1. hálvleiki dusaðu B36arnir - og ikki minst Santos - sær í stóru víddunum, sum teir fingu at spæla í, tí KÍ verjan lá so aftarlaga  ivaleyst tí teir ikki vildu fara at kapprenna við Sylla, Obi og Símun. Liðformaðurin, Klæmint Matras, hevði nógvar nærdystir við Símun Joensen og Oddmar á Lakjuni, og lættbeintu Jóhan V. Gunnarsson og Hanus Thorleifsson megnaðu ofta at leggja góðar sendingar til Sylla Ahmed og hinar í fremstu røð.
Sylla átti at havt fingið mál í 18. minutti, tá ið hann gjørdist púra blankur mitt fyri, men jánkasliga skotið fór við síðuna av. Nógv tað mesta gekk fyri seg á KÍ hálvuni í 1. hálvleiki. B36 hevði álop í báðum borðum, og málið spøkti leingi. Í 35. minutti blokeraði Høgni Madsen, tá ið Sylla hevði fína roynd, og í 38. minutti skoraði Sylla, eftir langt útspark frá Magnusi Poulsen, sum var tryggur avloysari hjá Jákupi Mikkelsen. Bólturin varð snittaður í vinstra borð, Obi sneiddi seg leysan, kontra kom á innleggið, og so var Sylla blankur í brotsteiginum og mitt fyri.
Eftir steðgin og serliga sum 2. hálvleikur leið var luturin hjá B36 at verja, og tá ið KÍ smátt um smátt flutti aftastu menninir longri fram, vóru fremstu menninir hjá B36 nakrar ferðir í góðum støðum at gera mál. Serliga Sylla hevði gyltan møguleika, men liðfelagarnir mundu ivaleyst fyrigeva honum, at hann ikki økti um leiðsluna. Tað vísti seg, at eitt mál var nóg mikið at seta KÍ upp á pláss við!