List er ætlað sum mótvekt til tað verandi

Eg veit ikki, hví myndevnið júst eru fuglar, men eg eri hugtikin av, at teir flúgva, eru styggir og geva løgin ljóð frá sær, sigur Edward.
Hann hevur málað fuglar í øllum litbrøgdum og á framsýningini á Den Frie, hevur Edward fingið skotsmálið, at myndir hansara eru nýbrot. Tær hava ein serligan serligan norðurlendskan dám, sum fanga áskoðaran og fær hann at hugsa.
Í tíðarskeiðnum 2. 15. juni í ár, sýnir hann fram í Galerie Focus í Havn. Talan er um spildurnýggjar serstakar myndir, sum hann hevur givið heitið Fjallbrúður

Dagny Joensen
·················

Hann er klaksvíkingur við stórum K, men vil helst bara kallast føroyingur. Harnæst er hann skapandi listamaður við ymsum og fjøllbroyttum listagreinum. Umframt tað hevur hann við mentanartiltakinum Leikalund gjørt sítt til at menna áhugan hjá klaksvíkingum fyri mentan og list. Á aldargamla plássinum er mentanin sett í hásæti, og er við árunum vorðið eitt vitjanarstað fyri fólk víða um í Føroyum.
Um 41 ára gamli Edward Fuglø ikki fæst við mynd­list­ina, er avbjóðingin kanska at sniðgeva búnar til sjón­leika­­framførslur ella at skapa listarligar palluppsetingar. Eisini bókmentir og frímerki hava notið gott av hansara skapanargleði.
Seinasta átak hansara var saman við 12 føroyskum lista­fólkum at skipa fyri lista­framsýning á Den Frie í Keyp­mannahavn.
Tosar tú við fólk, sum standa listamanninum nær, verður sagt, at Edward Fuglø er ógvuliga gløggur, visuellur og beinrakin listamaður. Hann er ein sannur modernistur, sum er vorðin væl umtóktur fyri sínar myndir uttanlands.
Um at virka og búgva í Klaks­vík sigur Edward Fuglø, at nógv listafólk í Føroyum eru úr Klaksvík, men at tey ikki búgva har.
Tá hann fór niður at lesa, kendi hann seg sum klaksvíking, men tá hann kom saman við sínum landsmonnum í Keypmannahavn, bleiv hann føroyingur.
Edward er útbúgvin á Skolen for Brugskunst í Keyp­manna­havn, har hann gekk í fýra ár og tók prógv í 1991. Tilsamans var hann sjey ár í Danmark og ferðaðist nógv út í heim at síggja heimslist og vitja stórbýir í Evropa.
Tað var av tilvild, at eg kom heimaftur. Leikbólkurin Gríma heitti á meg um at standa fyri einum útileiki á ólavsøku miðskeiðis í nítiárunum. Síðani komu aðrar uppgávur, og eg varð verandi, sigur Edward Fuglø.
Soria Moria slottið
Tá Edward skuldi finna sær íbúð ella sethús í Klaksvík, gekk hann og hugdi at gomlu sýslumanshúsunum, sum fyri smádrongin í síni tíð hevði verið eitt satt ævintýrakent Soria Moria slot. Húsini vóru nú illa farin og sóu út til at rapa hvørja løtu. Brádliga stóðu tey til sølu í bløðunum.
Góðtrúgvin, sum eg var, hugsaði eg, at eg kundi umvæla húsini, men tað var ikki sum at siga tað. Komandi árini gjørdist tað ein verkætlan hjá mær at taka mær av húsunum. Soria Moria slottið er nú vorðin ein Alladdins hola við antikkum innbúgvi og prýdd við kendum listaverkum og standmyndum.
Eg eri soleiðis innrættaður, at eg havi brúk fyri at hava ein grundvøll, sum er mítt egna univers, har eg kann liva og virka og ráða mær sjálvum, sigur Edward, sum saman við ommu síni búði í húsunum fyrstu árini. Tey bæði trivust væl saman, og hann fekk arbeiðsfrið.
Tú hevur verið virkin innan fleiri listagreinar. Hvørja dámar tær best?
Listarliga arbeiðið er eitt lyndi, sum tú ikki kann tøla. Trongdin at skapa myndlist hevur altíð verið til staðar hjá mær, men eg visti ikki, hvønn veg tað bar. Eg havi roynt ymiskt, men nú eg eri 41 ára gamal, havi eg funnið mítt myndamál. Tað er ógvuliga persónligt, og eg meini tað, sum eg vil siga við mínum myndum. Hetta er í dag høvuðslistagreinin hjá mær, sigur Edward.
Um hvussu hansara serliga myndlist skal skiljast, sigur Edward, at tað er torført at siga, men tað kann kanska nevnast eitt pallsett drama:
Eg fái myndirnar inn úr loftinum ikki úr høvdinum men úr einum skýggi beint yvir mær. Tú kanst siga, at eg downloadi tær inn í høvdið, sigur Edward speiliga.
Náttúrumyndir siga ikki listamanninum stórt, av tí at náttúran fyri honum er eitt stað til innlivan og íblástur, men sum hann ikki kann endurgevast á lørifti.
Myndirnar hjá Edwardi eru hinvegin meira surrealistiskar og siga allar sína søgu á sín sermerkta hátt.
Fuglar í klædningi
Í løtuni er myndevnið fuglar í klædningi. Tær eru politiskar á sín hátt og merktar av sjálvsspei og ætlaðar at provokera føroyingar.
Eg veit ikki, hví myndevnið júst eru fuglar, men eg eri hugtikin av at teir flúgva, eru styggir og geva løgin ljóð frá sær, sigur Edward.
Serliga myndin av fuglaskara, sum rópar út í heim, hevur vakt ans: Er nakar har og vil nakar yvirhøvur hava nakað við okkum at gera? er myndateksturin. Í hugaheiminum hjá lista­mann­inum verður tað til, at vit før­oyingar vilja vera so smartir og kulir, hóast umstøðurnar og livihátturin hjá okkum í hesum lítla, veðurbarda landi eru so ymiskar frá tí, fólk á evropeiska meginlandinum liva undir.
Eg haldi avgjørt, at tað er væl, at vit vilja hava teldur, internet, fartelefonir og menn í klædningi og slipsi við stressmappum. Tað er stuttligt og í fínasta lagi og neyðugt, tí vit skulu hava fleiri bein at standa á og kortini: við hvørt skilji eg tað sum gorr.
Edward Fuglø gongur nógv úti í náttúruni, og við hvørt fær hann ein setning í høvdið, tá hann eygleiðir smálutir í náttúruni.
Eg eri ógvuliga hugtikin av blómuni fjallbrúður, sum veksur í fjøllunum. Hon er lágvaksin og hevur stór hvít og gul blomstur. Á framsýningin í Galerie Focus er myndevnið Fjallbrúður, har eg sigi eina søgu um hesa blómuna. Hon er við onkunstaðni á teimum 12 myndunum.
Ætlað sum ein mótvekt
Heldur tú, at tínar myndir rigga í einari vanligari stovu?
Tá eg geri myndir er søla, tað síðsta eg hugsi um. Einki skal stýra mínum málningum og teir eru ikki gjørdir til at sita til litin á eini ávísari sofu ella stovugardinum, sigur Edward avgjørdur.
Hann selur kortini onkra mynd av og á, men heldur ikki, at tað er so umráðandi, men meira um hann kann siga áskoðaranum eina søgu, sum hann heldur er neyðuga at fáa fram.
Tað veldst eisini um, hvussu tú vilt liva. Eg eri so heppin, at eg havi fingið hálvt ára stuðul frá landinum at arbeiða við míni list. Tað tulki eg sum, at onkur virðismetir mínar málningar, sigur Edward og leggur aftrat: List er ætlað sum mótvekt til tað, sum er. Tað er einki skeivt í tí at ganga aðrar leiðir. Tað er bara ein háttur at koma sær víðari.
Tað er tó eingin grund fyri at uppfinna tann djúpa borðiskin einaferð aftrat, Hann skal seg forbarma, um vit bert gjørdu tað. Um 100 ár sæst, hvør list heldur seg livandi, sigur Edward og leggur aftrat:
Eg síggi bara heimin úr einum sjaldsamum sjónarhorni, men haldi ikki, at mín list er so nógv øðrvísi enn aðrar. Tað er bara erligt og uttan fyrilit.
Leikalund
Edward heldur, at tað var til­vildin, sum ráddi, tá hann keypti og umvældi gomlu sýslu­manshúsini í Klaksvík. Somuleiðis at húsini standa beint niðan fyri gomlu handilshúsini hjá Jens Klæmind Isaksen, sum eru frá 1837 og eru sera væl varðveidd.
Hann mintist frá barnadøg­un­um, hvussu hugnaligur hand­ilin var, men helt, at tað var nyttuleyst, tá rullugardinur fjaldi umhvørvið har.
Edward visti, at handilin kundi nýtast til eitthvørt endamál og gjørdi av at geva mentanini inni­vist har. Klaksvík var fiski­vinnubýur burturav, og umframt í samkomum og innan ítrótt, hendi ikki so nógv. Hann vildi hava fólk at koma inn í handilin, blaða í eini bók hon bítur jú ikki. Tíma fólk ikki at lesa bókina, kundu tey lesa um innihaldið á baksíðuni so høvdu fólk ið hvussu er fingið okkurt út aftur við sær. Tímdu tey ikki at keypa fløgur, so kundu tey lurta eftir onkrum lagi o.s...fr.
Bara tað at koma inn í hand­ilshølini og kenna mentanarliga súsið, skuldi vera ein uppliving í sjálvum sær. Tað unti eg fólki, sigur Edward.
Lat fara at talan ikki er um yvirskotshandil, tí tað var onga­ntíð ætlað sum handilsligt virksemi burturav.
Endamálið við tiltakinum var at geva fólki eina øðrvísi uppliving.
Umráðandi at samleikin fylgir tær
Edward heldur ikki, at tað ger nakað, um tað manglar eitt ð í eini bók, men um tað manglar eitt null á botnlinjuni í roknskapinum, kann tað fáa katastrofalar fylgir.
Sjey ár eru liðin, síðani hand­ilin læt upp. Í fyrstuni seldi hann fløgur og plakatir, men við tíðini mentist virksemið, sum nú, umframt at selja bøkur, fløgur og filmar, eisini umfatar listaframsýningar, konsertir og bókakvøld, og kafé er eisini er í hugnaligu, gomlu hølunum. Hetta tiltakið var ætlað klaksvíkingum í fyrstuni, men sum fráleið hava eisini fólk kring landið fingið áhuga at vitja í Leikalund.
Eg havi ikki stundir at vera við í hesum arbeiði longur, men eg vóni, at tað kann liva víðari, sigur Edward, sum ætlar sær at verða verandi í Klaksvík. Hann fer í næstum út at ferðast og hevur fingið møguleikan at fara til Roma at arbeiða í tveir mánaðir.
Tað er spennandi at vita, hvat fer at henda, tó er tað umráðandi at samleikin fylgir tær, tí tá kanst tú altíð mennast í tínum listaarbeiði, sigur Edward Fuglø.