Birgir er ikki eitt menniskja, ið ger nakað hóvastak burturúr sær sjálvum. Altíð so friðaligur og vælfyrireikaður, áðrenn hann talar og handlar. Neyvan áhugaður at síggja sín persón nevndan og róstan alment. Hóast so er, vilja vit fegin spinna honum ein søgutráð á 50 ára degnum.
Birgir er elsti sonur av trimum børnum hjá Annu og Hans Toftheyggj við Toftir í Hvalba.
Ungur fór Birgir í timburlæru hjá Odmar við Sílánni á Tvøroyri. Væl hevur ligið fyri hjá honum sum timburmaður. Meira enn 30 ár eru farin innan timburyrkið, og væl hevur hilnast, tí handverkið er honum í blóðið borið úr báðum ættum.
Í mong ár arbeiddi Birgir saman við Jens Paula Holm við Neyst í Hvalba. Seinni saman við Vilmund Michelsen av Tvøroyri, Danjal Olsen og Tommy Olsen úr Hvalba. Síðstnevdu arbeiðir hann saman við enn. Eisini hevur hann ávísar tíðir arbeitt sjálvur, og mong eru dømini um vakurt handverk m.a. Træslottið undir Myllifossinum við Hamarsá.
Faðir Birgja, Hans Toftheyggj, var kongsbóndi Uttan Knúka, ein hagi á 3 merkur úti í Vatnsdali í Hvalba, eitt langt lívsskeið. Birgir fyldi trúfastur hansara fótafetum frá smádreingi av. Fyri nøkrum árum síðani legði Hans frá sær, og Birgir tók við festinum eftir faðir sín, soleiðis sum siðvenja hevur verið millum ættarliðini. At bóndast hevur verið hansara stóri áhugi, og í nógv ár hevur hann eisini havt neyt. Ikki er tað so langt síðan, at tað stóð at lesa í bløðunum, at vistfrøðiligt neytakjøt var tøkt í Hvalba frá Birgja Toftheyggj.
Hans, Birgir og Hanus trý ættarlið hava rikið saman Uttan Knúka í mong ár, og ætt og vinir hava verið við, og stuttligt hevur verið í haganum. Út á dagin, tá rakstrarfólkið troytt og væluppløgd koma heimaftur, koma øll hvørja ferð til búgvið borð við Toftir. Søgurnar, ið fylla rúmið ein slíkan dag eru góðar og stuttligar, og lagið lætt og gott. Nakrar av løtunum eru partvís søga í dag. Teir eldru av rakstrarmonnunum gjøgnum fleiri ártíggju eru falnir frá sjálvum rakstrinum. Teirra millum, faðir og svigarfaðir Birgja og trúfasti rakstrarmaður og vinur Birgja, Sigvald Hentze, ið ikki er okkara millum longur.
Birgir bygdi sjálvur húsini við Toftir og skapti eitt vakurt og hugnaligt heim saman við ungdómsunnustuni, Sigrun. Eins og í ævintýrunum giftist tey og fingu børn, eina dóttur og ein son, og liva tey, eins og í ævintýrunum, vónandi lukkuliga til teirra dags enda...higartil hevur so í øllum førum gingið væl. Dótturin, Margretha, lesur til sjúkraástøðing í Esbjerg, og sonurin, Hanus, lesur á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Ikki kann sigast annað enn at Birgir altíð hevur gingið høgt uppí børnini og familjuna, og at tey øll eru ógvuliga tætt knýtt.
Síðstu árini hevur Birgir verið degnur í Hvalbiar kirkju. Tokkin til kirkjuna og at tæna kirkjuni, hevur hann ikki frá fremmandum. Móður Birgja, Anna Toftheyggj, f. Skaalum, helt Hvalbiar kirkju reina og vakra alt sítt virkna lívsskeið, og sat í kirjuráðnum, eins og Birgir situr í kirkjuráðnum í dag. Eisini hevur Birgir havt fleiri álitisstørv í sóknini, m.a. nú í vatnsýninum og grindaformaður.
Birgir er trúgvur áskoðari hjá Royn á heimavølli og hevur nú í fleiri ár verið ein av trúgvu álitisfólkunum til basararnar hjá Royn.
Á 50 ára degnum var Birgir burturstaddur í Esbjerg. Dagurin var hildin saman við vinmanninum Pól, hjá Mariu Olsen úr Hvalba, ið eisini rundar tey 50. Pól ynskja vit eisini hjartaliga tillukku. Dagin hildu teir saman við sínum kæru. Vónandi í fagrasta sólskyni, tí leingi hevur verið umrøtt, at eitt heilt lamb skuldi grillast undir opnum himni.
Vit í Garðsenni í Hvalba, vilja við hesum heiðra Birgja og takka honum fyri, at hann altíð hevur verið so góður at heita á. Birgir er okkum ein góður svigarsonur og svágur, og vit ynskja honum hjartaliga tillukku, við ynski um eitt framhaldandi ljóst og eydnuríkt lív.