Hátíðarhald
Týsdagin um 17-tíðina legði garnaskipið, Drelnes, sum Gudmund Mortensen hevur keypt av Strondum, til bryggju á Tvøroyri.
Væl av fólki var samankomið til móttøkuna, sum varð hildin í fagrasta veðri við hornatónleiki og røðu.
Tá ið tann formelli parturin av móttøkuni var av, bjóðaði reiðarin øllum umborð at síggja skipið. Blíðskapurin var stórur, bæði við góðgæti og onkrum leskandi til stór og smá.
Drelnes er fyrrverandi Jónrit, sum Niels Jakku Nielsen á Strondum seinastu árini hevur átt. Strandingurin hevur áður átti eina aðra Jónrit, sum var ein sonevndur skittfiskabátur. Hesi skip endaðu sínar dagar í Norðsjónum, tá ið tey ikki longur sluppu at fiska í føroyskum sjógvi.
Drelnes ella Jónrit er fyrrverandi trolarin Akraborg, sum Niels Jakku læt umbyggja til garnaskip. Upprunaliga er hetta ísfiskatrolarin, Akraborg, sum áður hevur havt heimstað í Vági, Sørvági og Leirvík.
Góð apetering
At síggja til uttan, krevur skipið eina hond, men øll apeteringin er í góðum standi og er sera snotulig.
Drelnes hevur loyvi at fiska svartkalva og havtasku. Skipið hevur veiðiloyvið hjá Ólavi Hvíta, sum Niels Jakku keypti til endamálið.
Gudmund Mortensen og hansara menn eiga nú tvey garnaskip, Nim og Drelnes, umframt djúpvatnstrolararnar, Rankan og Rasmus Effersøe, sum er fyrrverandi Snoddið, ið toftamenn á sinni lótu byggja.
Einir 10-11 mans verða við Drelnesi, og sum skilst, fylgja nakrir av gomlu manningini við skipinum, sum nú hevur heimstað á Tvøroyri.
Ringvirkningar
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sum helt røðu við hátíðarløtuna, fegnast um, at Suðuroyggin nú eigur eitt skip og veiðiloyvi aftrat.
- Eitt slíkt arbeiðspláss hevur stóran týdning fyri bygdina og fyri oynna sum heild, tí ringvirkningarnir eru so nógvir og nógv fleiri, enn vit hugsa um, sigur hann.
Hann vísir á, at Tvøroyri hevur hildið rímiliga fast um skipini, sum hann tekur til.
- Í apríl kom línuskipið, Hoyvíkingur, sum júst er settur í stand og nútímansgjørdur, til bygdina. Hoyvíkingur hevur leingi havt nært tilknýti til bygdina gjøgnum Delta-menninar, men nú er skipið so eisini heimahoyrandi her suðuri við Marneri Lisberg sum reiðara, sigur Kristin.
Kristin Michelsen sigur, at Hoyvíkingur hevur verið heimahoyrandi á Sandi, men er í dag einasti línubátur av hesi støddini, sum hevur heimstað í Suðuroy.