Fótbóltur
Tað var ongan tíð nakar ivi um, hvat liðið var hitt betra, tá EB/Streymur var á vitjan í Vági sunnudagin.
Undan dystinum boðaði stigatalvan frá, at vertirnir máttu roknast sum favorittar, og so løgdu teir líka í hagtølini. Hesi søgdu nevnliga, at tað enn ikki hevði eydnast EB/Streymi at taka øll stigini í Vági, tá kappast hevur verið í fremstu røð.
Stórbjarging helt nullið
Uppleggið hjá EB/Streymi hevur fyri tað nógva verið rættiliga einfalt, nú teir otað seg alt longur fram. Fyrst og fremst, so hevur liðið verið væl skipað í verjupartinum, og síðani hevur tað gingið skjótt, tá spælt verður frameftir.
Tann uppskriftin varð eisini nýtt hesaferð, og fortreytirnar gjørdust ikki verri, tá teir eftir bara átta minuttum løgdu seg á odda. Hetta tá Hans Pauli Samuelsen sendi fríspark beinleiðis í kassan. Marcin Dawid fekk annars fatur á bóltinum, men tá var málverjin longu hálvan metur innan fyri strikuna.
Dysturin kundi kanska tikið eina øðrvísi vend, um tað hevði eydnaðist vertunum at javna. Stóra møguleikan til hetta fingu teir eftir hornaspark, men Rene Tórgarð hevði framúr góða bjarging í tveimum atløgum, og eftir tað var avmarkað, hvussu stór mótstøðan hjá gestunum var.
Stutt fyri steðgin øktu teir so til 2-0. Sorin Anghel sendi inn um verjuna til Hans Paula Samuelsen. Og tá málverjin fór púrasta skeivur av bóltinum, kundi víkarmaðurin mest sum spáka hann í netið til 2-0.
Einvegis
Og eftir steðgin var eingin ivi. Hóast ættin nú skifti nakað, soleiðis at EB/Streymur hevði lotið ímóti báðar hálvleikirnar, so nervaði hetta ikki liðið tað allarminsta.
Gert Hansen sendi eitt drønskot yvir hálvan vøllin í kassan til 3-0. Innskifti Leif Niclasen, sum fyri stuttum skeyt sítt fyrsta mál á besta EB/Streyma-liðnum yvirhøvur, økti til 4-0, áðrenn Arnbjørn Hansen setti seinasta seymin. Eitt mál, sum eisini vakti stóra gleði, nú Arnbjørn í nógvum førum hevur verið so sera nær við at fáa glið á málskjótingina.
Og sum skilst, so kundi talan eisini verið um væl størri sigur, um tað skuldi verið. Sorin hevði einar tveir stjórar, sum vórðu misnýttir, og eisini í øðrum førum var talan um heilt góðar møguleikar.
Aftur í Gundadal
Hýrurin á spælarum og viðhaldsfólkum hjá EB/Streymi mundi ikki gerast verri, tá tey høvdu sessast í bussin, sum skuldi føra tey til Drelnes. Har kundu tey fylgja við í seinastu minuttunum av dystinum í Klaksvík, og fagnaðurin var ovurstórur, tá gøtumenn javnaðu til 1-1.
Tað úrslitið ber við sær, at EB/Streymur styrkti um støðuna í oddinum. Og nú er so upp til spælararnar sjálvar, um tann gongdin skal standa við. Komandi umfarið skulu teir til Havnar at spæla móti HB, sum hesaferð vann seg upp á silvurplássið.
Tá skal VB/Sumba til Gøtu á møtumikla uppgávu. Ógjørlig er hon sjálvandi ikki, men skal nakað munagott úrslit spyrjast burturúr, so er alneyðugt, at menninir vísa meira, enn teir hava gjørt tær báðar seinastu ferðirnar. Her hava avrikini ikki bent á, at liðið ætlar sær at berjast móti niðurflytingarvandanum, og verður tann hugburðurin ikki broyttur, kann talan heilt skjótt gerast um eina enn truplari støðu í tunga endanum av stigatalvuni.