Undirritaði var ein av teimum mongu, sum við familjuni var á Knúki hendan minningardagin. Hetta var av sonnum ein hátíðarløta har álvarsemi lá yvir fólkinum og tár runnu, tá sungið og røtt varð, og ikki minst [...] minningarløtuna. Hann nevndi m.a., “at sálarlig kreppuhjálp var ikki til tá, og at tey avvarðandi fingu ikki loyvið at síggja sín i kæru, sum var við til at reisa nógvar óloystar spurningar.” Jógvan Fríðriksson [...] fólk vóru savnaði um steinin, har ein minnispláta av kopari varð sett upp við nøvnum teirra, sum umkomust. Tað var við henda steinin flogfarið steðgaði – eitt ævigt minni! Hetta var eitt Fokker Friendship
Amerika. Kórið hevur verið í Føroyum einferð fyrr, tað var í 1984, tá ið konsert var í Havn, í Klaksvík og í Vági. Kórið hevur eisini givið eina fløgu út, hon nevnist Suðurnesjamenn og verður at fáa á konsertunum [...] her er vítt til veggja, ofta í sera lívligum og hvassum orðaskifti, um sosialismu og sjálvstýri, um neyðsemjur í gerandisdegnum og um politiskar hugsjónir. Men eg skal viðganga, at eitt mál hevur lagt seg [...] einar frælsar Føroyar kunnu standa á. Javnaðarflokkurin loypir ikki eftir einum fullveldi, sum búskaparligt og fyrisitingarligt grundarlag ikki er undir, og sum vit skulu gjalda fyri við skerdum samfelagsligum
Sostatt eru trý av búfólkunum á sama heimi nú farin um tey hundrað& Men søgan um høga aldurin á Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi endar ikki her, tí um góðar níggju mánaðir, nevniliga 27. juni komandi ár [...] gera heimið hugnaligt til 100 ára føðingardagin hjá Karini Joensen leygardagin. Men tað var ikki bara heimið, sum var pyntað. Tað vóru búfólkini, sum øll vóru við til borðhaldið, so sanniliga eisini. Øll [...] hetta var ov lítið, og tí varð neyðugt at seta tvey borð upp aftrat. Tá ið saman um kom, sótu tilsamans 217 fólk til borðs. Hugnalig løta Á Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi siga tey, at hetta var ein sera
Fríðrikur Sivertsen av Viðareiði var bara 16 ára gamal, tá i hann fór úr skúlanum. Hann tók 9. floks og fór so til skips. Tað var í 1980. Sama ár stóð hann dugnasakpsroyndina á kvøldskúlanum. Tvey ár hevur [...] Setti sær mál Fyri trimum árum síðan fann hann uppá at fara upp á skúla. - Í fyrstani var tað nokkso tungt, ti eg hevði ikki gingið í skúla í so nógv ár. Men eg kom skjótt í gongd, tí eg hevði sett mær eitt [...] skipari, og nú skipsførari. Hann sigur, at hon hevur fingið góð úrslit til próvtøkuna nú. Teir vóru 17, sum í dag hava verið uppi í navigasjón. Teir kastaðu lut um raðfylgjuna, nær teir skuldu upp til roynd
veiðiøki. Spurningurin er tó, um Grønland, tá flytingin fór fram, í praksis ikki var umfatað av donsku grundlógini, sum m.a. snýr seg um »boligens ukrænkelighed« og kravið um endurgjald við ekspropriatión [...] búði har á leið, var helst greitt frá byrjan. Kanningarnevndin frá 4. juni 1987 metir í síni frágreiðing um byggingina av Thulestøðini í 1953: »Tað er neyvan nakar ivi um, at tað ikki undir ella í sambandi [...] Ætlanirnar komu ikki fram í ljósið, fyrr enn Danmark og USA í 1951 samráddust um eina nýggja verjuavtalu. Her gjørdist tað greitt, at tað frá amerikanskari síðu vóru ætlanir frammi um ein risastóran útbúnað
aftur um russiska markið, sigur finska útvarpið. Finska løgreglan ivast ikki í, at kvinnurnar skuldu seljast til skøkjulevnað í vestur- og miðevropeiskum londum, og hon hevur illgruna um, at hetta var ikki [...] Finska marknaløgreglan steðgaði fyrradagin einum bussi, sum skuldi um markið úr Russlandi. Tað vísti seg, at fýra menn og 48 georgiskar kvinnur vóru í bussinum. Øll høvdu visum frá svenska konsulátinum
filmskaparar úr 27 bólkum kring alt landið teknaðu seg, og úrslitið var eitt ótrúliga gott og fjølbroytt filmsupplivilsi. Evnið í ár var ævintýr, og millum annað skuldi vatn spæla ein leiklut í filmunum [...] veruliga heimin og ævintýrheimin var serstakliga væl framt. Pallsnið, búnar og óhugnaligi skeggdrekin gjørdu filmin einastandandi. Ein serstøk viðmerking frá dómsnevndini var, at hesin filmur saktans kundi [...] stuttligan mockumentary, vunnu filmskapararnir stórt. Dómsnevndin segði, at hetta var eitt genialt hugskot, sum tey als ikki høvdu roknað við at síggja. ##med6##
eina sátt um, at raksturin í krónum og oyrum var hin sami øll árini í samgonguskeiðnum, tá hevði støðan ídag verið hon, at yvirskot var á fíggjarlógini, hóast danska leigugjaldið, ella olmussan um ein vil [...] kunngjørt í Týskalandi fyri kortum: Mehrheit ist Mehrheit. Nú ræður um ikki at stinga upp fyri hóttanum og útgjarðingarkynstri andstøðunnar. Um ikki at fáa kvababbilsi og ringar nervar av tómum oyðsli, sum eingin [...] um sólskini, er linkandi, - tí ræður um fyrilit og skil. Tað eru ongar ábendingar um, at tað almenna eigur at vaksa um ferðina á búskapinum. Og tað er heldur ikki neyðugt. Soleiðis sum arbeiðsstøðan og
dysti. Men tað kann væl ikki vera meiningin, at ein góður spælari als ikki skal sleppa at spæla. Sjálvandi er eingin lóg, sum forbjóðar mansverju, men spælararnir máttu um ikki annað havt somikið av virðing [...] møguleika til skot, eri eg sum so ikki til reiðar til hetta, tí tú ert jú als ikki upphitað. So vildi tað verið til nógv størri gleði hjá mær sjálvari, um eg bara var heima saman við manni og barni og [...] heldur hon, at stuttleikin nú er um at fara av spælinum. - Sum støðan hevur verið í ár, so havi eg verið mansvard frá at kalla fyrsta minutti í hvørjum einasta dysti. Eg dugi væl at skilja, um hetta verður
r eru enn ikki í dag sannførdir um, at tann einsamalli Lee Harvey Oswald var maðurin, ið gjørdi av við yngsta forseta landsins nakrantíð. Tað eru ikki skrivaðar nær námind so nógvar bøkur um eitt morð [...] morð, sum um Kennedy-morðið, og enn í dag er ósemjan millum tey, ið trúgva sonevndu Warren-frágreiðingini og tey, sum halda talan var um eina samansvørjing. Morðið varð kannað av FBI beinanvegin, og 14 dagar [...] við júst somu niðurstøðu. Brennandi spurningurin í morðinum er, um deyðiliga kúlan kom aftan ífrá, so sum Warren-nevndin segði, ella hon kom framman ífrá, so sum aðrir granskarar halda. Nú so long tíð