Men upplýsingurin sá ikki út til at imponera deyðan. - Eg eigi tveir trolarar, royndi ríkmaðurin meira spakførur, men sama skilið. Deyðin nærkast seingini. Síðani græt hin sjúki, at hann var limur í kirkjuráðnum, átti ein stóran handil, konu og fýra børn. Men sama skilið. Deyðin var nú komin heilt yvir til seingina og eggin á líggjanum blunkaði. Tá spældi hin ríki út sín seinasta trumf. - Eg eri limur í Havnar Klubba. Og tað virkaði. Tá bakkaði deyðin.
Tær ríku Føroyar liggja illa sjúkar í ríkisfelagsseingini. Búskaparliga og politiskt-sálarliga. Við eini inn-opereraðari fóðurpatrón, - í øðrum reyvabøllanum. Sambært fíggjarlógaruppskotinum skal sjúklingurin í komandi ári hava 480 milliónir krónur í fremmandari fíggjarorku, fyri ikki at doyggja í raki. Sálarligi trupulleikin er, at ljósvarparin bara verður settur á linkin inn í danska ríkiskassan og ikki á egna uppdrift, á hin fríska partin, sum hóast alt klárar at skapa eina peningagerð, ið er 20 ferðir størri enn hetta imperialistiska avláti frá dønum. Og samríkjamenninir endurtaka bragdið, blaka uppí saman aftur seinasta trumfin út á borð-ið, sum er: Vit eru limir í ríkisfelags-klubbanum, sum tryggjar okkum búskaparliga ævinleikan. Seinasta sambandsargumentið. Seinasta slintran á fúnaða kúganarásinum, hiðani og til Keypmannahavnar. Og higartil hava teir megna at hildið stand, ímóti teimum, sum í 150 ár hava stremba framímóti polit-iska frælsinum, - í hesum landinum. Teimum sum ætla, at endi skal gerast á donskum yvirræði á føroyskum ognum.
Sambandsmaðurin sigur tvær milliónir í yvirskoti. Tjóðveldismaðurin sigur 150 milliónir í yvirskoti. Báðir fara blóðuga skeivir. Sambært uppskotinum eru vit ((630 - 150) = 480 milliónir krónur) frá búskaparliga frælsinum. So nær málinum hava vit ikki verið í eitt mannaminni. Bera vit okkum rætt at nú, stimbra motivatiónina, menna kon-ditiónina, offra eitt sindur mótvegis sjálvsvirðingini, soleiðis at sjúklingurin fær fremmandu fóðurpatrónina úrtikna í hesum valskeiðnum, tá hava sjálvstýrismenninir á hesum høga tingi framt ein søguleigan leik, sum fyri mong var óhugsandi, eitt utopia, bara fyri fáum árum síðani. Politiska frælsi kemur tá av sær sjálvum. Um nakað skil er á nøkrum.
Tað er ikki hissini djob at snikka til eitt fíggjarlógaruppskot. Atlitini eru so mong. Politisku málini so ymisk. Tá ið fýra rættiliga ymiskir flokkar mynda eina samgongu gerst leiðin torgingin, frá tí at krøv, ætlanir og útlit verða latin út í politisku kvørnina og haðartil skreytútgávan, við busjettinum, liggur á borðinum hjá teimum, ið fólkið hevur kjósað sær, - at forvalta framtíðina. Svertan er nú tornað. Úrslitið komið fyri ein dag, sum er malið útaftur eftir ótaldar fundir og drúgva parlamenteran, og tað sær út til at fíggjarmálaráðharrin, so nøkulunda, í hvussu er, hevur vunnið sær politiskan ryggdekning, soleiðis sum slagið higartil hevur gingið á tingi. Spurningurin er bara, um lúturin er nóg sterkur?
Nógvur turbolensur hevur amast uppi á hesi samgonguni síðani hon kom í stropa. Orsøkin hevur sum oftast verið tápuligar og lítið umhugsaðar eskapadur hjá ting- & landsstýrismonnum. Tó so, higartil hevur hon riðið stormin av sær, eisini í seinastu meiningarkanningini, fyri fáum døgum síðani, í mestan mun eini steindeyðari andstøðu fyri at takka, men tíðin hiðani og fram til jóla verður avgerandi aðalmótið, harið fæst at vita um ryggurin í monnum heldur, til at reka ein somikið strangan búskaparpolitikk, sum er alneyðugur nú, tá ið vørpini haka harðligari í botnin enn hesi undanfarnu fýra árini. Sjálvt um samgongumeirilutin er smalur, so eigur hann at kunna brúkast. Rætt. Sum Schrøder tók upp eftir Konrad Adenauer tá ið valúrslitið varð kunngjørt í Týskalandi fyri kortum: Mehrheit ist Mehrheit. Nú ræður um ikki at stinga upp fyri hóttanum og útgjarðingarkynstri andstøðunnar. Um ikki at fáa kvababbilsi og ringar nervar av tómum oyðsli, sum eingin peningatrygd er aftanfyri. Líka mikið hvaðani tað kemur.
Tað sigst, at ein fívil skuldi ganga leysur úti í Tinganesi fyri fáum árum síðani. Eingin varnaðist tá ið hann kom, eingin varnaðist at hann var har og heldur eingin varnaðist, tá ið hann fór haðani. So væl skuldi hann falla inn í landslagið harúti. Soleiðis verða søgur smíðaðar um politiskar samgongur, sum ikki kendu dagin og tíman tá ið rættar og ofta krevjandi avgerðir skuldu takast um framtíðina hjá føroyska samfelagnum. Tað gongur ikki altíð sum eftir ánni, men ein sterk politisk skipan, hugdjarvir menn við ryggi og bjørtum málum, - kunna forða vanlukkum. Kunna taka ringastu sveipini, sum nú einaferð eyðkenna marknaðarbúskapin, ið vit eftirhondini eru vorðin ein natúrligur partur av.
Tað hevur gingið við rúkandi ferð hesi seinastu fýra árini. Óvanligur vøkstur. Yvirskotið á fíggjarlógini hevur kjálkað upp ímóti upphæddini á danska blokkinum, sum eftirhondini er einasta argumentið, ið sambands- & javn-aðar-menninir hava eftir í ermini, í forðanini fyri at Føroyar gerast ein sjálvsagdur og sjálvstøðugur partur av alheimssamfelagnum. Nú sær út til at vøksturin verður nakað lakari. Sum klaksvíkingurin segði: Marknaðarbúskapurin líkist streymtalvuni hjá Fischeri Heinesen, harðari og spakari rák. Á sama hátt sum útróðrarmaðurin leggur sær lívið til rættis, skal politikarin eisini gera tað. Taka tað súra við tí søta.
Republikanska renslið er spakari nú enn tá ið hendan samgongan sá dagsins ljós í 98. Seglini repaði. Av ymsum orsøkum, sum eingin orsøk er til at grava í, nú ein nýggjur leistur er lagdur fyri fýra ókomin ár. Men harfyri hevur ein politiskur meiriluti, sum ber heitið av eini sjálvstýrissamgongu, hópin at taka sær fyri og av. Nú ræður um at halda fast um ein skilagóðan fíggjarpolitikk til fólksins frama og at skipa samfelagið soleiðis, at sambandsargumentið, danski blokkstuðulin, er tarvleysur og burturbeindur tá ið veljarin aftur fær orðið hin 30. apríl 2006.
Tað er so sára lætt at vera vísur í afturhvarvi. Men eru føroyingar eina milliard eyðnuríkari ídag enn fyri fýra árum síðani? Liva teir eina milliard betri enn fyri fýra árum síðani? Hetta er tað sum samfelagsraksturin er bólgnaður ímeðan hendan samgongan hevur sitið. Tað er trupult og tungt at stjórna í góðum tíðum, hvaðna verri enn í ringum tíðum, trýstið á systemið er øgiligt, yvirbjóðingarnar lagghallar av fiti, men tað eigur og skal bera til at reka eitt samfelag skinsamiliga, eisini í góðum tíðum, uttan at alt lessið rapar framav.
Hetta er rein hypotesa, men høvdu menn fyri fýra árum síðani gjørt eina sátt um, at raksturin í krónum og oyrum var hin sami øll árini í samgonguskeiðnum, tá hevði støðan ídag verið hon, at yvirskot var á fíggjarlógini, hóast danska leigugjaldið, ella olmussan um ein vil, blokkstuðulin, hevði verið endaliga niðurlagaður. Vøksturin verður sjálvandi ikki hin sami komandi árini. Men vit hava eina av heimsins dýrastu fíggjarlógum pr. íbúgva. Burdu harvið kunna tolt, at bara eitt lítið sindur varð hakað í. Kanska skuldu vit hildið fast við nett sama útreiðslustøðið, sum í inniverandi ári. Framígjøgnum alt samgonguskeiðið. Afturat hesum verður neyðugt, fyri ikki at siga alneyðugt, við skilbótum, rationaliseringum, í almenna sektorinum, sum gera tað uppaftur lættari, at koma fram til ein sjálvbjargnan búskap.
Einaferð hoyrdist frá eini ætlan, harið stirvni Normann-bygnaðurin skuldi kollveltast og broytast, rationaliserast. Tað hendi onki annað enn tað, at bygnaðurin um skamma stund fer at vera víðkaður við trimum nýggjum aðalstjórum, hvør við sínum dalsaka og langa hala av embætisfólki. Tað bøtti ikki um, at talið av landsstýrismonnum varð økt, heldur skuldu seglini verið repaði her eisini. Tað er lítið sambærligt og skilagott, at ein koloni hevur eins nógvar ministarar, sum fleiri fullvaldaríki hava. Men kanska hevur hendan koloniala kuvøsutilveran eitt slag av politiskum leti við sær. Serliga tá ið ovurhonds gróður er í búskapinum. Her er nóg mikið at fara í holt við hjá hugaðum monnum og kvinnum.
Frisørsalónirnar draga nú búskaparliga lessið. Skvampa í búskaparligu eftirglóðini frá ovurhondsvøkstrinum hesi seinastu árini. Fyrstu indikatorarnir boða nú frá, at vøksturin í inntøkum landsins fara at stagnera. Vøksturin í eksportvirðinum hevur mist ferðina, er kanska minkandi. La belle epoque, tíðin við rúkandi vøkstri, støðugum búskaparligum sólskini, er linkandi, - tí ræður um fyrilit og skil. Tað eru ongar ábendingar um, at tað almenna eigur at vaksa um ferðina á búskapinum. Og tað er heldur ikki neyðugt. Soleiðis sum arbeiðsstøðan og aðrir faktorar standa í løtuni. Heldur tvørturímóti. Tí er løtan lagalig, at støðga á og gera ein roynd at tálma sveipunum, soleiðis at búskaparliga streymtalvan verður lættari, bæði hjá fólkinum og okkum, teirra álitismonnum, at koma sær ígjøgnum. Hetta verður til frama fyri alt og øll, - uppá sikt. Tað sum landsstýrið ikki megnaði áðrenn teir tveittu okkum busjettið niðan hiðar, tað mega vit í fíggjarnevndini royna at snøgga til sum frægast, soleiðis at úrslitið verður áleið tað, sum vit ætlaðu.
Mítt tilmæli, viðvíkjandi fíggjarlógini fyri árið 2003, skal vera, at samgongan heldur rimmarfast um ein útreiðslusteðg, í krónum og oyrum, soleiðis sum menn og kvinnur í grundini vórðu samd um, á einum samgongufundi fyri kortum, og at hon skjótast gjørligt fer undir at skilbóta alt óneyðugt alment ístur burtur úr samfelagnum. Bara soleiðis kann hon berja seg fram á endaliga málið: Ein sjálvberandi búskap, sum nú so serføroyskt, sigst vera fyritreytin fyri einum politiskt frælsum samfelag.
Alternativið verður sum tá ið høvdið á Don Carlos lá undir falløksini, guillotinuni, og bøðilin segði við hann: "Nú drepi eg teg, men tú skalt vera vísur í tí, at hetta er bara til títt egna besta." Eitt danskt búskaparligt statskvett, sum vit upplivdu tað fyri effinett tíggju árum síðani. Latið tað ongantíð henda aftur. Tað kemur at standa á onkustaðni. Onkur tognar í hvørjari lykkju. Men tað er nú, at ryggurin skal halda, sum fólkið hevur valt.