Christian Schultz-Lorentzen
Tá Thulebúgvarnir við bert fýra daga skotbrái á vári 1953 vórðu fluttir frá Uummannaq til Qaanaaq fyri at geva pláss fyri eini útbygging av amerikansku herstøðini í Thule, bleiv tað samstundis startskotið til eina trætu við danska statin, sum í dag, 46 ár seinni, enn ikki er endað.
Mánamorgunin byrjar seinasti kapittul í hesum umfevnandi málinum, sum er størsta sivila rættarmál í allari danmarkssøguni. Tað verður í Eystara Landsrætti, har felagið Hingitaq 53 og 610 Thulebúgvar gjøgnum sakførararnar Henrik Karl Nielsen og Christian Harlang hava lagt eitt endurgjaldskrav fram móti danska statinum.
Kravið ljóðar upp á 158 milliónir krónur í endurgjaldi fyri versnaða veiðu umframt rættin til aftur at búseta seg ella í øllum førum veiða og fiska frítt í gamla Thuleøkinum. Krøv, sum danski staturin avvísir blankt, tí tað verður sagt, at flytingin fór fram sjálvboðin.
Søgan um flytingina av Thulebúgvunum er full av trygdar- og verjupolitiskum áhugamálum, sum ganga aftur til tíðina undir seinna heimsbardaga, tá danski sendiharrin í USA, Henrik Kauffmann, í 1941 upp á eginhond gjørdi eina bindandi avtalu við amerikumenn um at gera herstøðir í Grønlandi. Ein avtala, sum í prinsippinum ikki kundi sigast upp, og hvørs innihald eisini fekk týdning í kalda krígnum, sum skuldi koma seinni.
Fíggindin eystanfyri
Eftir seinna heimsbardaga ásannaði USA skjótt, at herstøðirnar kundu brúkast til annað enn bert lopfjølir til gamla krígsherjaða Europa. Støðirnar kundu vera fyrsta verjan móti nýggja høvuðsfíggindanum Sovjet. Ikki minst Thulestøðin, sum við árunum fekk týdning sum ein framskotin operatiónsstøð fyri at tryggja, at strategisku bumbuflogførini hjá USA kundu røkka Moskva og ídnaðardeplarnar í Sovjetsamveldinum, eins og støðin kundi nýtast sum ein framskotin loftverja og ávaringarstøð fyri amerikanska meginlandið.
Longu árini 1948-50 fóru amerikumenn at gera eina nágreiniliga ætlan fyri Thulestøðina, uttan at donsku myndugleikarnir vistu av hesum. Ætlanirnar komu ikki fram í ljósið, fyrr enn Danmark og USA í 1951 samráddust um eina nýggja verjuavtalu. Her gjørdist tað greitt, at tað frá amerikanskari síðu vóru ætlanir frammi um ein risastóran útbúnað í Thule. At útbyggingin fór at fáa avleiðingar fyri fólkið, sum búði har á leið, var helst greitt frá byrjan. Kanningarnevndin frá 4. juni 1987 metir í síni frágreiðing um byggingina av Thulestøðini í 1953:
»Tað er neyvan nakar ivi um, at tað ikki undir ella í sambandi við samráðingarnar hevur verið talan um, hvørjar avleiðingar byggingin av støðini í Thule hevur havt fyri íbúgvarnar har, og at ein av hesum var fólkaflytingin, sum hendi í 1953.«
Ríkisdagurin (táverandi fólkatingið, blðm.) góðkendi tann 8. juni 1951 nýggju verjuavtaluna, sum lat upp møguleikan fyri útbyggingini av Thulestøðini og øðrum støðum í Grønlandi. Grønlendsku myndugleikarnir vórðu ikki spurdir í sambandi við góðkenningina hjá Ríkisdegnum. Tað hendi, uttan at táverandi grønlendska Landsráðið visti nakað ? ikki fyrr enn á heysti sama árið fekk Landsráðið nakað at vita um avtaluna, og tá bert sum eitt kunningarmál.
Hol í verjuni
Danmark hevði av trygdarorsøkum nógvar orsøkir til at eftirlíka ynskjunum hjá USA. Við at loyva amerikumonnum at byggja herstøðir í Grønlandi bleiv tað nógv lættari hjá dønum at siga nei til slíkar slíkar støðir í sjálvum Danmark. Við Grønlandi sum trumfi høvdu danir so at siga longu givið sín part til felags verjuna. Og sum tað seinni vísti seg, enntá við møguleika fyri at hava kjarnorkuvápn í Grønlandi, hóast Danmark alment var ímóti kjarnorkuvápnum á danskari jørð.
Frá 1951 til 1953 bleiv ein flyting av búplássinum hjá Thulebúgvunum javnan óformliga umrødd í Fangararáðnum, sum var ovasti myndugleiki í Thuleøkinum. Vaksandi amerikanska virksemið í økinum, sum millum annað hevði motorgang og oljudálking við sær, hevði gjørt veiðumøguleikarnar á leiðini verri. Men Fangararáðið tók ongantíð nakra felags avgerð um nakra flyting.
Í mai 1953 fann USA eitt hol í loftverjuni av Thule, og tí vildu teir seta verjukanónir upp á hálvoynni, har Thulefólkið hevði sítt búpláss. Og tað skuldi ganga skjótt. Frá danskari síðu varð boðað frá, at tað »frá okkara síðu ikki er nakað, sum forðar fyri, at hendan hálvoyggin verður limað inn í økið hjá støðini, um so er, at USA vil rinda útreiðslurnar av, at búplássið verður flutt longur norðureftir.«
Fyri og ímóti
Eftir hetta eru ymsar meiningar um, hvat síðani hendi. Sambært sakførarunum hjá Thulebúgvunum, Henrik Karl Nielsen og Christian Harlang, bleiv eftirfylgjandi flytingin av Thulebúgvunum ongantíð viðgjørd og góðkend av seks mans stóra Fangararáðnum, sum varð mannað við trimum fangarum umframt einum donskum fyristøðumanni, presti og lækna.
Samráðingarnar við danska statin vóru við læknan, sum ikki hevði mandat til at góðkenna eina flyting vegna alt Fangararáðið, siga advokatarnir, sum tí halda, at talan var um eina tvangsflyting, og at útvíðkanin av amerikansku Thulestøðini í botn og grund er ímóti lógini.
At donsku myndugleikarnir vóru greiðir yvir, at teir kanska vóru á ótryggari grund, verður sambært advokatunum grundgivið við, at myndugleikarnir gjørdu eitt notat við argumentum fyri flytingini, sum um neyðugt kundi brúkast í ST ella aðrastaðni sum eitt mótspæl til møguligar atfinningar.
Flyting til Qaanaaq fekk stórar avleiðingar fyri gerandisdagin hjá Thulebúgvunum. Teir fingu nýggj og betri hús, men veiðan, ikki minst av revum, var verri enn í gamla Thule.
Longu í 1954 setti Fangararáðið fyrsta endurgjaldskravið fram, men sambært advokatinum Henrik Karl Nielsen varð kravið súltað av donsku myndugleikunum í fleiri ár. Tað sama bleiv ein beinleiðis áheitan til danska forsætisráðharran í 1960. Ikki fyrr enn tveir rithøvundar í 1958 skrivaðu eina bók um Thulemálið kom so smátt glið á. Í 1987 boðaði Thule kommuna soleiðis danska forsætisráðharranum Poul Schlüter frá, at hon framvegis helt grundarlag vera fyri einum endurgjaldskravið og vildi hava ein kanningardómstól gjørdan. Hetta varð afturvíst av forsætisráðharranum, sum ikki vildi viðurkenna nakrar endurgjaldsskyldur.
Seinni gjørdi sonevnda Ziegler-nevndin tó eina kanning, har niðurstøðan var, at Thulebúgvarnir ikki høvdu krav upp á nakað endurgjald, og hetta førdi so til núverandi rættarmálið, sum byrjaði við stevningini í 1996.
Tíðin gongur
Og júst tíðarparturin kann fáa ein avgerandi leiklut, tá advokatarnir Henrik Karl Nielsen og Christian Harlang skulu royna at pilka hol í grundgevingarnar hjá kamaradvokatinum Hagel-Sørensen (advokaturin hjá statinum, blðm.).
Hagel-Sørensen fer at føra fram, at endurgjaldskravið sambært danskari lóggávu er ov gamalt, meðan advokatarnir fara at royna at sannføra dómararnar um, at kravið er drýggjað av donsku myndugleikunum, og at spurningurin um fyrningarfreistina tí ikki kann brúkast her. Ein pástandur, sum teir lættliga kunnu fáa viðhald í, eftirsum rætturin fyrr hevur avvíst at viðgera fyrningarspurningurin og restina hvør sær og á tann hátt kanna, um tað yvirhøvur er grundarlag fyri einum rættarmáli.
Hinvegin kunnu krøv um landaøkið ikki gerast ov gomul, men eftirsum eingin ognarrættur er í Grønlandi, hevur kamaradvokaturin avvíst, at Thulebúgvarnir kunnu gera krav uppá endurgjald fyri teirra gomlu veiðiøki.
Spurningurin er tó, um Grønland, tá flytingin fór fram, í praksis ikki var umfatað av donsku grundlógini, sum m.a. snýr seg um »boligens ukrænkelighed« og kravið um endurgjald við ekspropriatión. Í øllum førum hevur danska stjórnin síðani 1947 sagt við ST, at frælsisrættindini í grundlógini kunnu brúkast í Grønlandi, og tað er eitt argument, sum advokatarnir hjá Thulebúgvunum fara at gera sær dælt av.
Harafturat er, at USA við at byggja aðrar herstøðir í Grønlandi hevur givið individuelt eins væl og kollektivt endurgjald til fólkið á staðnum, sum hevur mist sítt veiðiøki. Ein endurgjaldsgongd, sum eisini má fevna um Thulebúgvarnar, siga advokatarnir, sum í rættinum eisini fara at royna at prógva, at ein røð av altjóða samtyktum, m.a. tann um mannarættindi, vórðu brotnar, tá Thulebúgvarnir vórðu fluttir.
Hava longu fingið endurgjald
Um kamaradvokaturin Hagel-Sørensen ikki kann sannføra dómararnar um, at endurgjaldskravið er ov gamalt, og at territorialu krøvini eru ógildug, fer hann allarhelst at seta sítt álit á síðstu patrónina hjá sær, nevniliga at Thulebúgvarnir longu hava fingið endurgjald.
Sambært uppfatanini hjá Hagel-Sørensen hendi hetta, tá forsætisráðharrin Poul Nyrup Rasmussen og táverandi landsstýrisformaðurin Lars Emil Johansen tann 31. januar 1997 undirskrivaðu eina avtalu um, at danski staturin skal rinda 47 milliónir krónur av einum sivilum flogvølli í Qaanaaq. Í síðsta partinum av avtaluni stendur:
»Parterne er enige om, at der mellem regeringen og landstyret hermed er fundet en tilfredsstillende løsning på alle udestående spørgsmål i Thule-sagen«.
Hetta argumentið heldur Henrik Karl Nielsen tó lítið um. Hann heldur ikki, at heimastýrið hevur heimild til at samráða seg til eina loysn vegna Thulebúgvarnar, sum jú longu áðrenn høvdu langt kravið um endurgjald fram.
Endurgjaldið
Thulebúgvarnir hava lagt fram eitt endurgjaldskrav, sum er býtt upp í tvey serstøk krøv: Eitt kollektivt endurgjald upp á 138 mió. kr., sum skal latast fyri mista veiðuinntøku í sambandi við flytingina. Upphæddin er roknað út eftir upplýsingum í eini júst almannakunngjørdari frágreiðing við metingum yvir veiðumøguleikarnar í Thuleøkinum.
Og síðani eitt individuelt endurgjaldskrav upp á 250.000 kr. til hvønn av teimum 81 Thulebúgvunum, sum framvegis eru á lívi. Advokatarnir eru tó fyrireikaðir uppá, at upphæddirnar í øllum førum vera ójavnar í stødd. Tað veldst um, hvussu gamal og hvat starv hvør einstakur av teimum 81 Thulebúgvunum hevði, tá flytingin fór fram. Ein stórfangari hevur soleiðis krav um størri endurgjald enn ein nýføðingur.
Um dómararnir í Eystara Landsrætti geva Thulebúgvunum viðhald, stendur danska stjórnin við einum risastórum trupulleika, eftirsum Thulestøðin so er bygd í stríð við donsku lóggávuna. Hóast amerikanska stjórnin í sínari tíð var í góðari trúgv, verður tað uppgávan hjá danska forsætisráðharranum at útinna rættin hjá Thulebúgvunum til aftur at búseta seg og veiða í Thuleøkinum. Við samráðingarborðið fara hesaferð eisini at sita politikarar hjá heimastýrinum, sum í dag hava krav uppá at verða tiknir við uppí spurningar, sum snúgva seg um uttanríkis- og verjupolitikk í Grønlandi.
Felagið Hingitaq hevur stovnað ein grunn, sum skal umsita eitt møguligt endurgjald. Grunnurin hevur fingið navnið »Tukumeq« eftir Tukumeq Majaq, sum læt lív undir flytingini. Endamálið hjá grunninum er at stuðla vinnufúsum ætlanum í Thule og sum heild at stuðla menningini í økinum.










