49 ár síðan Kennedy-morðið

49 ár síðan Kennedy-morðið

Í dag eru liðin 49 ár síðan John F. Kennedy varð myrdur í Dallas í Texas.

Tað var fríggjadagin 22. november 1963 klokkan 12.30 lokala tíð, at skot rungaðu á Dealey Plaza í »down-town« Dallas, og Kennedy varð raktur av minst tveimum kúlum.

Morðið er vorðiið tað mest kontroversiella nakrantíð í søguni, og amerikanarar eru enn ikki í dag sannførdir um, at tann einsamalli Lee Harvey Oswald var maðurin, ið gjørdi av við yngsta forseta landsins nakrantíð.

Tað eru ikki skrivaðar nær námind so nógvar bøkur um eitt morð, sum um Kennedy-morðið, og enn í dag er ósemjan millum tey, ið trúgva sonevndu Warren-frágreiðingini og tey, sum halda talan var um eina samansvørjing.

Morðið varð kannað av FBI beinanvegin, og 14 dagar eftir morðið setti Lyndon B. Johnson eina serliga nevnd við Earl Warren sum formanni at kanna morðið. Fleiri vilja verða við, at Johnson skundaði sær at seta hesa nevnd – sum hann hevði tamarhald á – fyri at forða fyri einari senatsnevnd.

FBI kom longu í desember 1963 við sínari niðurstøðu, og í september 1964 kom so nevndin hjá Johnson við hægstarættarforsetanum Earl Warren á odda við júst somu niðurstøðu.

Brennandi spurningurin í morðinum er, um deyðiliga kúlan kom aftan ífrá, so sum Warren-nevndin segði, ella hon kom framman ífrá, so sum aðrir granskarar halda.

Nú so long tíð er liðin, og eingin sýnist koma nærri einum endaligum svari, er vandi fyri, at morðið á John Fitzgerald Kennedy – millum vinir nevndir Jack – verður fult uppklárað.

Myndin er víðagitna og nógv umstrídda »frame 313«, har drepandi skotið rakar Kennedy. Myndin passar við eitt skot, sum rakar Kennedy aftan ífrá, men hví er so eingin skaði at síggja á andlitinum á Kennedy, samstundis sum allur nakkin er burturi, spyrja skeptikarar. Frame 313 er mynd nummar 313 á sonevnda Zapruter-filminum, ein av mongum smalfilmum, sum upptóku morðið.