Finska marknaløgreglan steðgaði fyrradagin einum bussi, sum skuldi um markið úr Russlandi.
Tað vísti seg, at fýra menn og 48 georgiskar kvinnur vóru í bussinum. Øll høvdu visum frá svenska konsulátinum í Moskva, men finska løgreglan gjørdi av at steðga teimum. Nú eru teir fýra menninir skuldsettir fyri mannahandil, og tær 48 kvinnurnar verða ætlandi sendar aftur um russiska markið, sigur finska útvarpið.
Finska løgreglan ivast ikki í, at kvinnurnar skuldu seljast til skøkjulevnað í vestur- og miðevropeiskum londum, og hon hevur illgruna um, at hetta var ikki tann fyrsta ferðin av hesum slagnum hjá teimum fýra monnunum.
Bussurin við teimum georgisku kvinnunum bleiv steðgaður á marknastøðini Vaalimaa, sum fyri nøkrum døgum síðani upplýsti, at minst 1.500 ungar kvinnur úr gamla Sovjetsamveldinum eru komnar til Vestur- og Miðevropa tann vegin tey bæði seinastu árini.