Mansverja
Eitt av vápnunum, sum venjarar ofta taka til, tá tættir dystir skulu koppast rætta vegin, er mansverja.
Við at taka ein týðandi leikara á mótstøðuliðnum úr spælinum, er málið tá oftast at órógva javnvágina hjá hinum. Forða teimum í at sjóta avgerandi málini, og á tann hátt fáa stigini í egnan part.
Við hvørt verður slík mansverja umrødd sum eitt framúr taktiskt trekk av venjaranum, men tað finnast eisini dømi, har hetta fer út um mark.
Eitt slík er uttan iva verjan, sum Ioana Rápa hevur verið offur fyri í ár. Tað er einki dulsmál, at rumenski stórskjúttin hjá VÍF hevur harðastu vinstru hondina í føroysku kvinnudeildini, og tí vilja mótstøðuliðini helst gera nógv, fyri at forða henni í at avrika alt ov nógv.
Tað hevur Ioana eisini fyri langari tíð síðani góðtikið, men kortini heldur hon, at stuttleikin nú er um at fara av spælinum.
- Sum støðan hevur verið í ár, so havi eg verið mansvard frá at kalla fyrsta minutti í hvørjum einasta dysti. Eg dugi væl at skilja, um hetta verður gjørt, tá tættir dystir skulu avgerast, ella sum eina roynd at venda einum dysti. Men tað kann væl ikki vera meiningin, at ein góður spælari als ikki skal sleppa at spæla. Sjálvandi er eingin lóg, sum forbjóðar mansverju, men spælararnir máttu um ikki annað havt somikið av virðing fyri spælinum, at hetta ikki varð gjørt somikið konsekvent, heldur hon.
- Sjálv má eg í øllum førum siga, at hetta drepur allan hugin at spæla. Eg veit, at tá eg traðki fram um miðstrikuna, stendur ein spælari klár at taka ímóti mær, og so má eg bara bíða. Fái eg loksins møguleika til skot, eri eg sum so ikki til reiðar til hetta, tí tú ert jú als ikki upphitað. So vildi tað verið til nógv størri gleði hjá mær sjálvari, um eg bara var heima saman við manni og barni og hugnaði mær, er turrisliga staðfestingin hjá henni.
Og við at líta á dystirnar higartil í ár, ber illa til at geva Ioanu annað enn rætt. Hóast munurin í nógvum førum hevur verið stórur annan vegin, so hevur mansverjan støðugt verið partur av spælinum hjá mótstøðuni. Eisini hóast dystirnir væl og virðiliga hava verið avgjørdir.