45 íslendingar til Føroyar at syngja

-

ÁKI BERTHOLDSEN


Í morgin kemur eitt vælmanna íslendskt ferðalag til Føroyar at vitja.

Talan er um einar 45 sangarar í Kallakóri Keflavíkar, sum koma higar at hava konsert.

Annars eru eini 70 fólk í ferðalagnum, sum fer avstað aftur týsdagin 6. juni.

Á Føroyaferðini skal kallakórið hava fýra konsertir.

Fyrsta konsertin verður í Kommunuskúlanum í Havn hósdagin 1. juni kl. 20. Fríggjadagin 2. juni syngur kórið á kórstevnuni í Norðurlandahúsinum. Triðja konsertin verður í Miðvágs Kirkju leygardagin 3. juni kl. 16 og seinasta konsertin verður á Norðoyastevnu í Klaksvík sunnudagin 4. juni. Nær og hvar verður lýst seinni.

Á konsertunum fer kórið at syngja íslendsk og útlendsk løg.

Kórleiðari er Vilberg Viggósson og tey, sum spæla afturvið sanginum eru Ágota Joó á piano, Ásgeir Gunnarson á harmoniku og Gunnar Ingi Gudmundsson spælir bass. Steinn Erlingsson syngur solo.

Keflavík og Miðvágur eru vinarbýir og tá ið íslendska ferðalagið kemur við flogfarinum, verður tað bygdarráðið í Miðvági, sum tekur ímóti.

Ferðalagið fer síðani útferð til Bíggjar, áðrenn farið verður í skúlan í Miðvági, har kórið syngur nakrar sangir.

Aftaná konsertina bjóðar kommunan teimum okkurt til matna.

Íslendingar siga, at teir vóna eisini at síggja miðvingar í Keflavík onkuntíð, tí tey vilja fegin styrkja vinabýarsamstarvið.

Í Klaksvík er tað Klaksvíkar Kommuna og Føroya Bjór, sum taka ímóti.

At Føroya Bjór er við í móttøkuni hevur sína serligu orsøk. Tað er tí, at ferðaleiðari hjá íslendingum er Hjalmar Waag Árnason, sum eisini er altingslimur.

Millumnavnið sigur okkum, at hann er ikki heilt ókendur í Klaksvík.

Á Føroyaferðini fara íslendingarnir eisini fleiri útferðir, eitt nú til Gjáar, Kirkjubøar, Tjørnuvíkar og undir Vestmannabjørgini. Tey fara eisini á hyggja at kirkjuni í Gøtu og tey støkka eisini inn á gólvið á Tøtingarvirkinum.

Kallakór Keflavíkar varð stovnað í 1953 og tað hevur fyrr havt konsertir í sjey londum, bæði í Evropa og í Amerika.

Kórið hevur verið í Føroyum einferð fyrr, tað var í 1984, tá ið konsert var í Havn, í Klaksvík og í Vági.

Kórið hevur eisini givið eina fløgu út, hon nevnist Suðurnesjamenn og verður at fáa á konsertunum.h;llum mismuni millum einstaklingar og stættir.

Ein sjálvsagdur táttur í hesum stríðnum fyri samfelagsligum frælsi er at vit tjóðskaparliga eisini vilja standa á egnum beinum, at vit gerast búskaparliga sjálvbjargin og eisini ráða okkum sjálvi til fulnar - so vit sum búgva í hesum landi, og ongin annar, skulu ráða fyri, hvussu vit skipa okkara samfelag.. Men vit ásanna, at vit hava ídag ikki allar tær búskaparligu og fyrisitingarligu fortreytir sum skulu til, og tí er fyrsta stigið, at vit miðvíst fara eftir at útvega okkum tær, at vit nú fara at leggja grundarlagið, sum einar frælsar Føroyar kunnu standa á. Javnaðarflokkurin loypir ikki eftir einum fullveldi, sum búskaparligt og fyrisitingarligt grundarlag ikki er undir, og sum vit skulu gjalda fyri við skerdum samfelagsligum frælsi.

Jú, eg haldi tað er so náttúrligt, at ein sosialistur og sjálvstýrismaður hoyrir heima í Javnaðarflokkinum. Tá eg svaraði Manna síðst, vísti eg á, at tað hava verið gjørdar fleiri royndir at skipa politiskar flokkar vinstrumegin Javnaðarflokkin, sum tó allar eru so syndarliga miseydnaðar. Mín niðurstøða av hesum royndum var, at tað neyvan fer at verða rúm og vónandi heldur ikki neyðugt við nýggjum vinstraflokki. Tað er mín sannføring, at tey vinstrahallu sjónarmiðini skulu kunna rúmast í og vera ein partur av tí føroyska Javnaðarflokkinum. Tað var m.a. út frá hesi greiðu fyritreyt at eg á vári 1998 játtaði at fara uppí og stilla upp fyri Javnaðarflokkin.

Eg havi eisini sannað, nú meir enn tvey ár eru farin, at tað er hugsjónarliga rúm í Javnaðarflokkinum, her er vítt til veggja, ofta í sera lívligum og hvassum orðaskifti, um sosialismu og sjálvstýri, um neyðsemjur í gerandisdegnum og um politiskar hugsjónir. Men eg skal viðganga, at eitt mál hevur lagt seg tungt yvir alt og troðkað øll onnur spennandi mál til viks - tað er hetta stríðið um fullveldi ella sjálvstýri. Tí eri eg ein teirra, sum gleði meg til vit hava fingið lagt tað afturum, og tað aftur verður møguligt at viðgera verulig samfelagsmál, uttan at støðutakanin í hesum stríðnum skal forða fyri samstarvi millum teir flokkar, sum annars áttu at staðið saman, nevnliga Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin.


Hans Pauli Strøm,

javnaðarmaður