rætt nokk, sigur Mark Joensen, sum er ein av fyrireikarunum fyri dansi í Badmintonhøllini. Mark Joensen sigur, at hann sum fyrireikari metir tað ikki loysa seg at halda áfram við dansi í høllini, tá tað [...] tey út á bygd hvørt vikuskifti í dans. Eg skal bara svara fyri mín part, men eg haldi ikki, at nakar fer at tíma at koma í dans, tá tað skal enda so tíðliga, sigur Mark. Jan Christiansen, borgarstjóri [...] Christiansen. Borgarstjórin vísir á, at hetta er bert ein royndartíð, sum í fyrsta umfari er sett til apríl 2003. ? Eg eri samdur í, at hetta er ein undarlig støða, at man ikki kann hava eitt dansistað til
Dimmalætting skrivaðu í gjár, at samlaða virðið á haruhagunum við Vestmanna gjørdist 106.200 kr., tá uppboðssøla varð hildin sunnudagin. Hetta er nakað minni enn í fjør, tá samlaða virðið kom upp á 145 [...] 145.600 kr. Haruhagarnir í Vestmanna eru Fjallið, Brekkurnar, Norðurnesið, Dalarnar heimaru, Dalarnar eystanfyri, Heimihagin norðari, Heimihagin heimari og kongshagin Líðin.
Sunnudagin tann 8. mai kl. 16 fer Vestmanna Sangkór at hava konsert í Vestmanna Kirkju. Tað er í samband við, at kórið fer til Edinburgh tann 13. mai, og fer at syngja í trimum kirkjum har fríggjadag, leygardag [...] leygardag og sunnudag. Hetta verður í kendum kirkjum í miðbýnum í Edinburgh: St. Giles’ Cathedral í High Street, Canongate Church á The Royal Mile og Cuthbert’s Church við Lothian Road. Sunnudagin fer kórið
Soleiðis!! I Vestmanna er eitt vegskelti, ið vísir, hvar Niðari Vegur er. Og sjálvsagt er stór mótsøgn í, at eitt slíkt skelti skal hevjast høgt, og tískil standa ovarliga. Í Vestmanna stendur skelti, [...] ið vísir Niðara Veg, sera niðarliga. Í roynd og veru sleppur tað ikki longur niður. Skeltið liggur nevniliga á sjálvum Niðara Vegi. Mangt bendir tó á, at hetta er ein fyribilsloysn, ið ikki var tilætlað
Í apríl komu góðar tríggjar milliónir skattakrónur í kassan hjá Vestmanna Kommunu, og tað var knappar 100.000 krónur meiri enn í apríl í fjør. Vøksturin svarar til 3,2 prosent. Fýra teir fyrstu mánaðirnar [...] mánaðirnar í ár hevur Vestmanna Kommuna fingið 550.000 krónur ella 4,9 prosent meiri í skatti enn somu mánaðir í 2013. Kommunan skrivar á sínari heimasíðu, at hon er nøgd skattin í apríl og vónar, at tann
Í kvøld klokkan 19 verður onnur/seinna FM-hálvfinalan í Burn mansdeildini millum Neistan og VÍF í høllini á Hálsi. Neistamenn mugu vinna dystin, tí vinnur VÍF dystin í kvøld eru vestmenningar víðari til [...] Farna mikukvøld vann VÍF 35-25 á Neistanum í Vestmanna. Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna. Samrøður við umboð fyri Neistan og VÍF koma
Gregersen byrjaði í starvi sum virkisleiðari á Fiskavirkinum í Gøtu hin 1. desember í fjør. Leiðin fram til starvið byrjaði á Fiskivinnuskúla í Vestmanna, har hon gjørdist liðug í 2002. Í sjey ár var hon [...] Havsbrún í Fuglafirði, og áðrenn hon byrjaði í nýggja starvinum hjá Fiskavirkinum í Gøtu, var hon góðskuleiðari hjá alifyritøkuni, Luna í Vágum. Umframt sína útbúgving á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna og l [...] leiðsluroyndirnar á Havsbrún og hjá Luna, hevur Hjørdis Fríða Gregersen eisini tikið eina akademiútbúgving í leiðslu.
millum klokkan 14 og 15 sendi Rás2 beinleiðis úr Vestmanna. Petur Zachariassen prátaði við Bárð Nielsen og Jónfinn Egilsnes um bátastevnuna sum er byrjað í dag. Bárður Nielsen og Jónfinn Egilsnes greiddu [...] taka lut á bátastevnuni. Leygardagin klokkan 14.30 fara bátarnir at sigla av Fútakletti og til Vestmanna. Tá fer Rás2 at senda beinleiðis "Bátaradio". Reportari sum vant verður Vilmund D. Jacobsen. Sendingin
jørð- og vegarbeiði 16. februar. Karl A. Olsen, borgarstjóri væntar, at arbeiði kann byrja í mars. Vestmanna kommuna hevur frá Fíggjarmálaráðnum fingið loyvi til at læna upp til 22 mío. krónur til røktarheimið [...] Vestmanna kommuna fekk tilboð frá tveimum lánistovnum upp á lán til røktarheimið, og fíggjarnevndin fekk heimils til at samráðast við teir. Men áðrenn nærri støða verður tikin til lántøkuna, skulu tilboðini
finaluplássi í Føroyameistaraskapinum. Seinni dysturin verður klokkan 20.00, tá talan verður um ein nýklassikara millum VÍF og KÍF. Sostatt er lagt upp til tveir spennandi dystir í høllini í Vestmanna í annaðkvøld [...] Um vikuskiftið er bátastevna í Vestmanna, og í annaðkvøld verður tí skipað fyri steypadystum í hondbólti hjá kvinnum og monnum. Klokkan 18.30 byrjar fyrri dysturin, og liðini tá eru kvinnuliðini hjá V