Sunnudagin tann 8. mai kl. 16 fer Vestmanna Sangkór at hava konsert í Vestmanna Kirkju. Tað er í samband við, at kórið fer til Edinburgh tann 13. mai, og fer at syngja í trimum kirkjum har fríggjadag, leygardag og sunnudag.
Hetta verður í kendum kirkjum í miðbýnum í Edinburgh: St. Giles’ Cathedral í High Street, Canongate Church á The Royal Mile og Cuthbert’s Church við Lothian Road.
Sunnudagin fer kórið at syngja úr stóru skránni til Skotlandsferðina við fjølbroyttum úrvali av føroyskum o.ø. norðurlendskum sangum.