Taka tað bókstaviliga í Vestmanna

Vestmenningar taka tað í álvara, tá tað ræður um vegskelti.

Soleiðis!!

I Vestmanna er eitt vegskelti, ið vísir, hvar Niðari Vegur er.

Og sjálvsagt er stór mótsøgn í, at eitt slíkt skelti skal hevjast høgt, og tískil standa ovarliga.

Í Vestmanna stendur skelti, ið vísir Niðara Veg, sera niðarliga.

Í roynd og veru sleppur tað ikki longur niður. Skeltið liggur nevniliga á sjálvum Niðara Vegi.

Mangt bendir tó á, at hetta er ein fyribilsloysn, ið ikki var tilætlað, og tískil kann væntast, at skeltið aftur verður reist, so tað aftur fær ta tign, ið tað hevði.