Um vikuskiftið er bátastevna í Vestmanna, og í annaðkvøld verður tí skipað fyri steypadystum í hondbólti hjá kvinnum og monnum.
Klokkan 18.30 byrjar fyrri dysturin, og liðini tá eru kvinnuliðini hjá VÍF/Tjaldur og Kyndli. Hetta vóru tey bæði liðini, ið royndu at fáa tað eina finaluplássi í Føroyameistaraskapinum.
Seinni dysturin verður klokkan 20.00, tá talan verður um ein nýklassikara millum VÍF og KÍF.
Sostatt er lagt upp til tveir spennandi dystir í høllini í Vestmanna í annaðkvøld, áðrenn bátastevnan av álvara byrjar.