Hjørdis Fríða Gregersen byrjaði í starvi sum virkisleiðari á Fiskavirkinum í Gøtu hin 1. desember í fjør. Leiðin fram til starvið byrjaði á Fiskivinnuskúla í Vestmanna, har hon gjørdist liðug í 2002.
Í sjey ár var hon góðsku-og umhvørvisleiðari á Havsbrún í Fuglafirði, og áðrenn hon byrjaði í nýggja starvinum hjá Fiskavirkinum í Gøtu, var hon góðskuleiðari hjá alifyritøkuni, Luna í Vágum.
Umframt sína útbúgving á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna og leiðsluroyndirnar á Havsbrún og hjá Luna, hevur Hjørdis Fríða Gregersen eisini tikið eina akademiútbúgving í leiðslu.